Klokkan

Stuttsøga eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Ongastaðni kenni eg deyðan so nærverandi, burtursæð frá eini jarðarferð, sjálvsagt, sum á einum ellisheimi. Hann hongur í luftini, tú luktar hann sum ein deymur av súrsøtum landi og forfalli, og hann sæst so týðuligur í øllum teimum, sum búgva her. Og akkurát nú eri eg staddur á einum ellisheimi. Tey gomlu hava júst etið døgurða, tey sita og hálvsova og tann sum eg vitji, er eisini fallin í tyngd. Og meðan eg bara siti og ikki veit rættuliga, hvat eg skal, um eg skal fara av stað aftur, um eg skal siga nakað, um eg skal vekja tann eg vitji, um eg bara skal tiga, so hoyri eg klokkuna á vegginum ganga og hon er tann sum larmar allarmest her inni akkurát nú.
Klikk klakk, klikk klakk, ikki tikk takk, tikk takk sum vanligar klokkur, men klikk klakk og hon høggur tíðina og tøgnina á ellisheiminum sundur støðugt og miskunnarleyst. Hon lutar tíðina sundur í sekundir, minuttir, tímar, dagar og lívssævi. Hon er gomul, úr messing av merkinum Smith/Enfield og er keypt í Bretlandi undir krígnum. Hon kom heilskapað heim til Føroyar. Fyrst hevur hon hingið í einari vanligari stovu, síðan er hon komin her á ellisheimið. Ein kvinna, sum búði her, hevði hana við sær, nú er kvinnan farin og klokkan hongur eftir.
?Hon er akkurát komin aftur frá urmakaranum, tú skuldi sæð hana hina náttina, tá hon fór í knús, tað var eitt verri skil. Glasið var brotið, vísararnir lógu á gólvinum, tað var akkurát sum okkurt var brostið inni í henni, sigur Símun, ein gamal ívin knarkur, sum nú brýtur tøgnina. Eg hvøkki við og hyggi eftir hesum gamla manni, sum knappliga hevur fingið málið millum øll hini livandi deyðu. Hann situr fattur í einum høgum stóli við leðursetri. Hann sær út yvir alla stovuna og sær út til at hava skil á øllum herinni.
- Og hon gongur forbankað skeivt, tú kann slett ikki líta á hana Eg veit ikki, hvat feilar henni í dag. Klokkan átta í morgun var hon bein, tá eg hugdi aftur klokkan níggju, hevði hon saktað ein heilan minutt og nú fortar hon. Hygg, tú sær tað sjálvur, mín er eitt og handan gamla er tríggjar minuttir yvir. Mín er í hvussu er bein,? sigur hann og hyggur niður á urið á vinstra skøvningi. Eitt stálbleikt armbandsur við skøvaðum glasi og urskivan litað gul av fukti og leka.
?Eg fekk urið í býti við eina troyggju einaferð niðri í Grimsby í fimtiárunum, og tað hevur gingið síðan. Bara einaferð hevur tað verið hjá urmakara og tað var ta ferðina eg og konan fóru til hendurs um skamtunnarkortið, tá reyk bæði urkrúna og kassi, hvíli hon í friði, dett skinn hon var,? sigur Símun, eitt sindur fjarður á málinum. Minnini kína sinni hans. Tað tykist sum hann minnist aftur á forelskilsi og annað søtt og hann smílist. Nú vil hann vita, hvør eg eri.
Símin reisist, setist í ein annan stól nærri mær og sigur við seg sjálvan. ?Eg seti meg her og ferdigt við tí, á, ja, soleiðis er lívið, soleiðis er.? Hann hyggur kring seg, geispar linur av døgurðanum, hyggur eftir hinum gomlu í uppihaldsstovuni og suffar. ?Her er ikki nógv lív í, hjá mongum er drúgt. Vit eru slett ikki í hesum heimi ordiliga, vit sita bara og bíða, men vit sleppa heldur ikki burtur, eg skilji hetta ikki og tað er nokk heldur ikki meiningin.?Hann er lágvaksin, tættur, stuttkliptur og búkurin spennir seg mansliga frá flatbrósinum. Buksurnar hanga uppi av eini reim, sum hann hevur spent um seg, beint omanfyri har hann er breiðastur, eitt sindur yvir nalvanum, og tær flagga, tá hann reisir seg. Hann er í ternutari skjúrtu.
Nú rópar hann meg yvir til sín og lýður mær huldisliga í oyrað meðan hann peikar á ein mann, sum situr og dúrar. ?Ansa eftir hasum manninum, trúgv ikki einum orði, hann sigur við teg. Hann er fullur av lygn.? Maðurin hevur ikki sagt eitt orð síðan eg kom inn á stovuna, so mær hevur hann einki logið fyri og eg skilji ikki heilt. Eg hyggi upp á Símum og hann sigur: ?Bíða bara, gamli!?
Klikk klakk, klikk klakk, tað er ankarið í klokkuni frá Smith Enfield, sum hevur eina fortíð í krígsherjaða Bretlandi, ið gongur aftur og fram og pettar tíðina sundur í sekund, minuttir, tímar, dagar og ár.
?Klokkan stendur fyri niðurteljingini her á deildini, og hvørja ferð eg hoyri hana sláa, faktiskt áðrenn, tá viftan inni í henni fer at mala, áðrenn hon slær, so verði eg mintur á, at nú er ein tími minni eftir. Og niðurteljingin gongur so nógv skjótari, tá tú bara hevur eini tvey til trý ár ella minni eftir at liva. Sær tú, deyðin er her alla tíðina og eg venjist ikki við hann, her spøkir eisini.? Hann gerst hulin á málinum og setur knyklar í brýr.
Meðan Símun prátar, kemur eitt sindur av lívi í hini. Tey ressast og døgurðin tyngir ikki so nógv meira. Fleiri sita í koyristóli, lamin, gomul og eru ikki før fyri at tosa ella siga frá rættuliga. Onkur grætur, onkur rópar, onkur brølar og ein sigur bara: ?Vu, vu, vu, vuvuu, vvuvuvu?. Minnir um eina mýrusnípu á hásumri, fyrst spakuliga og síðan harðari. Ein situr og suffar: ?Á, ja,? og endurtekur aftur ?Á ja,? og løtu seinni ?Á ja.? Hon hjálpir klokkuni at minna okkum á, at tíðin gongur uttanfyri og her inni. ?Á ja,? sigur hon veik á málinum og ger seg til eitt nýtt ?Á ja?.
?Hon, sum átti klokkuna, var stein í ørviti í fleiri ár. Tað fekst ikki eitt líkinda orð burturúr henni. Onkuntíð illtonkti eg hana bara fyri at spæla býtt við vilja, og vitjan fekk hon hvørja nátt, eg havi sjálvur sæð tað,? sigur Símun.
?Hon sá fitt út um dagin, men tú skuldi sæð hana um náttina. Tá var hon vill skal eg siga tær, tá var hon glað og tá hevði hon ikki topp, tá lá hárið niður á akslarnar, útsligið og grátt, og tá hevði hon vitjan. Tað var maðurin sum vitjaði hana. Hann gekk burtur undir krígnum. Hann sigldi vandasjógv leingi, hevði klokkuna við eina túrin, men so gekk hann burtur. Ongin veit hvussu, skipið bara hvarv,? sigur Símin og vitar um eg gerist spentur av søguni. Hyggur upp á meg, tegir, eins og hann vil hava meg at biða seg um at fortelja meira.
?Hann vitjaði hana, eg sá hann sjálvur, onkuntíð bara sum ein andi, tú sá hann ikki týðuliga, hann var támutur á at líta, onkuntíð sá tú hann ordiliga og onkuntíð slett ikki. Men tað var ongin ivi um, at hann var har og at konan sá hann eisini, hóast hann viðhvørt var ósjónligur fyri mær. Eg sá hvussu hann gav henni at drekka og glasið hekk bara í leysari luft og hon drakk, uttan at nerta við tað. Eg sá eisini, hvussu ósjónligu hendurnar kíndu enninum og hárinum, og hvussu tey fevndust. Tá var hon glað.?
Símun tivar og er uppøstur. Óttin sæst í bláreyða andlitinum og smáar sveittaperlur glitra eins og gimsteinar á enninum.
?Og so dansaðu tey eisini, tey dansaðu, meðan hon var sitandi í koyristólinum. Tey dansaðu og svingaðu eftir gongini og gleddust og upplivdu størstu sælu og mær dámdi tað einki. Tað er so óhugnaligt at liggja her hálvdeyður og síggja deyð dansa og hoyra deyð tosa.?
Hann hyggur yvir at einum manni tætt við okkum og sigur: ?Ja, meiri stiril var í Peturi fyrr, tiltikin egnari og flekjari. Hann situr allan dagin langan og svevur. Rópar tú á hann, so svarar hann, men hann er sovnaður aftur, áðrenn tú hevur svarað aftur. Hann er bara vakin, tá hann etur og matarlysturin er góður. Tjóvskur er hann eisini. Tey mugu ansa eftir ikki at seta hann ov nær okkum, so etur hann tað sum er á okkara tallerki eisini. Løjirligt. Hann kann akkurát einki, men eta, so skuldi tú sæð hann. Tað gav at bíta nú ein dagin hjá mær. Vit fingu deiliga saltgrind og so kom tað so knappliga á meg, at eg mátti á vesið. Tá eg kom aftur, var ikki spikbitin eftir á tallerkinum hjá mær og tann góði rørdi søti sinnoppurin var eisini burtur. Hann hevði sopið hann. Sjálvur sat hann við einum snikutum grini og blunkaði til mín, tann idiotur hann er?, sigur Símun harmur.
Petur situr og nikkar og tekur undir við tí sum Símun sigur um hann og nú fer hann yvirum aftur. Hendurnar liggja oman á hvørjari aðrari í føvninginum. Húðin er gulbleik eins og deyðin sjálvur. Hon minnir um oljumettað pappír trekt út yvir kropnu fingrabeinini og innanfyri síggjast bláu æðrarnar og inni í teimum streymar blóðið spakuliga og pulsurin slær takt við klokkuna á vegginum.
Og klokkan sigur klikk klakk, ankarið hoyrist inni í henni, viðhvørt harðari, viðhvørt eitt pinkulítið sindur spakuligari, hon pettar tíðina sundur í smábitar og nartlar burtur av ævini hjá teimum á ellisheiminum.
?Hon uppførir seg also ikki sum vanligar klokkur. Gud viti, hvar hasin deyði jassurin hevur keypt hana. Og tá hann var á vitjan, gekk hon heilt berserkargongd. Pinnarnir mólu og dansaðu saman við teimum gomlu og hon slerdi allan sólarringin eftir eini løtu. Tá hann var farin, sissaðist hon og gekk nøkulunda røtt aftur. Men hon sissast ongantíð heilt, tí viðhvørt fortar hon og so saktar hon aftur, hygg sjálvur, nú er hon frammanfyri, sigur Símun.
?Eg vaknaði um náttina herfyri. klokkan var farin av trý og fór upp at kasta mær á vatninum. Tá hoyrdi eg sovorðnan gang úti á gongini. Eg hugdi út og sá koyristólin holvdan. Annað hjólið mól framvegis. Hon var ikki heilt dottin úr stólinum og lá smílandi við brostnum eygum niðri á gólvinum. Ein fín blóðrípa rann úr eina næsaglugganum niður á gólvið í ein lítlan reyðan hyl á gráa linoleuminum. Spor av dekkunum høvdu svingað og teknað eina valsatakt eftir gólvinum á gongini.
?Glasið á klokkuni á vegginum lá knúst niðri á gólvinum, og pinnarnir krosskastaðir oman á tí, ankarið, sum segði klikk klakk var tagnað.?