Klumman: Eitt orð er eitt orð … og?

Simona Weihe

-----

Hóskvøldið 9. januar kl. 18, júst komin í bilin eftir keyp og hugnaligt prát í Miklagarði, hoyri eg í útvarpinum, hvussu fløktur kanningarstjórin í cip-málinum var uppi í sjálvari fíggingini av tunlinum. Má siga at eg var um at lippa. Bleiv bara so syrgin, tí at mítt land verður so illa handfarið. Vit hava allar fortreytir at skapa »paradís« á jørð: friðarligt og arbeiðssamt fólk, stórt náttúruríkidømi, spard fyri náttúruvanlukkur og tað, sum har av fylgir. Og álíkavæl klára tey at vevja alt upp í ein ellibita.

Løgtingsformaðurin, sum eg havi skilt tað, valdi kanningarstjóran burtur úr fleiri uppskotum, sum hann fekk frá Løgtingsskrivstovuni. Tað skuldi eisini verið OK, tí at orðafellið: Eitt orð er eitt orð og ein maður er ein maður, billa vit okkum inn framvegis er galdandi í Føroyum. Tað er soleiðis vit vilja hava tað at vera. Alt annað var óhugsandi. Men nú sær út til at tíðin er komin at vit blaka hatta gamla orðtakið burtur, ella umskriva tað. Hóast eg haldi tað vera betur at vera góðtrúgvin enn illtrúgvin, so gongur tað ikki bara at taka alt fyri góðar vørur, tá fólk skulu setast at viðgera ella kanna mál vegna borgararnar. Kanska ætlaði avlurtingarpakkin kundi brúkst: Alt títt samskifti um telefon og internet seinastu x árini á borðið, takk!

Uha, sum tað hevði verið óhugnaligt! Vóni ikki at tað er tað, sum skal til fyri at upprætta álitið á landsstýri og løgting. Men onki er meira syrgiligt enn at verða svikin av vini. Tað ger djúp sár. Og soleiðis kennist tað, tá tey, sum tú hevur litið føðiland títt upp í hendur, svíkja títt álit.

Hvar er eyðmjúkleikin fyri ábyrgdarfullu uppgávuni at umsita okkara land? Tað er ikki ein setningur, sum tú kanst fara við, sum tær lystir. Vit mugu hava fult álit á okkara fólkavaldu og harvið á teirra avgerðum. Men illgrunin í fjølmiðlunum um óreiðiligheit seinastu tíðina, kann sáa mistrúgv, mótloysi, vónloysi og líkasælu í fólkasálini, sum tað ikki verður løtuverk at rætta uppaftur!