Ein av sjáldsomu uppgávunum, sum løgreglan í Havn varð boðsend til í nátt, var, tá ið ein maður ringdi og boðaði frá, at hann sat fastur í eini lyft í Klubbanum, sum varð steðgað mitt ímillum tvær hæddir. Løgreglan fór á staðið, men tá var maðurin sloppin úr lyftini í øllum góðum.
Annars hevur løgreglan gjørt ferðslukanningar Millum Fjarða í nátt og tað kostaði fimm bilførarum klipp í koyrikortið, tí teir koyrdu ov skjótt. Teir koyrdu ímillum 105 og 113 kilometrar um tíman.
Annars varð ein bilførari eisini tikin fyri at koyra við kenning í Havn og tá ið løgreglan kannaði føraran, vísti tað seg, at hann hevði heldur einki koyrikort.
Annars hevur Løgreglan, sum vant eina sunnunátt, havt nógvar trupulleikar av fullum fólki.
Í Klubbagarðinum varð løgreglan boðsend, tí nakrir mans vóru farnir til hendurs. Tá ið løgreglan kom á staðið, vóru tríggir mans, sum ikki vildi akta boðini frá løgregluni um at fara avstað og teir vóru yvirhøvur so ólátaðir, at teir vóru handtiknir og vóru lagdur í brummuna at sova.
Teir sluppu út í morgun, men teir fáa so eina bót fyri at bróta politiviðtøkurnar.
Eisini aðrastaðni vóru fullir menn til ampa og ein maður, sum løgreglan kennir væl frammanundan, er meldaður fyri harðskap fyri at hava sligið ein annan í andlitið.
Somuleiðis er ein maður biðin um at fara á skaðastovuna eftir gøtuófrið í miðbýnum í Havn og løgreglan varð eisini boðsend til húsaófrið, men tað lagaði seg sjálvt, tí ein av pørtunum fór á dyr.
Og náttin endaði við, at ein løgreglubilur, sum stóð á Skálatrøð, varð árendur av einum øðrum bili. Talan var um eitt óhapp, skaðin var lítil og bilførarin, sum rendir á, átók sær alla skyldina