Í gjár læt nýggja Vestmanna Camping upp inni á Fjørð í Vestmanna. Borgarstjórin helt røðu, og fólk komu við góðynskum og blómum.
Nógv fólk vóru til upplatingina, og fleir kampingvognar vóru komnir.
Í dag hava enn fleir leitað sær til Vestmanna við kampingvogni, so tað teknar seg væl hjá eigarunum, Leivi og Bjørg á Rógvi.
Pláss er fyri út við 100 vognum hjá Vestmanna Camping.
Myndirnar tóku Marner Joensen og Birgir W.Høgnesen .









