Víkingur sat á øllum

Víkingur var nógv betra liðið fyri steðgin og grundlegði sær sigurin við tveimum málum. Hinvegin kom EB/Streymur ongantíð í gongd og megnaði ongantíð at hótta leiðsluna hjá heimaliðnum, sum eitt korter fyri tíð avgjørdi alt

FÓTBÓLTUR

 

Tann eina hendingin í seinna hálvleiki í Sarpugerði í gjár segði kanska alt. Bólturin varð prikaður fram til Arnbjørn T. Hansen, sum slapp fram við útstormandi málverjanum hjá Víkingi, Geza Turi. Men Víkingur fekk einar tveir mans afturum at verja fyri, og so valdi Arnbjørn at spæla útfrá til Hans Paula Samuelsen, heldur enn at skjóta á málið.

Ólíka avgjørdir vóru teir í Víkingi, tá teir høvdu sínar møguleikar, og eftir at hava lagt seg á odda 2-0 í fyrra hálvleiki, valdu heimamenninir at ansa væl eftir, heldur enn at leypa framav. Av tí at EB/Streymur hvørki maktaði eitt ella annað, gjørdist tað næstan ov lætt hjá Víkingi, sum eitt korter fyri tíð staðfesti trygga heimasigurin við sínum triðja máli.

Í fyrra hálvleiki var tað serliga við vongspælinum, at Víkingur beit frá sær, og Andreas Lava Olsen var sera vælupplagdur í høgru síðu, har hann gav sínum upppassara stórar trupulleikar. Nógv av spælinum hjá heimaliðnum gekk ígjøgnum hann, men tær ferðirnar, álopini fóru ígjøgnum vinstru síðu, var Hans Jørgen Djurhuus tilsvarandi íðin.

 

Hol á beinanveg

Tað gingu ikki meiri enn fimm minuttir, so var hon komið á. Andreas Lava Olsen breyt ígjøgnum í høgru síðu og legði innfyri, har Finnur Justinussen í fyrsta umfari gjørdist ov stuttur. Men verjan hjá EB/Streymi fekk ikki meiri enn ruddað hálvavegna burtur, so tá bólturin kom út frá aftur, stóð Zoltán Bükszegi klárur at taka ímóti og smekkaði í málið til 1-0.

Tveir minuttir seinni kundi tað blivið 2-0 til Víking. Súni Olsen, sum annars spældi í miðverjuni fyri karantenurakta Atla Gregersen, royndi seg við frísparki úr 25 metrum. Bólturin brast í stongina, heilt uppi við samankomingina, og so spurdist einki burturúr kortini.

Tað lá tó í luftini, at Víkingur var nær sínum næsta máli, og tá hálvleikurin var hálvrunnin, økti heimaliðið um leiðsluna. Hanus Jacobsen vann bóltin aftan fyri miðjuna og spældi inn um verjuna hjá EB/Streymi, har Andreas Lava Olsen fekk bóltin við sær. Men tað lá líkasum ikki fyri at skjóta, so tí snaraði hann eina ferð rundan um seg sjálvan og meddaði til við vinstra beini, so nú var 2-0.

Hóast EB/Streymur í løtuni undan steðginum sá út til at mennast, spurdist einki burturúr, og tað gjørdi tað heldur ikki eftir steðgin, tá gestirnir royndu at trýsta, men ikki fingu skapt neyðugu kjansirnar til at gera nakað við leiðsluna hjá Víkingi.

 

Kloddamál

Víkingur bant um heilan fingur og valdi at verja leiðsluna og stigini, ið vóru ávegis á kontuna, men hinvegin vóru teir ljósabláu alla tíðina til reiðar at taka av, tá kjansirnir komu. Og tá eitt stórt korter var eftir, kom ein heldur sjáldsamur kjansur at vera avgerandi fyri tað heila.

Andreas Lava kastaði innkast innfyri, og tá teir í EB/Streymi royndu at skalla bóltin burtur, sendu teir hann í staðin beint á Finn Justinussen og í málið, og so var 3-0. Kanska ikki mest upplagdi møguleikin, men heldur eitt kloddamál, ið undirstrikaði, at tað lá altso bara betur fyri hjá Víkingi, enn tað gjørdi tað hjá EB/Streymi.

Undan hesum hevði Finnur havt ein meira ítøkiligan møguleika, ið kanska heldur átti at verið tann, ið gav hetta triðja málið. Andreas var feldur í einari gjøgnumbrotsroynd, men dómarin læt fyrimunarregluna koma til sín rætt, so Finnur gjørdist púra leysur og einsamallur við René Tórgarð, sum tó fekk vart fyri.

Víkingur fekk tryggjað sær øll stigini við serliga einum góðum avriki í fyrra hálvleiki, tá spælið koyrdi væl og atsóknirnar vóru fleiri. Hóast EB/Streymur royndi at trýsta í seinna hálvleiki, spurdist lítið burturúr, og tí gjørdist talan um ein fult uppibornan heimasigur í Sarpugerði.