Til babba
So vakran ein dag tú fór frá mær,
heyst var í luftini.
Tó altíð fløva eg fái frá tær,
tú er mær nær.
Í hjarta mínum eitt serligt pláss eigur,
æru og heiður.
Tú er mær nær.
At skriva um pápa mín er lætt, men tað eg skrivi nú er alt annað enn lætt. Er ikki heilt gingið upp fyri meg, at babba ikki er millum okkum meir. Skilji tað ikki heilt. Tó skulu hesi fáu minningarorð um hann, vera honum til æru.
Stilnað er niðri á Streymneskai. Hvønn dag eg komi heim úr skúlanum, ja so er ongin har niðri. Hyggi av gomlum vana oman á bryggjuna, men har er onki lív. Ongin Norðberg liggur við bryggju, ongin reyður lastbilur uttanfyri mjólkahúsið, og tað mest óskiljandi?ongin babba. Ein undarligur friður, sum ikki er lættur at góðtaka.
Babba var ein persónur, sum dugdi at savna fólk kring seg, og munnu nógvar góðar løtur verða gingnar júst niðri í mjólkahúsinum á Streymneskai. Har var altíð fólk á vitjan. Nógvar vinmenn átti hann frá útróðrarumhvørvinum, og hesir vitjaðu tíðum í egningarskúrinum. Har munnu nógvir politiskir spurningar verða loystir, og nógvur fiskur fiskaður. Tað var eisini virkuliga stuttligt at síggja babba hava unglingarnar kring seg, tá ið hann stóð og egndi. Hann dugdi at fara við fólki sum fáur. Náttúrugivin evni. Altíð bar til at fáa góð orðaskifti í lag við hann, og tey vóru gevandi. Tað bar til at tosa við hann um alt.
Babba var ein ótrúliga góð fyrimund. Honum lærdi eg nógv av, serliga um lívið. Sjálvt um lagnan ikki altíð var honum so mjúk, so lærdi hann okkum, at lívið var vert at liva, og at vit áttu at verða glað fyri tað.
At sigla var hansara lívsstarv og tað við lít. Longu sum 14 ára gamal fór hann til sjós. Havið var hansara. Fyrsta túr sín til skips fór hann við Saksaberg úr Vági, og hin seinasta túrin við báti sínum Norðberg. Hetta var 21. august í ár. Síðan 1995 róði babba út í egnum báti og ikki kunnu vit siga annað enn, at hann stórtreivst í sínum arbeiði. Um vit upplivdu hann í ringum hýri, so var tað helst tí, at tað ikki viðraði á Norðhavinum, og so slapp hann ikki til útróðrar. Annars var hann glaður fyri sítt arbeiðspláss, sjálvt um havið ikki altíð er vandaleyst.
Ættaður var hann úr Vági. Sonur Oliviu og Edmund Joensen. Traðkaði barnaskógvar sínar niðri á garðabrúgv, og sigldi so sum ungur við skipum, sum høvdu tilknýtið til Vágs.
Já vágbingur var hann við stórum V, sjálvt um vitjanirnar í Vági vóru fáar. Hann gekk íðin til fótbóltsdystirnar hjá VB, sum vóru spældir norðanfjørðs, og hann duldi ikki fyri, hvørjum hann helt við. Varð farið norður á Mølina á Eiði at hyggja eftir EB/Streymi og VB, ja so vistu vit, hvørjum hann helt við. Tí var tað heldur ikki so løgið, at hann heilsaði bygdamonnum sínum eina seinastu ferð í Runavík 11. august í ár. Av hesum áhuga sínum, fekk hann eisini hildið samband sítt við Vág viðlíka.
Av lívinum fekk hann nógv at læra. Misti allar brøður sínar alt ov tíðliga. Skuldi sjálvur gerast tann, ið varð elstur, sjálvt um hann bert náddi at gerast 60 ára gamal. Systranar eru nú tríggjar einsamallar eftir, og tykkum sendi eg mína djúpastu samkenslu. Hann átti tykkum, og tit áttu hann. Øll vóru tit glað og góð saman. Niðan til Justu mól babba um hurðina næstan hvønn dag, til Bjarmu støkk hann inn á gólvið, tá ið hann var í Havn, og væl dámdi honum at vitja og serliga fáa vitjan frá Sylviu-gummu.
Babba var góður fyri okkum øll. Kára tók hann til sín sum sín egna, og tað var virkuliga deiligt at uppliva. Teir báðir høvdu eitt gott og serligt forhold ? eins og faðir og sonur. Eri so glað fyri, at babba enn var millum okkum, tá ið eg og Kári giftust. Tað var ein hugnaligur dagur, sum eisini babba var glaður fyri.
Hann og mamma dugdu eisini væl at fjálga um okkum, tá ið vit mistu, so vit bæði vóna, at eisini vit kunnu fjálga um teg góða mamma, sum tit tá fjálgaðu um okkum. Vit hugsa nógv um teg mamma. Tú hevur mist tín elskaða mann. Tit náddu at verða gift í 35 ár, og tað er eitt langt tíðarskeið. Eri so glað fyri, at tit fingu seinastu árini saman í Streymnesi, og at babba var millum okkum í gerandisdegnum.
Marjun átti eitt serligt pláss í hjartanum hjá babba, og eg veit, at henni leingist ótrúliga nógv eftir honum. Hann var nakað serligt fyri hana og hennara. Birita, Annika og Sørin hava mist verðins besta abba. Teimum dámdu so væl at vera hjá abbanum.
Vit hava øll mist, og okkum leingist. Hjørtu okkara eru við at spreingjast av sorg. Babba hvílir nú í tryggari havn, og havið hann siglir í eitur nú Himmalin. Hann hevur nógv, sum hann vitjar har heima. Tó býr hann í okkara hjørtum. Minnini um hann fara vit at goyma og fjálga um í hjørtum okkara, tí nærvera hansara er her. Mín elskaði babba farvæl.
Opb. 21,4 lat hesi orð verða okkum til troyst.
Friður verið við minninum um pápa mín Fríálv Joensen.
???????
Hallbjørg