Skeiðsdepilin á Landasandi

   

Nýstovnaði Skeiðsdepilin á Langasandi fer undir virki sítt fyrst í september mánaði. Húsini, har depilin skal halda til, verða nú umvæld og innrættað til endamálið; og fullfíggjað skrá fyri vetrarhálvuna 1999/2000 er at kalla greið.

Skráir fyri skeiðsrøðirnar, sum fevna um alt tíðarskeiðið, eins og viku- og vikuskiftisskeið í tíðarskeiðinum september-desember 1999, verða lýstar í bløðunum komandi viku.

Skeiðsrøðirnar, sum fevna um alla vetrarhálvuna, eru í føroyskari rættskriving og málrøkt, enskum á lág- og framhaldsstigi (2 skeið) og føroyskum fyri útlendingar. Eisini eru skeið í føroyskum máli og bókmentum, enskum á hástigi, International Relations, etc. og Public Speaking, broadcasting og annað.

Støku viku- og vikuskiftisskeiðini snúgva seg um frálandavinnu aldarskifti 2000, myndlist í 20. øld, átrúnaðarrembingar í 20. øld, bókmentir í 20. øld, dans og kvæðamentan, fyrstahjálpsskeið, heimspeki/hugmyndir í 20. øld, Cross-cultural Relations, og Pól F.

Skeiðsleiðarar eru serfrøðingar hvør á sínum øki, og øll skeiðini eru vistarskeið.