Í einari kanning hjá ísraelska herinum (IDF) eru tey komin eftir, at sannlíkindi fyri, at ísraelski herurin hevur beint fyri einum gísla aftrat í Gazageiranum, eru stór.
Hendingin fór fram í einum ísraelskum bumbuálopi, og tað er ísraelska tíðindastovan Ha'aretz, sum ber hesi tíðindi í dag.
Maðurin og gíslin, sum eftir øllum at døma er dripin, er 53 ára gamli, Yossi Sharabi, sum búði í kibutsini, Be'eri, og hildið verður, at hann læt lív í undanfarna mánaði.
Hetta vísa kanningar hjá ísraelska herinum, veit tíðindastovan at siga.
Yossi Sharabi varð hildin gísli í einari íbúð saman við tveimum øðrum gíslum. Hann læt lív, tá ísraelski herurin bumbaði nærindis íbúðini, har hann var staddur.
Eftir hendingina vórðu hinir báðir gíslarnir fluttir á eitt annað stað.
Í desember í fjør vórðu eisini tríggir ísraelskir gíslar dripnir av misgávum. Sambært tíðindastovuni bóru gíslarnir hvít fløgg, men kortini vórðu teir skotnir, tá ísraelsku hermenninir kendu seg hóttar.