Johan Hansen: Fiski­mað­urin sum gjørdist menniskjafiskimaður

Nú koma vit til seinasta partin um Johan Hansen á hesum sinni. Her er tilfarið úr bókini Johan, sum eisini greiðir frá hansara lívi sum trúboðari. Hesin parturin skal vera ein serlig heilsan til Johan í sambandi við, at hann verður 95 ár tann 30. juni

4. partur

Tey munnu vera fleiri, sum við áhuga hava lisið frásagnirnar hjá Johan Hansen um hansara barna­minni úr Kollafirði. Tað er ein fong­ur at hava fingið hesi minni varð­veitt.
Johan er ein fróðarmaður, og her kann nevnast, at hann átti eitt fitt íkast í bókini “Havið tók teir” í samband við umrøðuni av forlissini hjá Neptun og Nólsoynni í 1934.
Men Johan hevur greitt frá meira enn øllum hesum. Í 2004 kom út bókin ”Johan” við undirheitinum ”Fra fisker til menneskefisker”. Danin Peter Dahl hevur skrivað bókina.
Bókin er eisini áhugaverd sum eitt íkast til okkara fiskimannasøgu. Tað kann ikki vera øðrvísi, tá hugsað verður um, at her verður sagt frá søguni hjá einum bygdardrongi, sum var føddur í 1917, og sum eisini hevur havt sínar royndir á sjónum.
Seinni í tíðini var hann eisini stjóri á Tórshavnar Sjómansheimi. Eisini frá hesi tíðini hevði Johan mangt forvitnisligt – og syrgiligt - at siga frá.
Bókin snýr seg mest um trú­boð­aravirksemi hansara. Tey, sum hava áhuga fyri tí, kunnu fáa nógva burtur úr hesi lættskrivaðu bókini.
Frásøgnin um, hvussu ætlanin at byggja dansistovu í Kollafirði end­aði við at bygt varð eitt missiónshús, er eisini áhugaverd.
Tað, sum hendi var, at tá ið teir ungu menninir komu heim um heystið leigaðu teir eini gomul hús at dansa í. Fyrireikararnir vóru limir í Bláa Krossi, so brennivín varð ikki góðkent.
Men skjótt gjørdist tað ov trongt í hesum húsum. So fóru teir at fundast um at fáa bygt eina nýggja dansistovu. Men á einum fundi møtti ein leiðandi missiónsmaður upp og bað teir lata vera. Hann helt, at hetta fór ikki at bera nakað gott við sær. Í fyrsta umfari vístu teir hesum ynski frá sær. Men sum frá leið gjørdist ein missiónsk vek­ing, eisini í Kollafirði, og nógvir av teim­um, sum høvdu verið við í dansi­stovu­ætl­anini, blivu missións­menn.
Hesir menn fóru nú í staðin at fyrireika bygging av einum missi­ónshúsi, og henda ætlanin gjørdist veruleiki.

Bókin byrjar í kirkjuni
Bókin byrjar við, at Johan er í kirkju í Kollafirði í 2003. Hetta er ein ser­merkt løta hjá honum. Kirkjan hev­ur havt nógvan týdning fyri Johan gjøgnum alt lívið.
Her telur eisini tað við, at ein bátur hongur uppi í tróðrinum, sum ættin gav kirkjuni til minnis um beiggja Johan, sum druknaði undir Íslandi, 25 ára gamal. Beiggin elskaði kirkjuna, og hevði ofta tosað um at geva kirkjuni eina gávu, um høvið beyðst. Og høvið gjørdist tað syrgiliga, at hann gekk burtur, og ættin lat kirkjuni gávuna!

Tá eitt farvæl kundi vera endaligt
Síðan greiðir Johan hugvekjandi frá slupptíðini. Millum annað um, tá ið allir menninir fóru avstað fyrst í mars mánaði. Hetta var ein tíð full av kenslum, tí royndirnar høvdu jú víst, at tað vóru ikki allir, sum komu heim aftur. Og so sigur Johan:
Jeg har lyst til at indskyde, at da jeg kom til Danmark og oplevede, hvordan danskere sagde farvel med et smil, vinken og ord om, at ”vi ses snart igen”, så tænkte jeg: ”Jamen, de mennesker er da tossede at sige farvel på den måde!” For mig var det at sige farvel tungt og forbundet med usikkerhed.” Sigast kann at júst hetta er ein partur av føroyska samleikanum.
Sum aðrir dreingir droymdi Jo­han um at gerast fiskimaður og skipari á slupp, men tá ið hann var 10 ára gamal hendi nakað sera spenn­andi.
DFDS fekk nýtt ferðamannaskip ”Dronning Alexandrine”, sum eftir tátíðini var eins stórt ella kanska størri undur enn ”Norrøna” er í dag. "Drotningin" sigldi eisini á Kolla­fjørð. Johan minnist fyrstu ferð, hon kom hagar, og tað var møguligt at sleppa umborð. Aldursmarkið var 10 ár, og hetta kláraði hann akku­rát. Ongantíð hevði hann sæð nakað líknandi, ikki minst uppi á brúnni, har alt messingið skein. Og her gingu yvirmenn í flottum uni­form­um við gullsnórum. Tá kom tað í huga hansara, at kanska var okkurt meira spennandi sjólív enn at sigla við slupp!

Brotasjógvur beindi fyri sjóverkinum
Johan verður konfirmeraður og skal fara til skips, sum var tað van­liga tá. 14 ára gamal fór hann við "Milly", sum hoyrdi heima í Vestmanna. Manningin var 24 í tali, og tað vóru bert 23 koyggjur. Sum tann yngsti umborð mátti Johan hava somu koyggju sum ein annar maður. Teir, ið áttu koyggjuna, vóru á hvør síni vakt, og so áttu hann koyggjuna, sum hevði frívakt. Hetta hevði tann fyrimun, at koyggjan altíð var heit, men vansin kundi vera, at hetta vóru bestu umstøður hjá lúsum at trívast í!
Teir mynstraðu á Vestmanna og fóru avstað. Tað byrjaði at rulla, og so kom sjóverkurin. Hesin plágaði Johan í fleiri ár. Men hóast hetta hevði hann framvegis dreymar um at sigla.
So ein dag í 1937 slapp Johan av við sjóverkin. Í einum stormi fingu teir ein sjógv. Johan lá í koyggjuni ringur av sjóverki. Sjógvurin foss­aði niður í lugarið. Tá rópar skip­arin, at allir menn skuldu upp á dekkið. Tá hvarv sjóverkurin sum við einum skoti. Og Johan endaði eisini sjálvboðin uppi í mastrini at loysa nakrar taljur, sum høvdu sett seg fastar.
Sum árini gingu kom Johan eftir, at tað var ikki nógv framtíð í húkaveiðuni, og hann hevði ikki gloymt gullsnórarnar umborð á "Drotningini". Hann ger av at fara á sjómansháskúla í Svendborg. Her hitti hann Astu, sum hann hevur verið giftur við í 70 ár. Johan fór út at sigla aftur við einum seglskipi. Hann fekk síðan lovað kjans við einum A.P. Møller skipi beint undan týsku hersetingini av Danmark. Men hann fekk avboð av serligum orsøkum, og so var sjólívið liðugt hjá honum. Hevði avboðið ikki komið, hevði Johan komið at sigla uppá Amerika. Tá hevði hann verið avskorin frá Danmark øll krígsárini. Tað hevði verið óvist, um lívsleiðin tá gjørdist tann sama.
Johan kom nú á Haslev udvidede Høj­skole. Hann kom so við og við inn í missiónsarbeiði. Undir krígnum vóru tey bæði leiðarar á einum Bláa Kross missiónshotelli. Hetta gav eitt nú trupulleikar við týskararnar, sum tóku part av høl­unum til týsku loyniløgregluna, Gestapo, sum hevði so ringt orð á sær.
Síðan gjørdist Johan trúboðari hjá Indre Mission, fyrst í Nykøbing Mors.

Á Tórshavnar Sjómansheimi
Hetta gjørdist tó ikki endin á hans­ara sambandi við Føroyar og før­oyskar fiskimenn.
Í 1963 fekk Johan vitjan av for­manninum fyri sjómans­heiminum í Havn, Sofusi Sivertsen. Stjórin, sum hevði verið í nógv ár, Piddi “á Sjómansheiminum”, hevði sagt upp, og nú leitaðu teir eftir einum nýggjum stjóra. Ørindini vóru at biðja Johan taka við starvinum.
Hetta var ein spennandi av­bjóðing. Johan hevði alla tíð longst aftur til Føroya, og Indre Mission játtaði honum farloyvi í nøkur ár.
Tey bæði Johan og Asta tóku so við leiðsluni á Tórshavnar Sjó­mansheimi hin 1. oktober 1963. Hetta var í teirri tíðini, tá sjómansheimið framvegis var av stórum týdningi fyri tað siglandi fólkið. Hetta merkti eisini, at sjómansheimið hevði eina sterka støðu millum fólk. Her var stór matstova og 100 kømur. Dagliga kom fleiri hundrað menniskju á dyrnar.
Johan merkti, at álitið á stjóran fyri heiminum var stórt. Tað hendi seg javnan, at sjómenn høvdu nógvan pening uppi á sær, sum teir bóðu Johan hava umsjón við, til teir komu aftur. Pengarnir vóru koyrdir í ein brævbjálva, og eingin bað nakrantíð um kvittan.
Ein av uppgávunum var at skipa fyri minningarhaldinum tann 1. november, tá kransar vóru lagdir við minnisvarðan í viðalundini av løgmanni, stovnum og feløgum. Serliga minnist Johan eina ferð, at ein ung genta legði seinasta krans­in. Hon hevði mist drongin á sjónum. Johan royndi at troysta hana sum frægast.

Ullintu undirbuksurnar til afri­kanara
Johan greiðir eisini frá einum tí mest kenda virkseminum hjá sjómans­heiminum nevniliga jólapakkarnir. Eisini vórðu jólaveitslur hildnar fyri sjómonnum, sum vóru í havn á jólum.
Her greiðir hann frá eini søgu um eitt hollendskt skip, har skip­arin partú vildi sleppa avstað beint áðrenn jólaaftan,. Manningin skuldi ikki fáa ta gleðina at sleppa í jólaveitslu. Hann legði til havs í ódnarveðri. Tað endaði við, at hann rendi á eitt sker og mátti koma inn aftur. So manningin slapp kortini á sjó­mansheimið.
Her var ein sera skemtilig hend­ing. Manningin fekk jólapakkar, og ein afrikanskur kokkur á hollendska skipinum fekk einar føroyskt bund­nar langar undirbuksur. Maðurin dugdi at síggja, at hetta var okkurt klædnaplagg. Men hvussu hann enn royndi, fann hann ikki út av, hvussu hann skuldi lata seg í hetta fyri hann ókenda plagg.
Við á veitsluni vóru eisini nakrir enskir trolaramenn, sum væl vistu, hvussu hent eitt slíkt plagg kundi vera. Ein teirra hevði fingið eina skjúrtu, so hann fekk býtt um við afrikanska kokkin, og báðir hildu seg hava gjørt kvettið!
Hildnar vóru eisini andaktir hvør kvøld á sjómansheiminum, og árliga vóru einir 8-9.000 lut­takarar. Í hesi tíðini vóru nógvir naviga­tørnæmingar, sum bæði búðu og ótu á sjómansheiminum.

Søgan við Nólsoyar Páll
Johan greiðir eisini frá teirri syrgi­ligu hendingini við "Nólsoyar Páll" í 1967. Teir vóru páskadag á veg til Grønlands á saltfiskaveiðu. Veðrið var av tí ringasta, og teir fingu ein slíkan sjógv, at saltlastin fór út í annað borðið. Skipið fekk so stóra slagsíðu, at teir sendu út neyðarkall. Fýra mans fóru í ein bjargingarbát. Teir blivu leysir av skipinum og spurdust ikki aftur. Í fyrsta umfari vistu fólk á landi ikki, hvørjir hesir menn í bátinum vóru, og gjørdi hetta óvissuna enn størri.
Umborð vóru nakrir mans, sum sjálvbodnir fóru í lastina at lempa salt fyri at fáa rætta skipið aftur. Lúkan varð skalkað til, men tað eydnaðist at fáa skipið á rættkjøl. Eftir trý samdøgur kom Nólsoyar Páll á Havnina. Tað var fult av fólki á keiuni, og tey vóru í djúpastu tøgn, ikki minst orsakað av horvna bjargingarbátinum.
Sjómansheimið hevði lovað at taka hond um manningina. Johan var fyrsti maður umborð og sigur hann soleiðis:
“Det syn der mødte mig, da jeg kom ned i lukafet, gjorde et ual­minde­ligt stærkt indtryk på mig. Alt var tilsyneladende blevet slået løs. Der lå dele af køjer, madrasser, dyner og alt muligt hulter til bulter. Midt i det hele sad en ældre mand, tydeligvis i den dybeste fortvivlelse. Hans søn var en af dem, der var gået i redningsbåden, som aldrig blev fundet. ”Jeg ville så gerne have været i min søns sted”, sagde han, ”for han havde kone og børn at forsørge og leve for, mens jeg sådan set har fuldført min opgave her i livet. Hvorfor skulle jeg komme tilbage og ikke min søn?” Det var stærkt at opleve denne mand, som han sad der i hele virvaret med sin sorg og smerte.”
Johan fór aftur til Danmarkar, har hann gjørdist trúboðari í Bram­ming nærindis Esbjerg. Slíkir trúboðarar verða ofta fluttir til ymiskar býir at virka, og seinasta støðin hjá Johan var Horsens.
Men Johan er ofta kom aftur til Føroya sum ferðaleiðari hjá Felix Rejser, sum skipaði fyri nógv­um ferðum til Føroya. Tað er eingin ivi um, Johan eisini í tí sam­bandinum hevur verið ein góður um­boðsmaður fyri Føroyar og før­oy­ingar.
Nú býr hann saman við konuni í einum eldrabýli í Skjern í Jyllandi.
Kenni ikki so nógv til missións­virksemið hjá Johan í Danmark. Men eg kendi eina konu, sum búði í Kalundborg í Vestursælandi. Hon hevði eina ferð verið á missiónsmøti hjá Johan. Teksturin var um hann góða hirðan. Tá greiddi hann frá sum eina mynd, at pápi hansara var seyðamaður. Tá hann kom til eitt fylgi nýttist honum ikki at telja allar seyðirnar fyri at vita um nakar manglaði. Tað sá hann bert við einum eygnakasti. Og so talaði hann út frá tí. Hetta var jú ein mynd, sum fólk mintust.
Í hesum umfari skal henda frá­søgnin hjá Johan enda við, at ynskt verður honum hjartaliga tillukku við teimum 95 árunum. Vit senda honum, Asta og øllum teirra bestu ynskir.
--------


Komandi partur:
Í komandi Miðviku verður fyrsti partur av frásøgn hjá Jóhannes Joensen av Húsum um hansara útróður á Skálum á Langanesi í 1928.