Gospelsongkvinnan við sterku og kensluríku røddini fer at syngja á Summar Festivalinum í august Anna Háberg hevur sungið á fleiri ymiskum gospelútgávum ? eitt nú Bros og hjá MC Restorff ? men í fjør gav hon umsíðir út sína egnu fløgu.
- Eg havi faktiskt arbeitt við hesari fløguni alt lívið, havi droymt um tað, síðani eg var fimm ára gomul, segði Anna Háberg í sambandi við ta útgávuna.
Anna Háberg var í fjør eisini tilnevnd til virðisløn á Planet Awards, og tá var sagt, at Anna hevði við útgávuni víst, at hon telist millum bestu songrøddir í landinum.
- Anna Háberg megnar í ein nærum óhoyrdan mun í føroyskum høpi, at lata kenslurnar leka út gjøgnum røddina. Hetta er so inniligt sum tað blívur, varð sagt í grundgevingini fyri hennara tilnevning.
Og nú tekur Anna Háberg enn eitt tónleikaligt stig. Hon verður við á Summar Festivalinum, sum verður fyrst í augsut mánaði. Tá fer hon at spæla saman við bólki.