Oljutunnur verða søga í Mykinesi

Í mong ár hava fólk á útoyggjum havt sítt stríð við at fáa oljuna til hús. Hetta hevur verið gjørt við oljutunnum, men Sørvágs kommuna ætlar nú at sleppa av við tunnurnar: Oljan skal pumpast niðan í bygdina í oljutangar. Trupulleikin er bert tann, at parturin hjá landinum liggur eftir. Og tað hevur hann gjørt síðani seinasta summar!

Mykines: - Okkara ynski er, at tað skal verða eins lætt og eins bíligt hjá mykinesfólki at fáa oljuna til húsini, sum tað er hjá fólki á meginøkinum, sigur borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Jákup Suni Lauritsen.

Fólkið í oynni kennir alt til stríðið at fáa oljutunnurnar til bygdar, annaðhvørt hetta so hevur verið gjørt við sjóvegis ella loftvegis flutningi.

Ætlanin hevur verið at gera tað meiri einfalt at fáa hesa oljuna niðan í bygdina, og tí er ein skipan gjørd klár til hetta. Tað sum hinvegin vantar í er, at pumpuútgerð verður sett umborð á verjuskip okkara at fáa oljuna í land.

- Vit halda sjálvir, at henda skipanin er avbera góð. Hon er klár at taka í nýtslu, men tað er spell at vit framvegis mugu bíða eftir landsins myndugleikum, sigur borgarstjórin í Sørvágs kommunu.

Í bygdini standa tveir tangar, pumpuskipanin er klár og ein vognur við pumpu og tanga er klárur at koyra runt til sethúsini í Mykinesi.

Kommunan hevur víst øðrum smáplássum í Føroyum skipanina, og eru tey øll áhugað í hesi. Men fyrrenn hon er roynd í verki, veit ein ikki um, hvussu hon kemur at virka í verki.

- Vit eru í øllum førum til reiðar, staðfestir Jákup Suni Lauritsen.


Verjuskip pumpa

Tað var upprunaliga táverandi landsstýrismaður í innlendismálum, Jacob Vestergaard sum arbeiddi við at finna eina skilagóða loysn á hesum máli fyri útoyggjarnar.

Sambært hesi ætlanini skuldu okkara egnu verjuskip – Brimil og Tjaldrið – hava ein avgerandi leiklut í hesi tænastu til tey støðini, har ikki var komandi við tangabilum.

Ætlanin var snøgt sagt, at útgerð skuldi setast umborð á hesi bæði skipini, og við hesi útgerðini kundi ein so pumpa oljuna niðan í tangarnar á landi.

Á landi var skipanin hon, at her skuldu tangar setast upp at savna oljuna í. Hetta sama hava teir nettupp gjørt í Mykinesi – ein til SEV og ein til kommununa, haðani ein síðani skuldu flyta og lata oljuna víðari til tað einstaka húsarhaldið.

- Alt hetta varð gjørt fyri at sleppa undan oljutunnunum. Men enn er skipanin altso ikki sett í verk, sigur Jákup Suni Lauritsen.


Sama sum á meginøkinum

Fyri Sørvágs kommunu hevur henda íløgan verið rættiliga kostnaðarmikil. Men ynskið teirra hevur verið at lætt um hjá fólkinum í Mykinesi.

- Okkara íløga hevur verið um 200.000 krónur, men so leingi sum øll útgerðin ikki er til, er snøgt sagt eingin skipan, sigur Jákup Suni Lauritsen.

Ætlan teirra hevur líka síðani seinasta summar verið, at lokali umsjónarmaðurin hjá kommununi, Kjeld Nattestad skal fara eftir oljuni í tanganum hjá kommununi, fylla í tann minna tangan á vogninum, og síðani koyra hana til húsarhaldini í bygdini.

- Hetta skal ikki verða stórt øðrvísi enn hjá fólki í meginøkinum, sigur borgarstjórin.


Sama prís

Eftir at kommunan hevði gjørt sítt, søkti hon um stuðul frá landinum til hesa skipanina.

Hetta varð gjørt umvegis stuðul til útoyggjarnar, men enn er eingin oljudropi pumpaður niðan til fólkið í bygdini.

Og hetta hendir, hóast øll útgerðin og øll skipanin eru til reiðar.

- Skuldu vit gjørt tað sjálvi, hevði tað verið alt ov kostnaðarmikið fyri tann einstaka borgarin.

- Okkara útgangsstøði var púra greitt: Eingi mykinesfólk skuldu gjalda meiri fyri oljuna, enn fólk inni á meginlandinum, sigur borgarstjórin í Sørvágs kommunu.

Illa gongst at fáa svar frá báðum ráðunum – Fiskimálaráðnum og Vinnumálaráðnum. Og sum Jákup Suni Lauritsen sigur heldur speiskliga:

- Kanska fara hitapumpur og sólfangarar at yvirhála skipanina!





Greinarøð úr Mykinesi

Leygardagin 28. juni verður Útoyggjastevna hildin í Mykinesi.

Í hesum sambandi hevur Sosialurin vitjað í bygdini, her lýsa ymisk viðurskifti í stevnubygdini.

Fyrsta greinin varð í blaðnum 13. juni.