Kliptu nummarplátur í nátt

Aftaná fleiri dagar, har løgreglan hevur havt úr at gera við ymiskum málum, gjørdist talan um eina friðarliga vakt í nátt.


Einki serstakt mál var fráboðað, men løgreglan hevur kortini ikki sitið hendur í favn. Í norðurøkinum, tað vil siga í Eysturoynni og Norðoyggjum, var løgreglan í nátt úti við saksinum og klipti nummarplátur.


Tað innibar, at fimm bilførarar vaknaðu í morgun til, at teirra bilar ongar nummarplátur hevði, og mugu tískil fáa síni viðurskiftir í rættlag, áðrenn tey aftur kunna brúka bilin. Talan er vanliga um viðurskiftir, ið hava við sýn, trygging og vegskatt at gera, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.