Bólturin varð prikaður fram til Arnbjørn T. Hansen, sum slapp fram við útstormandi málverjanum hjá Víkingi, Geza Turi. Men Víkingur fekk einar tveir mans afturum at verja fyri, og so valdi Arnbjørn at spæla [...] fyri miðjuna og spældi inn um verjuna hjá EB/Streymi, har Andreas Lava Olsen fekk bóltin við sær. Men tað lá líkasum ikki fyri at skjóta, so tí snaraði hann eina ferð rundan um seg sjálvan og meddaði til [...] uppi við samankomingina, og so spurdist einki burturúr kortini. Tað lá tó í luftini, at Víkingur var nær sínum næsta máli, og tá hálvleikurin var hálvrunnin, økti heimaliðið um leiðsluna. Hanus Jacobsen
Um roknað verður út frá dystartali, so er hetta vikuskiftið tað størsta á árinum í kappingini um løgmanssteypið. Átta dystir eru á skránni. Í trimum førum er talan um innanhýsis uppgerðir millum lið [...] tapt ein. Tað var á útivølli ímóti B36 í 2. umfari. – Teir vunnu 4-0, og sum tølini siga, so smurdu teir okkum av. Vit vóru stutt sagt spældir út av vøllinum, staðfestir Víkingavenjarin Jógvan Martin [...] uppfyri B36. – Nú er tað ein onnur kapping enn landskappingini. Sunnudagin verður gjørt av, um vit skulu halda fram í kappingini og harvið hava møguleika at røkka finaluni, sum vit vunnu í fjør. Tað var mikið
Sarpugerði í ár. Eftir innlegg var tað nógv aftur og fram, áðrenn Poul Kallsberg, sum í kvøld var fremsti maður, skumpaði bóltin um strikuna. Talan var um øgiligan lætta hjá víkingunum, sum hava kent seg at [...] stólpa, at hann sendi bóltin við góðum fluktara í handara síðunetið. So var 1-0 til NSÍ, sum næstu løtuna fleiri ferðir var framvið. Smátt um smátt fingu heimamenninir, sum høvdu Inga Arngrímsson undir liðini [...] vera gandaðar frammanfyri mótstøðumálið, og smáar tíggju minuttir seinni fingu teir meiri at fegnast um. Tá var tað Stefan Radosavljevic, sum eftir framlegging frá væl upplagda Sølva Vatnhamar sendi bóltin
kennast vera frustreraðir, og tað er ikki so undarligt, tí heimaliðið hevur verið so rudduliga omaná. Víkingarnir spæla beinleiðis, og teir eru tilvitaðir um skjót og long síðuskift. Síðuspælararnir Kaj [...] til málmøguleikar, og teir royna seg nógv við longum bóltum fram til teir fremstu menninar. MÁL MÁL 63 min 1-0 Magnus Olsen hevur lagt NSÍ fram um 1-0. Málið kom eftir fríspark úr næstan 40 metrum. Magnus [...] 1-0 Síðani Víkingur skoraði, hevur B36 roynt at flyta fólkið longri fram á vøllin og harvið at byrgja fyri, at heimaliðið skal leggja so nógv og vandamikil innlegg. MÁL MÁL 20 min. 1-0: Kaj Leo í Bartalsstovu
Football Club, um Géza Dávid Turi. Miðvallarin, sum nú hevur fingið føroyskan ríkisborgararætt og kann spæla á føroyska landsliðnum, hevur leingi givið til kennar, at hann hevur ein dreym um at spæla uttanlands [...] nú føroyskir spælarar vísa seg fram í útlendskum felagnum. Tíðini, tá ein føroyskur spælari skuldi venjast í form í eitt ár, er farin. Toppurin í føroysku deildini er nú so góður, at feløgini kunnu krevja
síðani ikki fingið fasta spælitíð. Frá 2008 og fram til 2010 spældi hann við Ørebro í bestu svensku deildini, áðrenn hann skifti til GAIS í 2011. Nú skal hann so royndarvenja við Víkingi. [...] Talan er um cameroonska leikaran, Eric Bassombeng, sum hevur royndir frá bestu svensku deildini. Mikudagin kemur cameroonski leikarin, Eric Bassombeng, til Víking at royndarvenja. Tað váttar formaðurin
Stenberg fór fram í mótstøðubrotsteigin, og tað var hann, sum stútaði, tá ið bólturin varð lagdur innfyri við hornasparki. Víkingur bjargaði á málstrikuni, og eftir nakrar ferðir aftur og fram var tað innskifti [...] Højgaard, eftir at Jónas Stenberg og Dan í Soylu høvdu verið eyðsýndir í uppspælinum. So var tað, at síðsta løtan var so ógvuliga undirhaldandi og intens, og at Víkingur misti tvey stig, og AB vann eitt stig [...] hevur javnað. Jónas Stenberg og Dan í Soylu átti uppleggið, men talan var um risa stórt kiks í Víkinga verjuni. Og í næsta álopið var um reppið, at Karstin Højgaard legði AB framum eftir uppspæl frá Aron Clementsen
ið Víkingur økti um leiðsluna til 2-0. Málskjútti var Arnbjørn Svensson, og so sá tað av álvara út til, at øll stigini vóru á veg í undirsjóvartunnilin. Men so vendi gongdin, og fram ímóti steðginum fekk [...] á tryggan sigur til gestirnar, men í seinna hálvleiki koppaði alt á høvdið. KÍ skoraði tvey mál, og so endaði tað 2-2. Víkingur er topplið við 17 stigum, og KÍ er á áttanda plássi við 8 stigum. Fyrstu løtuna [...] var tann sama fyrstu løtuna eftir steðgin, og miðskeiðis í seinna hálvleiki eydnaðist tað KÍ at minka um munin. Málskjútti var fyrrverandi Víkinga spælarin Dion Splidt. Trettan minuttir undan leikloki javnaði
Harvið hevur Víkingur sama stigatal sum HB, ið er á bronsuplássi og skal spæla á útivølli ímóti ÍF, sum framvegis hevur møguleika at vinna FM. – Við sigri í steypakappingini hava vit tryggjað okkum rættin at [...] finalusigrar í steypakappingini og tvey bronsuheiðursmerkir í landskappingini. Spurningurin er, um tað í morgin fer at eydnast at vinna triðja bronsuplássið. Ímóti B36 eru Filip Djordjevic og Hjartvard [...] besta liðið, eru uppaldir í felagnum, og dómaraseðilin fyri viku síðani bendir á, at tað sær ikki so galið út. Símun Joensen er tøkur aftur, eftir at hann var leikbannaður ímóti NSÍ. Hetta er síðsti
Gregersen, sum var fegin um, at tað eydnaðist Finni Justinussen at skora. -Men vit iðra okkum um, at tað eydnaðist teimum at skora eftir hornaspark. Finnur Justinussen var fegin um, at tað hevði eydnast honum [...] sera fegin um, at vit spældu væl, og at vit fingu úrtøku. Vit trúgva uppá, at tað skal bera til í Finlandi, segði málskjúttin. Sigfríður Clementsen harmaðist um, at vindrin hevði darvað so mikið, at talan [...] inntil Sølvi Vatnhamar varð vístur av vølli. Tá ráddi tað um at halda tørn, og eg eri fegin um, at tað eydnaðist, og at vit harvið eru við í stríðnum um at spæla okkum víðari, tá ið vit fara til Finlands, segði