siga at 2.000 tekur í Suðuroy hvør fáa sett upp 100m2 av sól- og dagljósorku, er talan um góð 3MW hvønn tíma...just tað sum Vágsverkið við 2,81MW og verkið í Botni við 0,18MW framleiða í løtuni. Umrødda 100m2 [...] við milliarda íløgu í pumpuskipanir til at goyma vindorku, ið ikki fæst til gagns tá eingin brúkari er tøkur t.d. á náttartíð. Orkudeildin hevur trýst hart á at fáa vindmyllur upp í Suðri og at byrgja upp [...] ógvusligt at oyðileggja Ergidal og sermerktu náttúruna í økinum, har fornar leivdir finnast, og sum kanska kann sigast at verða eitt av fyrstu búplássum í landinum – og ikki taka atlit til siðsøgu, friðingar
føroyingar ? tíverri ? máttu ígjøgnum. Minnist tá vit sótu í kjallaranum, eg rópti teg inn at frætta frá læknatúrinum, tú hevði verið til niðri í Danmark fyri einum ári síðani. Tú segði sum var, tá lækni [...] við eisini) skiftu takið hjá Dudduni her í grannalagnum. Djarvur sum mikladalsmenn enn eru, stóð stigin nakað uttarlaga á trappusteininum og fór út av við tær í og tú endaði á asfaltinum standandi ella [...] grannalagið má so halda fram í Jóhannisar anda ? onki at tosa um annað. Eg veit um eina gullnál, Jóhannis hevur fingið her á garðinum. Sum áður sagt, altíð djarvur, leyp hann í Skálá eftir at Beinir, sum
møguleikan at rudda upp í mest vanligu stavifeilunum. Tað er Jonhard Mikkelsen, cand. mag, sum bjóðar fram skeið í føroyskari stavseting, ið byggir á royndir frá eini skeiðsrøð í heyst í fjør á Føroya læraraskúla [...] ella skriv í álvara. Ein beiskur sannleiki kanska, men vón er fyri sjálvt teimum, sum mest sum hava givið upp at læra at stava føroyskt. Gevur tú tær stundir at seta seks kvøld av tvær vikur í februar mánaði [...] sendir fólki, skríða skørp í villum. - Fólk, ið duga at stava, síggja fyrst feilirnar, áðrenn tey lesa innihaldið. Stavivillur oyðileggja sjálvt tað besta brævið. Ikki bara hakar tað í eyguni, men tað oyðileggur
hepnast væl. Og vitandi um, at HB teir dystirnar teir hava spælt í Vági og á Toftum, hava verið trýstir stóran part av dystinum, royndi Skála seg í dag við ágrýtnum og skjótum spæli. Góð byrjan hjá Skála Fyrstu [...] um teir vóru bilsnir av ágrýtnu skálamonnunum. Tað sást ikki hesa løtuna, at tað var toppur móti botni í 1 deild. Og tað mundi givið úrslit longu tá 7 minuttir vóru farnir. Ein langur bóltur verður sendur [...] men Eugen Voda í málinum hjá Skála bjargaði meistarliga. Tá so góður minuttur er eftir av fyrra hálvleiki, kemur hol á. HB hevur horna, sum kemur væl innfyri. Skálamenn fáa bóltin burtur í fyrstu syftu,
ætlaður longu mitt í sjeytiárunum, og sum framvegis er aktuellur, óansæð um tunnilin kemur ella ikki, vegurin verður umleið 3 km til longdar. Allar útbyggingar í Runavík hava í 30 ár tikið hædd fyri [...] Regin Jacobsen Í samband við at ætlanin um Skálafjarðartunnilin varð løgd fram á Almennum fundi á Svangaskarði í næst síðstu viku, eru nakrir tankar komnir fram, hvar rættast er at leggja hesa farleið [...] ferðsluni og teim mongu, sum hava tørv á at ferðast. -Teinurin úr Skálabotni út í Runavíkar er tann sami, sum úr Skálabotni út á Strendur, -Ein vegur skal gerast oman fyri Runavíkini frá Lambareiði
og sukur (maks. 5 g per 100g). Kjøtvørur skulu innihalda í minsta lagi 50% av kjøti. Tað eru í løtuni eingi krøv, ið avmarka innihaldið av salti í kjøti og kjøtvørum við Lyklaholinum. Fiskur og skeljadjór [...] . Tað eru eingi krøv til føðsluinnihaldið í hesum bólki. Eplir og grønmeti Eplir, røtur, bjølgfruktir o.a. grønmeti, ið er fríkst, fryst, turkað ella goymt í vatni, kann merkjast við Lyklaholinum. Vørurnar [...] fyri teirra øki. • Krøvini, ið skulu gangast á møti, eru ásett av teimum norðurlendsku myndugleikunum í felag. Tey eru grundað á tær norðurlendsku kosttilráðingarnar og tey 8 kostráðini. • Tað er sjálvboðið
Vitjanin hjá Margrethu drotning heldur fram í dag, og hendan dagin skal drotningin brúka í Vestmanna, Kvívík, Vatnsoyrum og Miðvági. Niðanfyri ber til at lesa fullu skránna fyri dagin. Leygardag tann 17 [...] anninum Kára Johansen og næstformanninum Haraldi S. Hammer. Hákun Djurhuus stjóri greiðir frá SEV, sum fyllir 75 ár, grønu kósini fram til 2030 og nýggja pumpuverkinum á staðnum. Kl. 12.00: Farið
sethúsini í Mykinesi. Kommunan hevur víst øðrum smáplássum í Føroyum skipanina, og eru tey øll áhugað í hesi. Men fyrrenn hon er roynd í verki, veit ein ikki um, hvussu hon kemur at virka í verki. - Vit [...] juni verður Útoyggjastevna hildin í Mykinesi. Í hesum sambandi hevur Sosialurin vitjað í bygdini, her lýsa ymisk viðurskifti í stevnubygdini. Fyrsta greinin varð í blaðnum 13. juni. [...] so pumpa oljuna niðan í tangarnar á landi. Á landi var skipanin hon, at her skuldu tangar setast upp at savna oljuna í. Hetta sama hava teir nettupp gjørt í Mykinesi – ein til SEV og ein til kommununa,
okkurt gerast við vegin í Øravík. Tað heldur Jón Kragesteen, leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Nú ein bilur einaferð enn rendi á umstrídda SEV-tornið, sum stendur beint við vegin í Øravík, er kjakið aftur [...] tilvild ikki hava rakt sjálvt tornið, gerast talið nógv hægri. Tað var eftir syndarligu vanlukkuna í september í 1999, har tríggir ungir dreingir lótu lív, at fólk av álvara fóru at tosað um at tað var neyðugt [...] frá honum er púra greiður: Umstøðurnar á Landsvegum í Øravík mugu gerast betri. ? Á einum vegastrekkið, sum hevur kostað so nógv, sum hetta strekkið í Øravík hevur, er tað sjálvsagt, at okkurt má gerast
Súsanna Olsen av Fjørðinum í Vestmanna, og Sofus Poulsen, ættaður frá Svartá í Saksun. Fyri umleið 75 árum síðani vóru rættiliga nógv børn í skúlaaldri á Válinum, og tey gingu í skúla í bygdini. Jóhannes hevði [...] vanliga nevndur Jóhannes í Nesinum, 84 ára gamal. Jóhannes vaks upp í Nesinum og búði har til miðskeiðis í sjeytiárunum, tá ið hann og Tordis, sum er ættað úr Kollafirði, fluttu í nýggj hús inni við Breiðánna [...] fingin inn á víkina. Í nøkur ár var Jóhannes við trolara. Tá ið SEV-byggingin varð sett í verk í 60-árunum, var Jóhannes ein teirra, sum gjørdi tunnlarnar til vatnveitingarnar, og seinni fór hann at stavast