Væl umtóktu holukonsertirnar, sum Norðlýsið og Kristian Blak í brátt mong ár hava skipað fyri í Nólsoy og úti í Hesti, geva bergmál víða um heim. Bylgjurnar føra blásturin víða um heim. Og íblástur gevst til hugvekjandi blaðgreinar um land okkara.
Ein týskari, Philipp Holstein, skrivar grein í blaðnum Rheinische Dusseldorf tann 17. september. Og hann rósar upplivingini av eini holukonsert í Føroyum.
Sagt verður um tónasmiðin Kristian Blak, at hann er ikki í stásinum til konsert, men í anorakki. Og ikki ferðast hann til pallin við toki ella í Jaguar, men við einum fiskifari. Og eisini pallurin er serstakur. Nevndar verða holurnar í Nólsoy, Hesti og á Sandoynni og eisini navnframa Klæmintsgjógv.
Nevndir verða teir báðir tónasmiðirnir Kristian Blak og Sunnleif Rasmussen, sum skriva jazz, føroyskan jazz og føroyskan jazz til holur. Um 2000 fólk hava í farna árið upplivað henda serstaka jazz á hesum serstøku støðum, verður sagt, eins og sagt verður frá tí trupla í hesum upplivingum, men samstundis tí ógloymandi. Og so kann ein eisini á fløgu ogna sær slíkan tónleik til heimanýtslu.
Og væl verður sagt frá einstøku konsertini, ið ferðamaðurin hevur verið við til. Vakurt. Stilli. Munkasangur.
Sagt verður frá um tónaskaldið Blak, sum í 20 ár hevur skrivað holujazz. Tónleik fyri bass, trompet, ljómborð og el-guitar. Og so er tað bergmálið ? ekkóið.
Jú, víst er tónleikur alheimsmál, ið røkkur hjørtuni á ferðafólkunum. Og í slíkum førum, meðan ferðamaðurin upplivir Føroyar á ein hátt, sum bert fáir føroyingar sjálvir kenna land sítt. Av sjónum og undir berginum og í holum. Meðan jazzurin ljómar.










