Rákið bjóðað til krops- og andlitsviðgerð og prát um húð og vælveru hjá Mariu Vilhelmsen, sum eigur vælveru- og vakurleikasalongina Cosmeto. Meðan hon bjóðar mær eitt heitt og avslappandi fótabað, saman [...] stillum tónleiki og blómuanga, forklárar hon um húðina, og hví tað er so umráðandi at fyrireika hana væl til várið og summarið. - Veturin er ikki góður fyri húðina. Vit eru nógv inni og ballað okkum í heit [...] Inniluftin er heit og turr og húðin tornar upp, fortelur hon, meðan hon turkar føtur mínar við mjúkum handkløðum. Nú eg merki eftir, skilji eg, hvat hon meinar: Bæði hendur, føtur, knø og albogar eru tornað
fortreytir at skapa »paradís« á jørð: friðarligt og arbeiðssamt fólk, stórt náttúruríkidømi, spard fyri náttúruvanlukkur og tað, sum har av fylgir. Og álíkavæl klára tey at vevja alt upp í ein ellibita [...] samskifti um telefon og internet seinastu x árini á borðið, takk! Uha, sum tað hevði verið óhugnaligt! Vóni ikki at tað er tað, sum skal til fyri at upprætta álitið á landsstýri og løgting. Men onki er [...] meira syrgiligt enn at verða svikin av vini. Tað ger djúp sár. Og soleiðis kennist tað, tá tey, sum tú hevur litið føðiland títt upp í hendur, svíkja títt álit. Hvar er eyðmjúkleikin fyri ábyrgdarfullu uppgávuni
hendan fitta og sigandi søgan verið søgd í fólkaskúlanum, sum fór skeivur í Pisa, og nú stríðist fyri at koma aftur á beint. Nógv uppskot og hugskot eru um, hvussu fólkaskúlin skal betrast, og standa seg [...] at rokna tað út. Kanska snýr hetta seg fyrst og fremst um, at lærarar og foreldur í felag taka avbjóðingina upp, vísa størri ábyrgd, seta veruliga krøv, og harvið betra um frálæruna av børnunum. Lærararnir [...] tað neyvan einsamallir, foreldrini mugu eisini viðurkenna sína ábyrgd, og so skal skúlaskipanin eisini vísa dirvi og hugflog til at broyta frálæruna, um tað er neyðugt. Milliónirnar kunnu bíða eitt
um vaktarhaldið og eftirlitið var har júst tá. Metoo var ikki komið, og heldur eingin sosialur miðil at ávara móti kallkyninum. Genturnar fingu frið fyri okkum – í skúlatíðini. Kvinnur og menn nærri hvørjum [...] . Men ein løgin timing, og ikki sørt øgiliga løgin avgerð. Nógvur dansur, ikki allur tíbetur, krevur, at maðurin nemur við kvinnuna, ja, tekur um hana. Heldur fast í henni. Og tað er sjikana. Valsur, [...] konur í ótíð. Og hetta byrjaði í øllum glitrandi marglætinum í Hollywood, har hítirnar eru gjørdar úr gulli. Endiliga kom okkurt annað enn skræpa haðani. Hví meldaðu allar hasar sjikaneraðu og misbrúktu
Hvussu síggja Grenjusurrur og Svansibobbar út? Hvat er man, tá man er til Yvirs, og hvar er til Viks? Og hvussu smakkar Rótasúpan og Vavgreytur við Ellibitum í? Í nýggja sangleikinum Í Geyma hava øll hesi [...] hesi løgnu orðini fingið kropp og sál. Tey duga at syngja, klovnast og prumpa, so tú bæði situr í skellilátri og blívir munin klókari samstundis. Og fríggjadagin fara tey øll á pall í Norðurlandahúsinum [...] Skúladóttir og leggur afturat, at so máta kann í Geyma av sonnum kallast ein familjuleikur. Pláss fyri øllum Millum mongu skapningarnar í Geyma renna Gellan og Kúllurin og gera fortreð, pilka nøs og syngja
andlitinum og smáar sveittaperlur glitra eins og gimsteinar á enninum. ?Og so dansaðu tey eisini, tey dansaðu, meðan hon var sitandi í koyristólinum. Tey dansaðu og svingaðu eftir gongini og gleddust og upplivdu [...] súrsøtum landi og forfalli, og hann sæst so týðuligur í øllum teimum, sum búgva her. Og akkurát nú eri eg staddur á einum ellisheimi. Tey gomlu hava júst etið døgurða, tey sita og hálvsova og tann sum eg [...] onkur brølar og ein sigur bara: ?Vu, vu, vu, vuvuu, vvuvuvu?. Minnir um eina mýrusnípu á hásumri, fyrst spakuliga og síðan harðari. Ein situr og suffar: ?Á, ja,? og endurtekur aftur ?Á ja,? og løtu seinni
fráboðað, men løgreglan hevur kortini ikki sitið hendur í favn. Í norðurøkinum, tað vil siga í Eysturoynni og Norðoyggjum, var løgreglan í nátt úti við saksinum og klipti nummarplátur. Tað innibar, at fimm [...] bilar ongar nummarplátur hevði, og mugu tískil fáa síni viðurskiftir í rættlag, áðrenn tey aftur kunna brúka bilin. Talan er vanliga um viðurskiftir, ið hava við sýn, trygging og vegskatt at gera, upplýsir
farnir til hendurs. Tá ið løgreglan kom á staðið, vóru tríggir mans, sum ikki vildi akta boðini frá løgregluni um at fara avstað og teir vóru yvirhøvur so ólátaðir, at teir vóru handtiknir og vóru lagdur [...] løgreglan gjørt ferðslukanningar Millum Fjarða í nátt og tað kostaði fimm bilførarum klipp í koyrikortið, tí teir koyrdu ov skjótt. Teir koyrdu ímillum 105 og 113 kilometrar um tíman. Annars varð ein bilførari [...] skaðastovuna eftir gøtuófrið í miðbýnum í Havn og løgreglan varð eisini boðsend til húsaófrið, men tað lagaði seg sjálvt, tí ein av pørtunum fór á dyr. Og náttin endaði við, at ein løgreglubilur, sum stóð
nar. Út frá forhandling- og konfliktteori, so hendur nú í Kbh. júst tað, sum ofta hendir, nevniliga at processin í forhandlingum verður negligerað ella undirmett. Hedegaard og Løkke Rasmussen trýna hart [...] hart trýst fram á skýggjan og halda, at nú skal tosast um innihald og ikki um process. Sum politikkarar eru tey von við at nýta makt heldur enn dialog - og ofta sleppa tey avstað við tí. Men hesuferð sær [...] tað proceduran, manglandi hoyring og respekt, sum er størsti trupulleikin og ikki innihaldið. Sjálvandi stinga trupulleikar seg upp, tá onkur ikki kennir seg hoyrdan og respekteraðan - ella hevur illgruna
var spældur, og støðan framvegis var málleys og harvið jøvn, so vórðu hesir optimistiar spældir sundur og saman – skotnir niður. Alt avgjørt upp á fimm minuttir 34 minuttir vóru spældir og støðan verður [...] Gignac móttekur og sleppur at venda, tí Atli Gregersen ikki situr í kroppinum á honum. Maðurin snarar um seg sjálvan, smekkar til og Jákup Mikkelsen er prísgivin. 39. minuttir vóru spældir og støðan verður [...] heimstjørnur og føroysk bygdarfrell er. Anelka í móti á Bø. Evra í móti Løkin. Henry í móti Davidsen. Benzema í móti Gregersen. Altjóða heimstjørnur í móti føroyskum heimføðingum. 18.000 franskmenn og 50 føroyingar