var givin á Lynfrost, var hann mest heima við hús, har hann tókst við okkurt fyrifallandi, eins og hann hugnaði um seg og síni. Ein vanlig bygdarmynd var at síggja Ydda á súkklu, har hann var á veg at gera [...] vegnum, eru ikki nógvir eftir, og nú fór so Ydde. Hann fór annars sum ungur drongur til skips og var á sjónum í fleiri ár, m.a. sigldi hann við Expedit, Mjóvanes og Atlantsfarinum. Men eftir at hann flutti [...] gera onkur ørindi, ella hann, hellandi niður á súkkluna, tók sær stundir til eitt prát. Ydde var giftur við Ellu, og áttu tey 8 børn: Jóhannus, Hilmar, Ragnhard, Sólrun, Ruth, Hanna, Julianna og Fríðbjørg
alheimsmál, ið røkkur hjørtuni á ferðafólkunum. Og í slíkum førum, meðan ferðamaðurin upplivir Føroyar á ein hátt, sum bert fáir føroyingar sjálvir kenna land sítt. Av sjónum og undir berginum og í holum [...] upplivað henda serstaka jazz á hesum serstøku støðum, verður sagt, eins og sagt verður frá tí trupla í hesum upplivingum, men samstundis tí ógloymandi. Og so kann ein eisini á fløgu ogna sær slíkan tónleik [...] men við einum fiskifari. Og eisini pallurin er serstakur. Nevndar verða holurnar í Nólsoy, Hesti og á Sandoynni og eisini navnframa Klæmintsgjógv. Nevndir verða teir báðir tónasmiðirnir Kristian Blak og
uttan, tá ið várróðurin er. Tá gýtingarfiskurin er komin á várgrunnin, er ein stórur floti av størri og smærri fiskiførum úr øllum Føroyum, ið leitar á Norðhavið at royna eydnuna við snellu. Og okkurt árið [...] árið er heilt væl av stórum og góðum toski komin upp á land. Tá ið líður út á summarið, fækkast teir, ið hava hug at royna við snellu. Tó so, eru altíð nakrir, sum royna so gott sum alt árið. Hesir eru fyri [...] fyri tað mesta menn, ið eru komnir nakað upp í árini og somuleiðis yngri menn, ið hava starv sítt á sjónum, men eru heima í feriu. Árið í fjør mundi vera eitt av teimum allarbestu hjá snellubátunum. Veðrið
Lotið fyllir dúkin, sum spennir seg út og spakuliga fær báturin ferð á og glíður ljóðleyst eftir sjónum. Teir taka dragið og skeytið, og maðurin í rongini tekur stýrisvølin og leggur bátin so nær vindinum [...] ikki eru á lívi, nú selið verður roynt. Hett er vist tað einasta seglið av sínum slagi í landinum í løtuni, so vítt tey vita, siga tey. Gjørt úr føroyskari ull, alt sum tað er. Gamli faðirin, sum á ellisárum [...] seglið væl til hansara. Tey, sum gjørt hava seglið og eftir eru á lívi, vóru øll í bátinum hendan dagin, og latið varð væl at. Sum skiltist á teimum er áhugi fyri seglinum millum onnur, ið hava til stuttleika
“by-the-wind sailors”, vóru skolaðar upp á turt. Jóhannus Hansen, sum arbeiðir á Tjóðsavninum, setti seg í samband við Havstovuna umvegis funkuna “ Sæð okkurt spennandi ” á nýggju heimasíðuni hjá Havstovuni. [...] havøkjum. Hetta ger skrásetingina sera áhugaverda. Velella velella er sera hugtakandi. Hon kennist á lítla, flata, ovalformaða kroppinum, sum er einar 5 til 7 cm í tvørmáti. Týdningarmesta eyðkennið er [...] við vindinum. Liturin er eyðsýndur bláur og violettur, sum hjálpir henni ikki at vera so sjónlig í sjónum. Hóast tær eru skildar við víðagitna portugálska hermannin, eru tær ikki vandamiklar fyri fólk. Stingandi
eftir, hvørji áhugamálini eru. Ein góður eygleiðari av tí, sum rørist á havinum, er Hjaltur Poulsen í Klaksvík, og er hann á sjónum, er hann forvitin eftir at vita, hvat fiskurin etur. Í gjár legði hann [...] er, kryvur hann fiskin og hyggur í magan. Á myndini her omanfyri síggja vit úrslitið, og niðari er mynd av sama toski, áðrenn Hjaltur Poulsen hevur hugt í magan á honum. - Tað sær bara heilt gott út við [...] hýsuni. Her er nógv føði, og fiskurin er væl fyri. Flestu toskar hava fullan maga. Soleiðis skrivar hann á sínum Facebook-vanga í gjár, og hann leggur aftrat, at hetta helst er hvítingsbróður, sum toskurin hevur
Vinnunevndin hevur tí heitt á Vinnumálaráðið um at broyta lógina um hýruvognskoyring, so at hon kann umfata bilar upp til 12 ferðandi. - Hetta veitir eisini kundanum eina størri trygd, við at viðurskiftini fyri [...] prísin fyri ein túr, men við einum gjaldsmálara verður eingin ivi. Prísurin verður tann, ið stendur á taxametrinum, sigur Sjúrður Olsen. Hann sigur seg ikki skula gera seg klókan um, hvørja avleiðing hetta
virka fyri. Annars vísir hon á, at síðani Oyggjaleikirnir byrjaðu í 1985 við 700 luttakarum úr 15 oyggjasamfeløgum, har tey kappaðust í sjey ítróttagreinum, fevna leikirnir á Gotlandi í ár um 2.500 [...] sigur Rigmor Dam. Hon staðfestir somuleiðis, at ÍSF staðfestir, at herdu krøvini bera í sær, at trygd skal verð fyri fíggingini longu tá ið søkt verður um at fáa vertskapin fyri Oyggjaleikirnar.
í Havn. Hetta var eisini støðan, tá Fraklandi var í Føroyum í 2007. Martin Berg vísir á, at tað eru krøv um trygd og annað, ið skulu uppfyllast og hetta verður gjørt. Millum annað fáa teir at vita, at [...] Sjálvandi verður løgreglan á Tórsvølli í annaðkvøld. Tað er hon til allar landsdystir, og dysturin í móti Fraklandi mikukvøldið verður einki undantak í so máta. Talan verður tó ikki um nakran high-risk
út frá, at sterkara ølið verður selt við tí tilmæli, sum TAKS vísir á, og tað merkir, at sterkara ølið verður selt við avgjaldinum á veikara ølinum, sigur Bárður Nielsen. Og sambært Johan Dahl, vinnum [...] alkoholvolumen liggur í fíggjarnevndini í løtuni. Og sambært formanninum, Bárði Nielsen, er eingin trygd fyri, at málið verður liðugt avgreitt innan 1. apríl. - Fyrst mugu vit finna eina semju í nevndini