Betri tænastu til kundan

Gjaldsmálarin skal tryggja kundanum ein rættan og rættvísan prís fyri hýruvognstúrin, sigur Sjúrður Olsen, formaður í vinnunevndini í Tórshavnar kommunu.

Nú letur til, at hýruvognar kring landið fara at nýta gjaldsmálara ella taxametur. Tað er vinnunevndin í Tórshavnar kommunu, ið hevur tikið stig til at gera broytingar í hýruvognslógini. Høvuðsbroytingarnar eru, at hýruvognarnir nú kunnu fáa sær gjaldsmálara ella taxametur, og at hýruvognsstøðirnar nú kunnu fáa sær størri hýruvognar.

 

Sjúrður Olsen, formaður í vinnunevndini, sigur, at talan er einans um at veita kundunum eina betri og tryggari tænastu.

- Við einum gjaldsmálara verður lættari hjá fólki at vita, hvussu nógv túrurin kostar. Vit hava havt onkur dømi, har ósemja hevur verið um prísin fyri ein túr, men við einum gjaldsmálara verður eingin ivi. Prísurin verður tann, ið stendur á taxametrinum, sigur Sjúrður Olsen.

 

Hann sigur seg ikki skula gera seg klókan um, hvørja avleiðing hetta fær fyri prísin.

- Tílíkt velst alt um, hvør startprísurin verður og tað verður upp til hýruvognsvinnuna sjálva at avgera, sigur Sjúrður Olsen.

 

Tað er eisini vinnunevndin, sum hevur biðið um, at tað skal vera gjørligt at hava størri hýruvognar enn nú.

- Vit hava eina hýruvognslóg, ið stýrir hýruvogsnkoyring fyri bilar við undir níggju ferðafólkum. Síðani hava vit eina aðra lóg, ið skipar viðurskiftini fyri bussar við yvir 18 ferðafólkum. Men millum hasi bæði er gráøki, ið liggur uttan fyri skipanina, greiðir Sjúrður Olsen frá.

 

Vinnunevndin hevur tí heitt á Vinnumálaráðið um at broyta lógina um hýruvognskoyring, so at hon kann umfata bilar upp til 12 ferðandi.

- Hetta veitir eisini kundanum eina størri trygd, við at viðurskiftini fyri hesa hýruvognskoyringina verða løgd í fasta skipan, sigur Sjúrður Olsen, formaður í vinnunevndini í Tórshavnar kommunu.