Um roknað verður út frá dystartali, so er hetta vikuskiftið tað størsta á árinum í kappingini um løgmanssteypið. Átta dystir eru á skránni. Í trimum førum er talan um innanhýsis uppgerðir millum lið í bestu deildini. Ikki minst uppgerðin í Gundadali millum steypavinnararnar og oddaliðið í landskappingini, Víking, og B36 kennist áhugaverd.
Víkingur er topplið í landskappingini. Felagsliðið hevur vunnið fýra dystir og tapt ein. Tað var á útivølli ímóti B36 í 2. umfari.
– Teir vunnu 4-0, og sum tølini siga, so smurdu teir okkum av. Vit vóru stutt sagt spældir út av vøllinum, staðfestir Víkingavenjarin Jógvan Martin Olsen, sum vónar, at hann og spælararnir hava lært av ringu royndini, og at tað fer at eydnast betri hesa ferð at byrgja uppfyri B36.
– Nú er tað ein onnur kapping enn landskappingini. Sunnudagin verður gjørt av, um vit skulu halda fram í kappingini og harvið hava møguleika at røkka finaluni, sum vit vunnu í fjør. Tað var mikið hugaligt og bar møguleikan at spæla í Europa í ár við sær. Liðini kennast vera rættuliga jøvn í ár. Í 3-2 heimasigrinum ímóti ÍF vístu okkara góðan moral, tá ið tað tvær ferðir eydnaðist at svara aftur og at enda at vinna. Tað eigur at stimbra moralin, heldur Jógvan Martin Olsen.
Einasta ivamálið í Víkingi er Niclas Niclassen, sum hevur ligið sjúkur seinastu dagarnar.
Síðani trivaliga og merkisverda heimasigurin á Víkingi hevur tað í orðsins sanna týdningini haltað hjá B36. Úrtøkan burturúr trimum teimum seinastu umførunum hevur verið tveir javnleikir.
Í 1-0 tapinum í Runavík var stórur saknur í fleiri spælarum, sum verða roknaðir millum stuðulsspælararnar: Lukasz Cieslewicz, Lawal, Gilli Sørensen og Heini Eysturoy hava allir verið skaðadarvaðir. Gilli Sørensen verður við sunnudagin, og tað er ein møguleiki at Høgni Eysturoy eisini verður tøkur. Jákup á Borg verður ikki við:
– Vit sakna sjálvandi hesar menninar, men vit royna at arbeiða hart og miðvíst, og avbjóðingin ímóti Víkingi er stór. Tað sigur talvan eftir fimm umfør í landskappingini, sigur B36 vongverjin Símun Joensen.
Hinir dystirnir
Eftir ferðmiklu uppgerðina í Klaksvík mikukvøldið skal skal EB/Streymur longu leygardagin aftur í eldin. Tað verður á niðara vølli í Gundadali ímóti Giza/Hoyvík í triði bestu deildini. Um Jákup Andrias Hansen ikki verður førur fyri at verja málið, so fer hin 1. deildarmálverjin, Andru Jakobsen, at verja málið hjá EB/Streymi.
AB, sum einki stig hevur fingið í landskappingini, eigur heimavøll ímóti ÍF, sum sunnudagin var fyri vónbroti og tapti 3-2 í Sarpugerði.
NSÍ eigur heimavøll ímóti TB. Hesi bæði liðini hava fyrr í ár spælt málleysan javnleik við Stórá.
07 Vestur eigur stóra avbjóðing á útivølli ímóti Skála í næstbestu deildini, og B68 skal spæla á heimavølli ímóti klaksvíkingum, sum orsaka av kavanum í Klaksvík vandu á Svangaskarði fleiri ferðir upp undir dystin ímóti EB/Streymi mikukvøldið.
Gamla stórsteypaliðið HB skal til Sands, har tey ikki hava havt vitjan av liði í bestu deildini síðani 22. oktober 2011, tá ið NSÍ í síðsta umfarið vann 3-1.
Undrið í 2. deild skal suður á Vágseið at stríðast við FC Suðuroy í 1. deild.