4 mió aftrat til Leirvíksvegin

Vegagerð: Í løtuni verður arbeitt við nýggju vegaføringini gjøgnum Leirvíks bygd. Hetta arbeiðið skuldi í mesta lagi kosta 45 milliónir krónur.

Nú er neyðugt við eini eykajáttan uppá 4 mió, tí fortreytirnar eru broyttar, millum annað orsakað av hægri lendisprísi í sambandi við ognartøku.
Verkætlanin er endurskoðað fleiri ferðir, til tess at finna møguligar sparingar. Samstundis eru alt gjørt fyri, at hesar ikki skuldu ganga út yvir trygd, dygd og framkomuleika.
Sambært heimasíðuni hjá Landsverki skal arbeiðið verða liðugt við árslok í ár.



DÝRKAR
Ein orsøk til hesa eykajáttanina til Leirvíksvegin er at lendisprísurin er hækkaður 3-4 ferðir – úr 25 krónum upp í 98