Sum vindurin blæsur

Hóast vindurin sum orkukelda langt síðan hevur mist sín týdning, verður hann kortini hvønn dag nýttur sum áliti á sjónum. Til stuttleika. Í vikuni fylti hann eitt føroyskt vadmalssegl á einum áttamannafarið

Lotið fyllir dúkin, sum spennir seg út og spakuliga fær báturin ferð á og glíður ljóðleyst eftir sjónum. Teir taka dragið og skeytið, og maðurin í rongini tekur stýrisvølin og leggur bátin so nær vindinum, sum hann kann. Og so er bara at halda kósini og njóta løtuna.
Løtan er í grundini søgulig, siga tey, sum fyri ferðini standa. Seks systkin av Eiði, sum hava gjørt eitt vadmalssegl saman við sjeyndu systrini og faðirinum, sum ikki eru á lívi, nú selið verður roynt.
Hett er vist tað einasta seglið av sínum slagi í landinum í løtuni, so vítt tey vita, siga tey. Gjørt úr føroyskari ull, alt sum tað er.
Gamli faðirin, sum á ellisárum stytti sær stundir við rokkin, varð biðin um at spinna tógv til eitt vadmalssegl, sum latast skuldi bátasavninum í Roskilde í Danmark. Hann spann grátt. Men danir vildu hava hvítt. So tógvið fór ongantíð av hondum hins gamla.
Í staðin tóku døturnar við og hava síðan vovið og og seymað seglið, sum gjørt er eftir gomlum máli.
Seinni eru brøðurnir so komnir uppí og hava verið við til at gera seglið liðugt.
Í vikuni varð seglið roynt við áttamannafarinum Hvalinum, sum Eiðis Fornminnisfelag eigur. Báturin er smíðaður eftir gomlum málum, og passaði seglið væl til hansara.
Tey, sum gjørt hava seglið og eftir eru á lívi, vóru øll í bátinum hendan dagin, og latið varð væl at.
Sum skiltist á teimum er áhugi fyri seglinum millum onnur, ið hava til stuttleika at sigla í frítíðini.