tilburðum í Noregi nú er farið upp um 100.000. Um midnáttarleitið norska tíð í kvøld hevði Noreg skrásett tilsamans 100.149 tilburðir við covid-19, síðan fyrsti tilburðurin varð staðfestur í landinum í februar [...] februar mánaði í fjør. Seinastu sjey dagarnar hevur Noreg skrásett tilsamans 4.941 nýggjar smittutilburðir, og samlaða talið av koronu-royndum er nú komið upp á 4,7 miljónir. Tilsamans hava 705.835 fólk í Noregi [...] 767 hava fingið báðar koppsetingarnar. Í dag lógu 296 fólk við koronu á norskum sjúkrahúsum, og tað er á leið sama tal, sum í gjár. 677 fólk, sum høvdu korotu-smittu í Noregi, eru deyð.
Østerfjord AS, sum í fyrsta lagi skal fiska tosk og hýsu, verður sambært www.sysla.no latið eigarunum í juni mánaði í 2021, men reiðaríið vil einki siga um, hvussu stór verkætlanin er í peningi. Sambært [...] byggjast á Tersan Shipyard í Turkalandi. Tað verður 67 metrar langt og 14 metrar breitt. Í tíðindaskrivi sigur Marin Teknikk, at skipið soleiðis verður hitt størsta av sínum slagi í heiminum. Nýggja skipið [...] kombineraði línu-og snurriváðsbáturin skal byggjast í Turkalandi, verða sambært www.sysla.no , sum endurgevur Marin Teknikk, fleiri norskir veitarar við í samlaðu verkætlanini.
eftirspurningur eftir hotelkømrum í høvuðsstaðnum. Gist & Vist boðaði í síðsta mánaði frá, at Hotel Føroyar við Oyggjarvegin skal byggjast út, eins og Hotel Tórshavn í Tórsgøtu, sum sama felag eigur og [...] og felagið boðaði í sama viðfangi frá, at felagið ætlar at byggja eitt nýtt hotel afturat í Havn um fá ár. Eitt nýtt lítið hotel, Hotel Havgrím, letur í næstum upp yviri við Strond í Havn. Økta ferðavinnan [...] Sp/F Autotrans, sum eigur Hotel Streym yviri við Strond í Havn, hevur keypt grannaognina, gamla snikkaraverkstaðið hjá Zacharias Bech, sum Jan Christiansen hevur átt seinastu árini. Sum in.fo skilir, so
Tað var formaðurin í Arctic Circle, Ólafur Ragnar Grímsson, ið kunngjørdi at ráðstevnan verður í Føroyum, tá hann í gjár setti høvuðsráðstevnuna Arctic Circle, ið er á hvørjum ári í Reykjavík. Fróðskaparsetrið [...] Circle Forum. Áður hevur ráðstevnan verið hildin í Anchorage, Singapore, Nuuk, Québec City og Washington, meðan tann sætta ráðstevnan verður í Edinburgh í november. [...] urin Arctic Circle, ið er størsta netverkið fyri samstarv og altjóða dialog um arktiska økið, í mai mánaði næsta ár skipar fyri Arctic Circle Forum, ið er ein av smærri ráðstevnunum, ið felagsskapurin
fortreytirnar í arbeiðinum eru broyttar, fyrst og fremst orsakað av hægri lendisprísi í sambandi við ognartøku, øktum útreiðslum til handverkarar og eyka prosjektering. Í einum uppskoti, sum kemur til viðgerðar [...] yvir trygd, dygd og framkomuleika, stendur í viðmerkingunum til uppskotið. Lagt verður tó aftrat, at verkætlanin er ikki prístalsviðgjørd síðani í mai mánaði 2006. Síðani tá prístalið hækkað, eins og prísurin [...] Í løtuni verður arbeitt við nýggju vegaføringini gjøgnum Leirvíks bygd. Hetta arbeiðið skuldi í mesta lagi kosta 45 milliónir krónur, men nú er neyðugt við eini eykajáttan. Nú vísir tað seg, at fortreytirnar
ítrótt í Eysturoy. Síðani endurstovnanina í mars mánaði í ár hevur nógvur aktivitetur verið í felagnum, og nógvir limir eru nú knýttir at felagnum. Felagið er farið undur regluligar venjingar, og í summar [...] kvøldini eru farin at styttast, er vetrarskráin byrjað við innanduravenjingunum, har vant verður í fimleikarhøllini í Tofta skúla týsdag og mikukvøld. Innanduravenjingarnar eru fyri bæði børn og vaksin, og skipað [...] skipað verður fyri ymiskum venjingum, sum fevna um allan kroppin, tó at størstur dentur verður lagdur í at venja beinini. - Felagið skipar eisini fyri heilsurenning hvønn leygardag klokkan 14, har møtt verður
Háberg í sambandi við ta útgávuna. Anna Háberg var í fjør eisini tilnevnd til virðisløn á Planet Awards, og tá var sagt, at Anna hevði við útgávuni víst, at hon telist millum bestu songrøddir í landinum [...] landinum. - Anna Háberg megnar í ein nærum óhoyrdan mun í føroyskum høpi, at lata kenslurnar leka út gjøgnum røddina. Hetta er so inniligt sum tað blívur, varð sagt í grundgevingini fyri hennara tilnevning. [...] kensluríku røddini fer at syngja á Summar Festivalinum í august Anna Háberg hevur sungið á fleiri ymiskum gospelútgávum ? eitt nú Bros og hjá MC Restorff ? men í fjør gav hon umsíðir út sína egnu fløgu. - Eg havi
frálandavinnu aldarskifti 2000, myndlist í 20. øld, átrúnaðarrembingar í 20. øld, bókmentir í 20. øld, dans og kvæðamentan, fyrstahjálpsskeið, heimspeki/hugmyndir í 20. øld, Cross-cultural Relations, og Pól [...] eins og viku- og vikuskiftisskeið í tíðarskeiðinum september-desember 1999, verða lýstar í bløðunum komandi viku. Skeiðsrøðirnar, sum fevna um alla vetrarhálvuna, eru í føroyskari rættskriving og málrøkt [...] Nýstovnaði Skeiðsdepilin á Langasandi fer undir virki sítt fyrst í september mánaði. Húsini, har depilin skal halda til, verða nú umvæld og innrættað til endamálið; og fullfíggjað skrá fyri vetrarhálvuna
hesi tíðindi í dag. Maðurin og gíslin, sum eftir øllum at døma er dripin, er 53 ára gamli, Yossi Sharabi, sum búði í kibutsini, Be'eri, og hildið verður, at hann læt lív í undanfarna mánaði. Hetta vísa [...] Í einari kanning hjá ísraelska herinum (IDF) eru tey komin eftir, at sannlíkindi fyri, at ísraelski herurin hevur beint fyri einum gísla aftrat í Gazageiranum, eru stór. Hendingin fór fram í einum ísraelskum [...] har hann var staddur. Eftir hendingina vórðu hinir báðir gíslarnir fluttir á eitt annað stað. Í desember í fjør vórðu eisini tríggir ísraelskir gíslar dripnir av misgávum. Sambært tíðindastovuni bóru gíslarnir
báðum. Í august mánaði vóru teir við í eini kapping í Danmark, har teir innan tríggjar dagar dømdu ikki færri enn átta dystir. Fyri trimum vikum síðani vóru teir so í Luxemburg, har tveir dystir í øðrum [...] Fyri knøppum ári síðani skrivaðu vit her í blaðnum, at Kristian Johansen hevði fingið danska Peter Lorentzen sum makkara í altjóða dømingini. Vanligi makkarin hjá Kristiani undan hesum, Hjalmar Petersen [...] teimum heilt væl. Somikið væl, at teir nú aftur hava fingið boð um at døma í triðja umfarinum av Europa-Cup. Talan verður um dyst í Svøríki, har Halmstad tekur ímóti íslendska Kópavági, og verður tann dysturin