Jóhannes í Nesinum farin

Týsdagin 19. august andaðist Jóhannes Poulsen á Válinum, vanliga nevndur Jóhannes í Nesinum, 84 ára gamal.
Jóhannes vaks upp í Nesinum og búði har til miðskeiðis í sjeytiárunum, tá ið hann og Tordis, sum er ættað úr Kollafirði, fluttu í nýggj hús inni við Breiðánna á Válinum.
Foreldrini vóru Súsanna Olsen av Fjørðinum í Vestmanna, og Sofus Poulsen, ættaður frá Svartá í Saksun.
Fyri umleið 75 árum síðani vóru rættiliga nógv børn í skúlaaldri á Válinum, og tey gingu í skúla í bygdini. Jóhannes hevði hug til skúlan, og Christian Høj, sum var lærari á Válinum og í Leynum, eina viku á hvørjum staðnum, plagdi at siga, at Jóhannes var ein av teimum bestu næmingunum, sum hann nakrantíð hevði í skúlanum.
Men tá á døgum var bara undantakið, at ungir dreingir á bygd fingu aðra skúlagongd enn barnaskúlan.
Víkin lá full av sluppum, bæði teimum, sum hoyrdu til Vestmanna, og teimum úr Vágunum, sum høvdu vetrarlegu fyri teymi á vikini í Vestmanna.
Á vári var eitt yðjandi lív av fólki, sum riggaði til, og har var mangan nógv fremmandafólk í bygdini.
Einki lá huganum nærri hjá einum 14 ára gomlum dreingi tá enn sjógvurin, og sum teir allar flestu har um leiðir, fór Jóhannes til skips 14 ára gamal.
Rættiliga tíðliga gjørdist hann motorpassari og sigldi síni mestu ár við teimum skipum, sum Viggo Dam, Viggo í Skúlanum, førdi.
Jóhannes var eisini við ta ferðina, tá ið Union Jack varð søkt av týskum kavbáti á víðum havi millum Føroyar og Skotland.
Manningin bjargaði sær í lítla bjargingarbátinum og kom illa tuskað til lands á útskerði, har teir umsíðir fingu samband við fólk á vita har í nánd.
Jóhannes var eisini við ta tiltiknu ferðina út um Sund, tá ið motorbáturin Helgi steðgaði upp í ódnarveðri og fór skolandi við streyminum dygst norður við Streymoyarlandinum.
Tað eydnaðist við góðum sjómansskapi og dugnaskapi annars at fáa fólkið upp á land í brattlendinum og síðani at ganga upp bygdina. Helga roknaði eingin við at síggja aftur.
Tað løgna hendi kortini. Morgunin eftir sást Helgi rekandi suðureftir í sundinum og varð fingin inn á víkina.
Í nøkur ár var Jóhannes við trolara.
Tá ið SEV-byggingin varð sett í verk í 60-árunum, var Jóhannes ein teirra, sum gjørdi tunnlarnar til vatnveitingarnar, og seinni fór hann at stavast sum sveisari á skipasmiðjuni.
Úti í Nesi giftust Jóhannes og Tordis inn hjá ommu og abba, og tey eiga 4 børn, Sunnrið, Bergfríð, Ásvør og Páll.
Har var ikki nógv húsarúm í Nesinum, men hjartarúmið og gestablídnið var har sum fáar ella helst onga aðrastaðni, ið eg havi upplivað.
Har kom nógv fólk á gátt. Nógv vóru tey, sum spákaðu sær ein túr út í Nesið góðveðursdagar, og nógv teirra stukku inn á gólvið, og nær ið vit komu í báðar ættir, eisini at ferðast, so var pláss fyri okkum. Føðingardagar vóru merkisdagar, sum seint verða gloymdir.
Hetta hjartalag og hetta gestablídni tóku Jóhannes og Tordis við sær inn í nýggja heimi við Breiðánna, og eg dugi bara at orða tað soleiðis, at tað hevur verið hjartanemandi at uppliva tað samanhald, sum hevur verið millum tykkum gomlu og børn tykkara, og at síggja, hvussu Jóhannes og Tordis so hvørt eisini hava tikið ímóti barnabørnunum, teirra vinfólkum og makum og børnum teirra, ja eisini teirra næstu, so hvørt sum ringarnir hava breitt seg.
Sjálvur havi eg mest at kalla kent meg sum barn í húsinum í Nesinum, og eg fari at enda hesi fátæksligu orð við at lýsa frið yvir minnið um Jóhannes mammubeiggja, og takka fyri at mær hevur untst at liva so tætt upp at tykkum í Nesinum.
Tað er tómligt hjá tykkum uttan Jóhannes, og tað skal vera mín vón, at tey nógvu góðu minnini so líðandi vinna á sorgini og sakninum. Mína inniligastu samkenslu sendi eg tykkum øllum, sum hava untst at liva Jóhannesi nær.