Roysnið stóra undirtøku

Ítróttarfelagið Roysnið er felag fyri frælsan ítrótt í Eysturoy. Síðani endurstovnanina í mars mánaði í ár hevur nógvur aktivitetur verið í felagnum, og nógvir limir eru nú knýttir at felagnum.

 

Felagið er farið undur regluligar venjingar, og í summar hevur felagið hvørt mikukvøld skipað fyri intervalvenjingum á Svangaskarði, og luttakaratalið hevur verið veksandi.

 

Nú kvøldini eru farin at styttast, er vetrarskráin byrjað við innanduravenjingunum, har vant verður í fimleikarhøllini í Tofta skúla týsdag og mikukvøld.

Innanduravenjingarnar eru fyri bæði børn og vaksin, og skipað verður fyri ymiskum venjingum, sum fevna um allan kroppin, tó at størstur dentur verður lagdur í at venja beinini.

 

- Felagið skipar eisini fyri heilsurenning hvønn leygardag klokkan 14, har møtt verður við skúlan við Løkin. Síðani verður runnið eftir gøtuni runt Innara vatn. Haraftrat skipar felagið fyri rennitúrum hvønn sunnumorgun klokkan 9, og eru ruturnar ymiskar á hesum túrum.

 

Tað veit heimsíðan hjá Nes kommunu at siga í dag.