Víkingur nýggjan leikara

Talan er um cameroonska leikaran, Eric Bassombeng, sum hevur royndir frá bestu svensku deildini.

Talan er um cameroonska leikaran, Eric Bassombeng, sum hevur royndir frá bestu svensku deildini.

 

Mikudagin kemur cameroonski leikarin, Eric Bassombeng, til Víking at royndarvenja. Tað váttar formaðurin í Víkingi, Brandur Jacobsen fyri in.fo.

 

Leikarin spælir sum høgri vongur, men kann eisini leika aðrastaðni í álopinum. Eric Bassombeng fekk ein knæskaða í 2012, meðan hann spældi við GAIS í bestu svensku deildini, og hevur síðani ikki fingið fasta spælitíð.

 

Frá 2008 og fram til 2010 spældi hann við Ørebro í bestu svensku deildini, áðrenn hann skifti til GAIS í 2011.

 

Nú skal hann so royndarvenja við Víkingi.