Anna á Váli: Lívið í Norðradali

Vit taka við í hesi grein nakað afturat av tí, sum Anna á Váli, sum vaks upp í Norðradali greiddi frá í FF-blaðnum í 2003

 

At fara til handils - 3 tímar hvønn vegin

At fáa vøru og at sleppa av við framleiðsluna var ikki bert sum at siga tað. Ein máti var at leiga bát úr Havnini við vørum suður um Kirkjubønes. Hetta lat seg bert gera í bestu líkindum. Og tað var eitt grúiligt knoss at fáa mjølsekkirnar upp á bakkan og til hús. Tað mest vanliga var at fara til Havnar við rossi. Farið varð við ull, og komið varð aftur við vøru. Tað var einki við at ríða. Gingið var saman við rossunum.

Túrurin til Havnar tók tríggjar tímar hvønn vegin. Viðhvørt var neyðugt at fara um Norðrara Skarð, tá tók tað longri tíð. Ein Havnartúrur tók tískil ein heilan dag. Um veturin var farið í myrkri og komið aftur í myrkri.

 

Jólini

Anna minnist ikki minst jólini, ið var ein rættilig høgtíð. Tað mest spennandi var, tá ið jólatræið varð pyntað. Jólatræið kom úr Havn. Og fosturpápin læsti seg inni í stovuni at pynta jólatræið. Her máttu børnini ikki sleppa framat fyrr enn liðugt var at pynta. Onkuntíð royndu børnini at lúra gjøgnum lyklarholið fyri at síggja tað undur, sum var teimum í vænti. Men tá ið pápin varnaðist tað, typti hann holið. Men tá ið so var liðugt at pynta jólaaftan, varð hurðin upplatin, og tað var ein herligheit, sum kundi fáa hvørt barnahjarta at hoppa av frøi! Jólaaftan var etin ræstur fiskur. Men jóladag fingu tey gás. Og hendan dagin sluppu tey meira enn annars at eta so nógv, sum tey orkaðu. So tey nærmast ótu seg um rygg. Jólagávur fingu tey eisini. Fyri ein stóran part slíkt sum tørvur var á, sum t.d. gummistúvlar, men leikur fingu tey eisini.

Og so kom jólapakki frá Andreu fastur í Danmark, og var hetta ikki minst at gleða seg til. Hon arbeiddi sum skræddari hjá kendari skræddarafyritøku í Keypmannahavn. So hon koyrdi í pakkan so mikið av avskurði av toyi, at hetta røkk langt sum tilfar til klæði, sum Josefina seymaði uppá tey øll.

 

Hvørt breyð skuldi bakast

Ein av uppgávunum hjá Onnu var at baka breyð. Og tað var ikki smávegis, sum kravdist. Tey vóru fast 13 fólk í húsi. Um summarið vóru eisini hjálparfólk og gestir. So tey vóru upp til 21 fólk í húsinum.

Bakað vóru 10 breyð hvønn dag í tveimum umførum. Breyðini vóru elt og sett at ganga, áðrenn farið var til neytar. Og tá ið komið varð heim vóru tey koyrd í ovnin. Anna bakar framvegis sjálv breyð og væl smakkar.

Umframt alt hetta veltu tey epli og røtur.

Sunnudagur var frídagur, tá ið tey ikki gjørdu stórarbeiði. Men mjólkast mátti so, eins og neytini máttu ambætast.

 

Seyðurin rikin til Havnar

Ullin frá várroytingini varð seld ymsastaðni í landinum. Ein stórur partur fór til Heinesen í Vágsbotni, har tey fingu vøru fyri ullina.

Ein av uppgávunum hjá Onnu var eisini at ganga til neyta. Farið varð til neyta morgun og kvøld. Tað var ikki so langt, men tað var mótbrekka, so tað fóru tvær ferðir tveir tímar dagliga til hetta. Tað var eisini við byrðu, tá ið farið var til húsa fatur. Eitt 18 potta biði var borið á bakinum, og ein dylla við 4 pottum hvør var í hvørji hond.

Skorið var eisini torv. Men til hetta høvdu tey torvskeramann. Men húsfólkini bóru burtur og fingu torvið til høldar eisini, tá ið tað var turt. So hvørt tørvur var á tí, var torvið so borið heim at brenna.

Hoygging var eisini nakað, sum skuldi gerast. Hoyggjast skuldi til 10-15 neyt. Umframt hetta skuldi eisini gevast seyðinum mitt um veturin. Afturat hesum høvdu tey altíð 3-4 ross.

 

Sungu til ítriv

Norðradalur var ein sera mentað bygd. Ítrivið um veturin var at syngja. Tey sungu fast tvey kvøld um vikuna. Eitt kvøld var tað andaligir sangir, og eitt annað kvøld var tað fosturlandssangir, tey sungu.

Annars minnist Anna væl, tá ið Albert pápabeiggin kom við einum radio. Hetta var jú heilt fantastiskt. Tey fóru heim har at lurta. Men abbin helt, at okkurt annað máttu tey hava at gera í Norðradali, enn »at musika allan dagin.«

 

Í skúla fjórðu hvørja viku

Tað var eisini skúli í Norðradali og tey høvdu ferðalærara. Hesin var vanliga tríggjar vikur í Hoyvík og Hvítanesi, og síðani eina viku í Norðradali. Tískil gingu tey bert í skúla fjórðu hvørja viku. Men søgan sigur einki um, at tey dugdu minni fyri tað.

Tann fyrsta læraran sum Anna minnist, áðrenn hon sjálv fór í skúla, var Karin Samuelsen. Hon var ættað úr Kirkjubø, og er kend fyri eftirtíðina, sum tann Karin, sum Hans Andreas Djurhuus yrkti um. Tað segðist, at hann var forliptur í henni, men tey vóru ov ósamd um andalig viðurskifti til at Anna helt, at tað kundi renna saman teirra millum. Anna minnist Karin sum óalmindiliga fitta. Seinni gjørdist Sanna Olsen av Borðuni lærari. Í nærum eitt ár gingu tey als ikki í skúla. Skúlastovan var privat, og tað gjørdist ósemja um leigumálið. Skúlastovan kom so til Óla Reinert, og seinni kom hon til gomlu bóndahúsini niðri í Stovu.

 

Nógv fremmandafólk

Hóast Norðradalur lá sera avsíðis, so sóðu tey nógv til fólk. Tað kom nógv ferðandi fólk til Norðradals. Tey komu á morgni og fóru avstað um kvøldið. Ofta var hetta sunnudagar, og hetta merkti, at sunnudagur var strævnasta dagur. Tað kundi koma upp til 30 fólk, sum tað skuldi borðreiðast fyri. Ein gestur, sum Anna minnist væl, var tann kendi skiparin Kvíviks Tummas. Hann plagdi at hava fisk við sær, og var hetta forkunnugt at fáa júst í Norðradali.

 

Andaligt lív

Sunnudag var hildin andakt. Fýra ferðir árliga plagdu havnarmenn at koma til Norðradals at halda møti. Teir, sum Anna serliga minnist, vóru Herluf Arnason, Jens Christian Dam og Jógvan Skýlindal. Tá var nógvur sangur, og hetta dámdi teimum í Norðradali, sum dugdu væl at syngja. Møti plagdu at vera í køkinum, og Anna minnist hvussu stólarnir vibreraðu, tá ið Jógvan sang uppá tað kraftigasta. Tað plagdu eisini fólk at koma úr Kaldbak.

Hóast tað vóru bæði kirkjufólk og baptistar í bygdini, góðkendu øll hvønn annan.

 

---------------

 

Komandi Miðvikur: Dagbókin hjá Petur Alberg

 

Komandi tríggjar miðvikurnar fara vit at prenta dagbókina hjá Petur Alberg fyri 1898, tá ið hann byrjaði at skriva dag­bók 12 ára gamal. Hetta er sera áhugaverdur lesnaður um, hvussu ein drongur upplivir lív­ið í Havn fyri meira enn 100 árum síðani.

Aftaná Petur Alberg verður sum fyrr fráboðað frásøgn hjá Tórhall Andreassen av Norð­skála.