Aftur í ár ger trúboðanarskipið Juvél II eina missiónsferð. Í fjørð gekk leiðin til Hetlands, og nú verður farið til Oknoyar.
Farið verður av Vestaru bryggju í Havn í fríggjadagin 11. mai, og komið verður heim aftur týsdagin 22. mai. Stigtakarin til átakið er Svenning av Lofti. Hann hevur havt samband við fólk í Oyggjunum, sum hava fyrireikað ferðina á lokalum støði. Kristiligur lesnaður er prentaður, fundir eru lýstir í almennum hølum og í samkomum og kirkjum. Í sambandi við ferðina verður ein fráfaringarløta á Vestaru bryggju fríggjadagin kl.13.00, har Svenning av Lofti kemur at siga nøkur orð. Eisini verður felagssangur. Skipið liggur við oljubryggjuna yvir av virkisbygninginum hjá Vónini.










