(Av misgávum kom klumman hjá Høgna Djurhuus ikki við í Vikuskiftis Sosialin. Hon kann tí lesast her)
Herfyri varð eitt aggandi gamalt forboð forboðið í New York. Forboðið móti at dansa á skeinkistøðum. Løgið forboð, men amrikanarar eru amerikanarar, tey hava fleiri moralsk forboð enn svenskarar. Men ein løgin timing, og ikki sørt øgiliga løgin avgerð. Nógvur dansur, ikki allur tíbetur, krevur, at maðurin nemur við kvinnuna, ja, tekur um hana. Heldur fast í henni. Og tað er sjikana. Valsur, eingilskur dansur, er grov sjikana.
Løgið, at hatta forboðið verður tikið av júst nú. Og tað í landinum, har sum alt byrjaði. Heldur áttu tey hundrað støðini í New York, sum hava dansiloyvi, at mist tað, so eingin hevði dansiloyvi.
Dómstólur fólksins, konufólksins, hevur longu avhøvdað mangan mannin í neðra fyri at nerta við konur í ótíð.
Og hetta byrjaði í øllum glitrandi marglætinum í Hollywood, har hítirnar eru gjørdar úr gulli. Endiliga kom okkurt annað enn skræpa haðani.
Hví meldaðu allar hasar sjikaneraðu og misbrúktu kvinnurnar ikki menninar til politiið?
Jú, tí so kravdust prógv í rættinum. Dómstólur fólksins krevur eingi prógv. Har er eingin próvbyrða. Eitt tagg, eitt samansett orð, eru ivaleyst. Á sonevndu sosialu miðlunum.
Gamla grundreglan um, at øll eru ósek til tað er prógvað uttan fyri allan rímiligan iva, at tey eru sek, hon er farin fyri skeytið her. Her er eingin rættartrygd.
Menn, sum ikki tora annað enn at fara upp í herferðina, eru við. Ella er tað kanska ein ófør skoringarsnildi at siga, at eg eri við. Eg eri ein góður maður uttan fingrar og murt. Ella hygg, hendur mínar eru aftan fyri bak. Fótbóltsspælarar duga hatta har sera væl, at halda hendurnar tætt at kroppinum, sínum egna. Serliga, tá teir eru staddir innan fyri nakrar strikur, innan fyri eitt mark.
Nonnurnar í Havn dugdu hatta har. Tá eg gekk í svartaskúla fyri hundrað árum síðani, vóru dreingir fyri seg og gentur fyri seg í skúlagarðinum. Genturnar vórðu vardar fyri okkum óargaóvitum. Tær fingu frið. Kundu spæla uttan at verða sexsjikaneraðar. Einki við at spæla pikk við okkum, tí so skuldu vit nerta við tær. Tað var ágangur. Tað vistu nonnurnar longu tá. At nema ógiftur við eina gentu, tað var synd og gav ókeypis pláss á fremsta beinki í helviti við besta friðaða útsýni til bálið.
So hvørt fríkorter tá byrjaði við, at ein nonna fór við einum pinni gjøgnum eyrin í garðinum, gjørdi eina striku í sandin. Gjørdi strikuna á leið mitt í garðinum. Dreingir hasu megin strikuna, gentur hinumegin.
So var sporturin sjálvandi at vera á strikuni alla tíðina. Setti tú annan fótin inn um í lovaða landið (sum ikki er komið enn), fekst tú ein lúsing, um vaktarhaldið og eftirlitið var har júst tá. Metoo var ikki komið, og heldur eingin sosialur miðil at ávara móti kallkyninum.
Genturnar fingu frið fyri okkum – í skúlatíðini.
Kvinnur og menn nærri hvørjum øðrum enn tveir metrar er størsta mistak í allari skapanini. Tað prógvaðu Ádam og Eva longu. Eitt súrt epli uttan klistrimerki, sum Eva gav Ádami. Tað, sum Ádam gjørdi skeivt, var at taka av. Men hann var ivaleyst svangur og stúrdi fyri kolesteroltalinum. Hevði frætt, at súrepli er sunt. Sunnari og heilsubetri enn riv.
Annars, ongantíð hava jólafrokostarnir verið so skikkiligir sum í ár.
Men, hatta har metoo er einki nýtt sum so.
Ein, sum eg kenni, segði longu fyri 30 árum síðani ella so, at allir menn eru svín. Segði hon hart og sannførd, so eingin var í iva. Og rætt hevur hon.
Menn eru klammir. #Metoo.









