Aftur í ár ger trúboðanarskipið Juvél II eina missiónsferð. Í fjørð gekk leiðin til Hetlands, og nú verður farið til Oknoyar. Farið verður av Vestaru bryggju í Havn í fríggjadagin 11. mai, og komið verður [...] havt samband við fólk í Oyggjunum, sum hava fyrireikað ferðina á lokalum støði. Kristiligur lesnaður er prentaður, fundir eru lýstir í almennum hølum og í samkomum og kirkjum. Í sambandi við ferðina verður
Ì fleiri vikur hava fólk fyrireikað eitt kampingpláss inni á Fjørð í Vestmanna. Sum skilst eru tað privatpersónar, sum hava leigað økið frá kommununi. Tað vera áleið 70 pláss á økinum og sum skilst, so [...] so er tað gjørt soleiðis, at hvør kampingvognur fær atgongd til vatnfrárensl. Skúrar verða í næstum settir upp, og tá verður eisini møguleiki at fáa sær brúsubað og eisini at vaska klæðir.
sum kunnu hava torført at fóta sær í sínum nýggja heimlandi Svøríki. Fundarskrá í Føroyum Tað var á eini stevnu í Svøríki í fjørð, fyriskipað av Kristen Demokraterne í Svøríki, at umbodini fyri miðflokkin [...] har høvið verður at heilsa upp á Soheilu Fors. Soheila Fors verður at hoyra í Lívdini í Hoyvík sunnudagin kl.12.00 og í Solo í Klaksvík sunnukvøldið kl.18.00. [...] Miðflokkurin fær vitjan úr Svøríki í næstum, tá fyrrverandi Muslimska kvinnan, Soheila Fors, vitjar við síni fangandi livssøgu og fyrilestri. Soheila Fors er fødd Kurdi í Iran. Hon vendi um til kristnu trúnna
spurdi Gamli so. “Hoyrt og hoyrt, tað verður í hvørt fall sagt, at Gneygjus gongur í stívasta kragatoyi niðri í Keypmannahavn og spillir teg út.” Gamli fór í øðini til bóndan, Johan, og bað hann skjótast [...] skomm, nú so nógv havnarfólk á útferð vóru komin í kirkju. Vanliga var sangurin góður í kirkjuni. Har vóru nógvir góðir sangarar, og altíð var nógv fólk í kirkju. Vanliga kom fólk úr hvørjum húsi, og tað [...] útferð vildi fara í kirkju. Tey savnaðust um kirkjuna í góðari tíð. Rubekk, sum altíð var til reiðar at gera okkurt kommers, hevði funnið saman við einum kollfirðingi, sum var Rubekki líkur í so máta. Teir
sjey FM kappingar í róðri. Tann fyrsta er á Norðoyastevnu í morgin. Eftir róðurin í Klaksvík verður kappast trý tey næstu vikuskiftini: í Runavík 9. juni, í Kollafirði 16. juni og í Vági 23. juni. So verður [...] verður lagt til brots í Vestmanna 7. juli og síðani í Sandavági 14. juli. Finalan í kappróðrarárinum 2012 verður ólavsøkuaftan, sum í ár er ein leygardagur. Tað er merkisvert, at tað í ár verða so fáar kappingar [...] teininum. Á Norðoyastevnu í Klaksvík verður kappast á 1000 metrum og á 1500 metrum. Á Eystanstevnu á Skálafjørðinum verður kappast á 1000, 1500 og 2000 metrum. Á Sundalagsstevnu í Kollafirði verður eisini
Í gjár læt nýggja Vestmanna Camping upp inni á Fjørð í Vestmanna. Borgarstjórin helt røðu, og fólk komu við góðynskum og blómum. Nógv fólk vóru til upplatingina, og fleir kampingvognar vóru komnir. Í dag
Signabø í Kaldbaksbotn gjøgnum hol í fjallinum. Tað er veruleikin í dag. Hvør hevði tonkt nakað so fantastiskt, sum hetta í veruleikanum er. Er tað so løgið, tá eg hugsi aftur á dreingjaárini í Kollafirði [...] frá inn í Fjørð, haðani gangast skuldi fram til fundarplássið. Tá ið vit komu úr kirkju og høvdið etið døgurða, vóru vit tríggir dreingir í sama aldri, sum høvdu fingið loyvi til at fara fram í dalin [...] sum mól í høvdinum á mær. Tá eg so var farin í song, og mamma hevði biðið kvøldbøn við mær og sungið, var tað aftur limonadan, sum var í tonkunum. Eg kom til ta støðu, at fingu tey nakað at drekka í himlinum
Í gjár, hósdagin 14.07.12, fylti Bent á Lava 60 ár. Bent vaks upp í Jónas Broncksgøtu í Havn. Foreldrini vóru Jákup Tauser á Lava og Elisabeth á Lava. Bent misti bæði foreldrini, fyrst mammuna og síðani [...] Jákup á Lava, sum býr og arbeiðir niðri í Danmark, og dóttrina, Alma á Lava, sum er lesandi her heima í Føroyum. Bent hevur ein abbason, sum bleiv føddur í 2006. Hann eitur Villiam. Tá ið børnini vóru [...] síðani pápan, í heilt ungum árum. Eftir at mamman doyði bleiv pápin giftur við Minnu, sum Bent vaks upp hjá, eftir at pápin doyði. Bent er yngstur av fimm beiggjum har tríggir eru eftir á lívi. Í 1970 fór Bent
Hesir menn fóru nú í staðin at fyrireika bygging av einum missiónshúsi, og henda ætlanin gjørdist veruleiki. Bókin byrjar í kirkjuni Bókin byrjar við, at Johan er í kirkju í Kollafirði í 2003. Hetta er ein [...] at hann átti eitt fitt íkast í bókini “Havið tók teir” í samband við umrøðuni av forlissini hjá Neptun og Nólsoynni í 1934. Men Johan hevur greitt frá meira enn øllum hesum. Í 2004 kom út bókin ”Johan” við [...] er eingin ivi um, Johan eisini í tí sambandinum hevur verið ein góður umboðsmaður fyri Føroyar og føroyingar. Nú býr hann saman við konuni í einum eldrabýli í Skjern í Jyllandi. Kenni ikki so nógv til
Suðuroyarfjørð og Skopunarfjørð lamna í dagar ella í vikur. Eitt er, at tey ikki fáa ferðast inn á meginlandið, men hetta rakar eisini vinnulívið hart og er ein hóttan móti trygdini í økinum [...] tvær heilar oyggjar lamnar, meðan fólkið í Havn valla grunar, at verkfalsstøða er. Men hinvegin so er tað ikki í lagi, at eingin megnar at skera ígjøgnum. Landsstýrisfólkini klára tað ikki [...] aðalmálið hjá fólki sunnanfjørðs, sum í eini 20 ár hava havt ynski um, at Strandferðslan ikki skal leggjast, tá verkfall er. Vit skilja væl fólkið sunnanfjørðs, tí tey í Sandoy og Suðuroy verða so nógv