Vilhelminu Larsen til minnis

Vilhelmina Larsen, fødd Trondesen úr Skálaviík og gift Hilmari Larsen úr Dali. Tey fingu børnini Kjartan, Elsbu, Jógvan, Sunnevu og Helgu. Foreldrini vóru Jógvan Trondesen - róptur Jógvan á Trøð og mamman av Samuelsen slagnum úr Vík. Elsba Samuelsen

Vit fóru suður at fylgja.

 

Túrurin suður í góðveðrinum var stillur og góður. Tað lá líkasum í luftini, at tað var hennara dagur.

 

Komin til Dals, var nógv fólk, bæði inni og uttanfyri.

 

Hilmar hevði so sjáldsama góðar hendur. Um hann smíðaði bátar, smáar borðbátar, laðaði grót, bakaði kakur ella gjørdi mat. Var so heppin at sigla míni ungu ár saman við honum, bæði á dekkinum og sum kokki. Hann og Vittus laðaðu millum annað, rundan um Norðurlandahúsið, og stendur tað, sum ein varði har. Jørgen Emil segði mær, at hann arbeiddi saman við teimum, og fortaldi, hvussu gott og hugnaligt hann mintist tað. Rundan um húsini í Dali er dupultlaðaður garður úr malargróti. Hettar hevði hann trillað og dragsað niðan úr mølini. Stórarbeiði.

 

Inni í húsinum er mest sum alt úr viði. Heimagjørt. Køkur, borð, stólar og lampur. Sum Bødvard so hegnisliga hevur gjørt. Alt í teirra anda.

 

Inni í stovuni stóð kistan. Úr ómáladum vidi, líkasum alt annað í húsinum. Havi ikki sæð slíka kistu fyrr. Presturin Jákup Reinert, og Kjartan stóðu við kistuna. Ja, segði Jákup, hon ynskti tað soleiðis. Heiðursmedalja frá dronningi lá á kistulokinum. Hettar var ein so sjáldsom og góð mynd og løta inni í stovuni.

 

Minnist sum óviti vit plagdu at koma suður í vikuskifti ella feriu. Vóru vit ikki úti, vóru vit inni hjá Vilhelminu, og ofta í stovuni. Børn leita sær inn, har tey onkursvegna trívast. Hon hevði keypt sær el-orgul. Og har sótu vit og trallaðu, spældu og sungu. Vilhelmina kundi koma og siga við meg: Jógvan, ikki so fortur, tá tú spælir. Tí tá fer tað vakra. Hettar kemur til mín, enn í dag.

 

Kistan verður borðin út. Teir úr Stórhúsi og aðrir sungu.

 

At hoyra teir syngja, kvøða ella spæla harmoniku, er sum at koma í eina aðra verð. Verði rørdur bara við tankan. Kanska eina næstan gloymda verð, har nøkur eru eftir, ið halda arvin viðlíka, og hava evnini til tað. Man merkir so týðiliga, hvussu nógv Vilhelmina hevði at siga fyri tey, eisini fyri stóra fylgið.

 

Komin í kirkjugarðin, síggi klokkaran standa í kirkjutorninum. Henda lítla vakra kirkjan, og lúkan opin uppi í torninum. Klokkarin var klárur.

 

Ólavur í Klæmintstovu stóð har við sínum børnum og abbabørnum. Gott at síggja. Seinast eg fylgdi har suðuri, var Judith. Pápi og eg.

 

Fyri gott 7 árum síðani høvdu vit døtrarnar Marjun og Tordis, sum var við barn, leitað okkum suður til Dals at vitja. Veðrið var av tí fagrasta. Vilhelmina fór yvir í kirkjuna við okkum, har hon spældi tveir sálmar við orglinum og sang afturvið. Tann eina sálmin máttu vit hoyra, ein var úr nýggju sálmabókini, sum Martin Joensen hevdi yrkt og gjørt lag til. Tað var, sum sálin hjá Vilhelminu var eitt við kirkjuna. So ekta og gott. Aftaná fóru vit útum, har hon vísti okkum gravstaðið hjá hennara elskada Hilmari, sum hon saknaði hvønn einasta dag. Tað var nokk tá, Tordis setti sær fyri, at varð tað ein dóttir, skuldi hon eita Vilhelmina, og so bleiv. So eisini har, livir nakað av Vilhelminu víðari.

 

Tey nærmastu, eldru og illa gongdu fóru inn í kirkjuna, og vit onnur uttanfyri. Hátalarar stóðu úti so vit fingu alt væl við. At hoyra prest var stórsligið. Hann hevði gjørt sær ómak við øllum, og vildi fylgja og røða fyri einum vini, hann virdi so nógv. Ikki er vanligt at hoyra ein prest rørdan, og tá hann stedgadi upp einar tríggjar ferðir, kundi tað bara ikki verda inniligari. Takk Jákup.

 

Kistan var borin út, bláur himmal, sól og jakkan á arminum. Tá sálmasangurin tagnadi, sló Sjúrður síni sløg við tí lítlu kirkjuklokkuni. Klokkan slapp at ringja út, og hann sló ikki næsta slag, fyrr enn klokkan heilt var givin at ringja. Hvørt slag slapp at ringja seg heilt út. Hoyrdi fyri mær Vilhelminu við sínu spaku rødd siga vid Sjúrð: Ver ikki so fortur, tí so fer tad vakra!

 

Vakrari jarðarferð hevur eingin kongaligur fingið, soleiðis upplivdi eg tað.

 

Stóð uttan fyri Eiriksgarð, og tankarnir fóru aftur í tíðina. Hvussu nógv fólk ikki kom inn til teirra tá dansur var í bygdini. Hesin dansurin, sum var teirra, og er teirra. Tá útlendingar komu til bygdina. Hon plagdi at vísa postkort frá hesum og hasum, og tað var sjálvandi tí, tey sum sent høvdu, ongantíð heldur gloymdu Vilhelminu.

 

Hvussu høvdu vit tað ikki sum ung heima hjá teimum. Dánjal hevur verið har við sínum vinum, Bødvard við sínum og soleidis kann man blíva við. Børnini, sum hon var so gód við, ein arv fekk hon til teirra, í sínum kærleika, sangum og sjaldrum. Tónasmiðir fara at byggja síni fundament undir slík mentunarfólk sum Vilhelminu, ið eisini hevði hesar mentarligu gávurnar og at spæla og syngja.

 

Vilhelmina var seinast av systkinum. Pápi og Mikkjal eru farnir sum eldri menn, meðan hon misti yngsta beiggja sín, tá traktorurin koppadi yvir hann hendan summardagin í 1968, tá hann skuldi koyra torvið heim úr Heimastahaga, bert 24 ára gamal. Vilhelmina og einkjan eftir Marius, Margreta Clementsen, høvdu sera sterk bond, og saknurin má vera stórur hjá Margretu.

 

Vilhelmina kemur at liva ímillum okkum, nógv longri enn vit øll liva. Hon slapp at fara saman við sínum kæru, har hon viknadi og til seinast ikki orkaði meira.

 

Vit elska teg fastir, og goyma minnini.

 

 

 

Jógvan Tróndarson

 

Vilhelmina Larsen, fødd Trondesen úr Skálaviík og gift Hilmari Larsen úr Dali. Tey fingu børnini Kjartan, Elsbu, Jógvan, Sunnevu og Helgu. Foreldrini vóru Jógvan Trondesen - róptur Jógvan á Trøð og mamman av Samuelsen slagnum úr Vík. Elsba Samuelsen