Tað endaði við tveimum heimasigrum í Effo-deildini í kvøld. NSÍ vann 1-0 á oddaliðnum EB/Streymi, og Víkingur vann 3-2 á føroyameistarunum B36.
- - -
Liðugt
3-2
B36 royndi at trýsta móti endanum, men Víkingur helt leiðsluna, til dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð.
Eftir dystin fekk matchvinnarin hjá Vìkingi, Bárður Hansen, sítt seinna gula kort og harvið reytt kort.
MÁL, MÁL
75 min
3-2
Bárður Hansen skorar við skoti úr 20 metrum. Bólturin sat í handara málhorni - eitt framúr gott mál!
MÁL, MÁL
67 min
2-2
Jákup á Borg skoraði, eftir at Geza Turi bjargaði kanónskoti frá Súna Olsen. Jákup var fyrstur á returinum og sendi bóltin í málið.
60 min
B36 er rættiliga komið við í dystin og hóttir Víking. Eftir at Bassene hjá Víkingi hevði naska roynd, hevði Jákup á Borg hjá B36 risa møguleika at skora, men hann sendi við síðuna av málinum.
46 min
2-1
Teir eru farnir at spæla aftur í Gøtu. B36 hevur sent ársins spælara í fótbóltskappingini í fjør, Lukasz Cieslewicz, inn í staðin fyri Dánjal Róa Olsen.
45 min
2-1
Nú er hálvleikur í Gøtu. Víkingur hevur verið greitt omaná og kundi havt skorað fleiri enn tvey mál, men beint fyri hálvleik minkaði B36 við brotssparki.
MÁL, MÁL
44 min
2-1
Eftir hornaspark bríkslaði dómarin fyri brotssparki til B36, tí bólturin rakti hondina á Fritleif í Lambanum. Jákup á Borg skoraði úr 11 metrum.
40 min.
2-0
Dánjal Pauli Lervig, miðverji hjá Víkingi, er farin skaddur av vøllinum, og í hansara stað er komin Heðin Hansen, sum er heilt óroyndur í bestu deildini. Hann er farin inn á miðvøllin, og Fritleif í Lambanum er fluttur aftur í miðverjuna.
Tað er framvegis stórt trýst á B36 málið, og B36 hevur als einki álopsspæl.
35 min.
2-0
Teir í árstalsfelagnum kennast vera frustreraðir, og tað er ikki so undarligt, tí heimaliðið hevur verið so rudduliga omaná. Víkingarnir spæla beinleiðis, og teir eru tilvitaðir um skjót og long síðuskift. Síðuspælararnir Kaj Leo í Bartalsstovu og Joseph Bassene eru sera væl upplagdir!
Jákup á Borg hjá B36 hevur sæð gula kortið eftir nærdyst.
MÁL, MÁL
30 min.
2-0: Hjartvard Hansen 29.
Miðverjin Erling Jacobsen sneiddi framvið fleiri mótstøðumonnum, og í brotsteiginum trillaði hann bóltin upp á tvørs til Hjartvard Hansen, sum sendi bóltin í málið.
Víkingur er greitt omaná!
25 min.
1-0
Síðani Víkingur skoraði, hevur B36 roynt at flyta fólkið longri fram á vøllin og harvið at byrgja fyri, at heimaliðið skal leggja so nógv og vandamikil innlegg.
MÁL MÁL
20 min.
1-0: Kaj Leo í Bartalsstovu 20.
Eftir langa framlegging í høgru hevur Kaj Leo í Bartalsstovu lagt heimaliðið á odda. Hann sendi innfyri, og bólturin fór omanfyri Meinhard Joensen í B36 málinum og í málið.
15 min.
0-0
Víkingur trýstir framvegis, og allir spælararnir eru fyri tað mesta á B36 hálvuni. Fleiri ferðir hava heimamenninir lagt innfyri, men Odmar Færø og Jonas Flindt Rasmussen hava higartil ruddað burtur.
Víkingur hevur havt fimm hornaspørk!
10 min.
0-0
Víkingur roynir at leggja trýst á B36 verjuna, og heimaliðið hevur havt vandamikið hornaspark. Heimaliðið hevur fríska lotið undan.
5 min.
0-0
Tað er nógvur vindur í Sarpugerði.
Leikferðin er høg, og tað hevur verið órudduligt.
Víkingur-B36 kl. 19.00
Dómari: Ransin N. Djurhuus
Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Dánjal Pauli Lervig, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Joseph Bassene, Sølvi Vatnhamar, Niclas Niclassen, Fritleif í Lambanum, Kaj Leo í Bartalsstovu - Hjartvard Hansen
B36: Meinhard Joensen - Høgni Eysturoy, Jonas Flindt Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen -Jákup á Borg, Klæmint Matras, Atli Danielsen, Róaldur Jacobsen - Súni Olsen, Dánjal Rói Olsen
---
Liðugt
1-0
NSÍ helt tætt, hóast EB/Streymur royndi at trýsta seinasta partin av dystinum. Sundalagsmenn høvdu onkrar hálvvandamiklar royndir, men teir spældu seg ikki nakran opnan málmøguleika. NSÍ stríddist sera væl, og tað var uppiborið, at teir vunnu dystin.
85 min
NSÍ hevur tamarhald á støðuni. EB/Streymur hevur havt trupult við at spæla seg til málmøguleikar, og teir royna seg nógv við longum bóltum fram til teir fremstu menninar.
MÁL MÁL
63 min
1-0
Magnus Olsen hevur lagt NSÍ fram um 1-0. Málið kom eftir fríspark úr næstan 40 metrum. Magnus smekkaði til, bólturin rakti vøllin beint framman fyri málverjan hjá EB/Streymi, sum helst feilmetti bóltin eitt sindur, og umvegis hondina hjá málmanninum fór bóltin í málið.
60 min
0-0
NSÍ hevur havt naskastu royndina í dystinum. Eftir gott kontraálop sendi Árni Frederiksberg bóltin á tvørstongina. Dysturin er munandi lívligari í seinna hálvleiki, og tað gongur báðar vegir.
50 min.
0-0
NSÍ hevur verið bragdligari fyrstu løtuna eftir steðgin. Jens Joensen hevur roynt seg við góðum stútara, men René Tórgarð bjargaði.
Hálvleikur!
45 min.
0-0
Fáir møguleikar við Løkin, har tað nú regnar av grimd!
40 min.
0-0
Gongdin er tann sama, sum hon hevur verið.
35 min.
0-0
NSÍ hevur havt bóltin í netinum, men dómarin kolldømdi, tí hann metti, at Jens Joensen, sum stútaði eftir innlegg úr høgru, hevði gjørt fríspark ímóti EB/Streyma verjuni.
30 min.
0-0
Higartil hava ikki verið upplagdir málmøguleikar. Tað hevur verið heldur linligt. EB/Streymur hevur bóltin størra partin av tíðini, og NSÍ ger skjótt av og roynir at vera beinleiðis í álopspartinum.
Fleiri manningarligar broytingar eru framdar á báðum liðunum upp undir henda dystin. Hjá NSÍ er tað merkisvert, at Jens Joensen, sum plagar at vera í miðverjuni, er fremsti maður. Hjá EB/Streymi er talan um nýggja miðverju. Pauli G. Hansen er undir liðini á Gert Hansen. Sorin Anghel, Marni Djurhuus og Egil á Bø eru ikki við í kvøld.
10 min.
0-0
Tað regnar eitt sindur, og viðhvørt er tað eitt lot. EB/Streymur hevur vindin ímóti í 1. hálvleiki.
NSÍ-EB/Streymur kl. 18.30
NSÍ: Kristian Joensen - Monrad H. Jacobsen, Helgi L. Petersen, Pá Mohr Joensenl, Sjúrður Jacobsen - Jann Martin Mortensen, Magnus Olsen, Andras Frederiksberg, Árni Frederiksberg - Klæmint A. Olsen, Jens Joensen
EB/Streymur: René Tórgarð - Jónhard Frederiksberg, Gert Hansen, Pauli G. Hansen,Árni G. Olsen - Levi Hanssen, Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli Danielsen - Leif Niclasen, Arnbjørn T. Hansen, Hans Pauli Samuelsen