hvør skal avgera, hvat skal standa í reglunum. Vil mann ikki hava ein landsstýrismann at sita meir, jamen, so er so øgiliga lætt at fáa hann frá.? KP: ?Hetta er ein spurningur um moral og ikki um reglur [...] tænt okkara mentamálaráðharra at sett seg inn í málsgongdina í hasum málinum. Eisini sigur tú, Torbjørn Jacobsen, mentamálaráðharri føroyinga, at tað er ein rár hending at síggja javnaðarmann, sum hevur [...] hava havt trolnál, spaka ella hamara í hond? Nei, skyldmaðurin, nú mást tú taka teg saman og føra teg fram sum ein mentaðan mann. Tað ber ikki til at fuska við arbeiðnum í so týdningarmiklum starvi, sum Føroya
eingin ferðsla á vegunum í Jerúsalem, og ein kennir, at hetta er ein serstakur dagur fyri fólkið í tjóðini. Páskamáltíð saman við messianskum jødum Eyðhild fekk høvið at royna, hvussu ein annar bólkur av jødum [...] páskirnar í fjør í Ísrael. Í grundini var hon so at siga alt 1997 og ein part av1996 eisini. Hon fór til Ísraels 21. august í 1996, útsend av Hini Føroysku Ísraelsmissiónini. Fyrsta árið arbeiddi hon í bíbl [...] symbolska virði í tí, at nú var Jesus vorðin livandi aftur. Eins og sólin vann á myrkrinum, vann Jesus eisini á deyðanum. Eisini var hetta eitt symbol uppá, at eins og ein nýggjur dagur ber alt nýtt við
gudstænastu í. Har hava tey ístaðin eitt bønhús ella ein skúla til endamálið. Men her í Æðuvík finst ein heilt triðja útgáva av einum gudshúsi, um ein kann lýsa tað so. Støðan er hon, at í nøkur ár hevði [...] MINNAST TEY FARNU Sunnudagurin 6. februar 2022 var í mangar mátar ein serstakur dagur fyri kirkjufólkið í Føroyum – og somuleiðis fyri kirkjuliðið í Æðuvík: Í fyrstu atløgu, er hesin sunnudagurin við sínum [...] rundan um, sum vísir at her er ein kirkja. Nei, her stendur bara ein bygningur – í roynd og veru eitt missiónshús - fyri seg uppi á eini høvd. Við einastu hurðina inn í bygningin stendur navnið ”Víkin”
Skarð, tá tók tað longri tíð. Ein Havnartúrur tók tískil ein heilan dag. Um veturin var farið í myrkri og komið aftur í myrkri. Jólini Anna minnist ikki minst jólini, ið var ein rættilig høgtíð. Tað mest spennandi [...] Vit taka við í hesi grein nakað afturat av tí, sum Anna á Váli, sum vaks upp í Norðradali greiddi frá í FF-blaðnum í 2003 At fara til handils - 3 tímar hvønn vegin At fáa vøru og at sleppa av við framleiðsluna [...] Havnar Ullin frá várroytingini varð seld ymsastaðni í landinum. Ein stórur partur fór til Heinesen í Vágsbotni, har tey fingu vøru fyri ullina. Ein av uppgávunum hjá Onnu var eisini at ganga til neyta
rættiliga búgvin og myndugur, var sum ein annar pápi fyri teir. Eftir lokið prógv í 1973 kom Ásmund heim aftur og gjørdist lærari í Glyvra skúla. Í 1982 bleiv hann deildarleiðari í tí nýggja Runavíkar skúla, og [...] Hann bleiv einans 63 ár. Seinasta dag fyri heystferiuna høvdu vit í Runavíkar skúla renningardag. Ein illfýsin dagur, men eftir upphiting í høllini varð herjað á Mýrarnar, og einar tveir tímar seinni var [...] Odd. Nú í summar og í heyst rokaðist Ásmund við at hjálpa teimum at byggja. Tit, sum nú sita eftir í stórari sorg og svárum sakni, skulu vita, at tankar okkara leita til tykkara, og at vit luttaka í sorg
nærum ikki var dagur, uttan hon á ein ella annan hátt tosaði um lítla Bjarna. Árið eftir fingu tey enn ein son, sum tey eisini kallaðu Bjarni. Í 1968 fingu tey Guðrun. Ommubørnini eru fýra í tali: Robert [...] og vit hyggja við vón upp til himmals og biðja Guð um troyst og styrki í sorgini. Rhoda Rubeksen, fødd Árting, var borin í heim í Havn 15. juni 1928. Hon var dóttir Jóannes og Andreu Árting. Rhoda og tey [...] sum skipasmiðjan er nú (í Celluni, red.), og seinni flutti hon niðan á Heygsbreyt. Í Rabarbukvarterinum var sum vera man gott at vaksa upp, og har vóru nógv børn og tí altíð lív í. Marius og Rhoda komu
ljósið í atventkransinum heima við hús. Ljósini í atventkransinum skína bjørt í stovuni og hugna og fjálga um innandura, nú vit eru í myrkastu tíð á árinum. Um góðar tvær vikur er stytsti dagur, og tá [...] jólini bera boð um. Ein í eisini hoyrir jólini til er jólamaðurin og so góðu børn, hann kemur her at vitja um ein løtu, hann hevur boða frá at hann er yviri í kirkju kjallaranum í Hoyvíkar kirkju. At enda [...] føddur í Betlehem. Tað er eisini sera hugnaligt – at vera í kirkjunum og syngja ‘Gleðilig jól’, ‘ Føgur er foldin’ ella onkran av kendu jólasálminum Nú adventin er byrjað og 2. sunnudagur í advent er í dag
Metu Lauritsen, fødd í Vejle. Í 1919 fór Meta saman við Rigmor Lützen at arbeiða sum tannteknari. Í 1921 gavst Meta, meðan Rigmor helt áfram. Meta byrjaði aftur at arbeiða í 1934 í egnum húsi á Landavegnum [...] Friður veri við minni hansara. Knút Lützen í stóra brestinum í Halifax Tað er meira, sum kann sigast um pápa Aage, Knút. Hann fór í 1906 bert 15 ára gamal út í víðu verð. Hann skrivaði m.a. um sítt sjólív: [...] ljóðaðu tær í oyrunum, enn meðan tú vart komin í koyggjuna og royndi at sova einar tveir tímar.« Um annan dagin í hjálpiarbeiðnum skrivar Knút millum annað: »Eg stóð við eina slisku og legði líkini í, hevði
Hettar var ein so sjáldsom og góð mynd og løta inni í stovuni. Minnist sum óviti vit plagdu at koma suður í vikuskifti ella feriu. Vóru vit ikki úti, vóru vit inni hjá Vilhelminu, og ofta í stovuni. Børn [...] eisini fyri stóra fylgið. Komin í kirkjugarðin, síggi klokkaran standa í kirkjutorninum. Henda lítla vakra kirkjan, og lúkan opin uppi í torninum. Klokkarin var klárur. Ólavur í Klæmintstovu stóð har við sínum [...] Vit fóru suður at fylgja. Túrurin suður í góðveðrinum var stillur og góður. Tað lá líkasum í luftini, at tað var hennara dagur. Komin til Dals, var nógv fólk, bæði inni og uttanfyri. Hilmar hevði so sjáldsama
Norðberg. Hetta var 21. august í ár. Síðan 1995 róði babba út í egnum báti og ikki kunnu vit siga annað enn, at hann stórtreivst í sínum arbeiði. Um vit upplivdu hann í ringum hýri, so var tað helst tí [...] verða gift í 35 ár, og tað er eitt langt tíðarskeið. Eri so glað fyri, at tit fingu seinastu árini saman í Streymnesi, og at babba var millum okkum í gerandisdegnum. Marjun átti eitt serligt pláss í hjartanum [...] hvílir nú í tryggari havn, og havið hann siglir í eitur nú Himmalin. Hann hevur nógv, sum hann vitjar har heima. Tó býr hann í okkara hjørtum. Minnini um hann fara vit at goyma og fjálga um í hjørtum okkara