fiskimaður, lærari, háskúlastjóri og rithøvundur. Í fjør kom fyrsti partur av forvitnisligu endurminningum hansara, Grund 1, sum høvdu støði í uppvøkstrinum í Sandvík í 40- og 50-árunum. Annar parturin av endu [...] fer upp á Tvøroyri at ganga í realskúla. Hann lýsir skúlalívið og ymiskt, ið hendi hesi árini á Tvøroyri. Í frítíðini er hann í feitilendi, úti og skjýtur fugl og eisini í Lítlu Dímun og fleygar lunda [...] hann seinast í sekstiárunum kom heim aftur eftir lokna læraraútbúgving í Danmark. Hann gjørdi brátt vart við seg sum rithøvundur og ein maður, ið ikki smæðist at bera sínar hugsanir fram í skrift og talu
silvurbúdleyp. Vælkomst verður í K.F.U.M og K., Klaksvík kl. 18.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. 18. august hava Jógvan og Marta silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Samljóð í Skopun. Tey, ið vilja gleða [...] Páll Fjallsbak, Klaksvík. Vígslan verður í Vesturkirkjuni kl. 16. Um kvøldið verður veitsla fyri innbodnum á Hotel Føroyum. Leygardagin 21. juli kl 14.00 giftast í Sjóvar kirkju Magdalena Olsen, Strendur [...] vælkomin í heim okkara kl. 19. Leygardagin 21. juli giftast Laila Æðustein Poulsen, Tórshavn, og Bergur Thomsen, Hoyvík. Vígslan verður í Ebenezer kl 14.00. Veitslan verður fyri innbodnum á Hotel Føroyum kl
hesaferð, sigur Marner Jacobsen, stjóri í Eik og samráðingarleiðari fyri Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum, stytt AFF. Sum eisini verður greitt frá í tíðindaskrivi, hevur AFF fyri mánaða síðani [...] við, at tað er ein undarlig støða at koma í, tá stjórin í Eik Banka virkar sum samráðingarleiðari fyri Føroya Banka, men hesum er Marner Jacobsen ikki samdur í. - Hetta er ikki ein støða, sum vit hava ynskt [...] sáttmála við Yrkisfelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum, stytt YFF, og hesin sáttmáli er á sama støðí sum tann, ið Fíggjarmálaráðið gjørdi við Starvsmannafelagið fyrr í ár. Hesin sáttmálin millum AFF og YFF umfatar
Petur skal skiljast frá sínum systkum í heimliga umhvørvinum. Eftir mikið stríð í fleiri mánaðir skal lítli Petur í verandi støðu í flogfari mánadagin niður á døgnstovn í Karup kommunu, har pápi Petur bíðar [...] serligum tørvi í Føroyum, so lítli Petur og onnur kundi verið verandi, samstundis sum hon heldur, at býráðið hevur borið seg grundleggjandi skeivt at í málinum um lítla Petur. Landsstýrismaðurin í almanna- og [...] peningin til keyp av húsum og at bera so í bandi, at Petur ikki noyðist av landinum mánadagin, tí tað at skrykkja Petur upp við rót úr trygga sosiala umhvørvinum í Føroyum verður til óbótaligan skaða fyri bæði
landsstýri umsitur tilfeingið. So greiðir vóru teir í strategibólkinum fyri tilfeingið. Mugu klippa snórin Stóri trupulleikin í føroyskum politikki í mun til onnur lond, er, at alt ov nógv tíð og orka fer [...] tilfeingisvinnuna og politisk áhugamál. Keyparar er tað sum umræður Í framløguni hjá strategibólkinum varð millum annað sagt, at í Føroyum verður alt ov nógv hugsað um, hvussu nógv arbeiðspláss eitt virki [...] gjørligt. Í so máta er tað eydnast fantastiska væl. Men tað, sum er avgerandi fyri at eitt virki kann bera seg, er, hvussu høgt kundatalið er. Og tað verður tað als ikki hugsað um í nóg stóran mun í Føroyum
Sosialurin er mest lisnað tíðindablaðið í Føroyum. Tað vísir ein nýggj kanning hjá Gallup Føroyum. Í eitt ár ? frá mars mánaði í fjør til mars mánaði í ár ? hevur Gallup savnað lesaratøl fyri føroysku [...] hetta, sigur Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri. Betra blaðið Sosialurin flutti fyrr í ár av Argjum og í Vágsbotn í miðbýnum í Havn, har Miðlahúsið er blivin ein nýggjur miðdepil hjá blaðnum. ? Vit fingið framúr [...] vísir tað seg, at fólk í øllum aldri lesa Sosialin. Serliga nógv fólk í aldrinum frá 20 til 49 ár lesa Sosialin, meðan lutvíst færri fólk yvir 60 ár lesa blaðið. ? Fólk um alt landið í øllum aldri og við øllum
m at sleppa at hava herstøðir í Føroyum, og tann parturin, ið vildi gjalda mest, skuldi fáa loyvið. Fyrimyndin var Malta, ið hevði stongt bretsku herstøðina á oynni, og í staðin hevði fingið sær samband [...] loysing. Uppskotið, ið er nevnt í Reyðubók, átti sakførarin Halgir Winther Poulsen, og hann nevndi tað fyri ovastanum á Marinustøðini, Kaj Bang. Hetta var í 1972. Láturligt Í dag kemur tað eitt sindur dátt [...] Halgir Winther Poulsen, at hetta brotið er at finna í eini søguligari frágreiðing um Føroyar í kalda krígnum. - Tað kann væl vera, at eg havi nevnt hatta í skemti fyri ovastanum á Marinustøðini, Kaj Bang,
Neistanum seinast í januar mánaði, sigur hann. Betri fyri Og tað er lítið at ivast í, at tað er ein leikari í góðari venjing, sum tá kemur heim. Sjálvur heldur Heini eisini, at hann í dag er betri fyri [...] enn tá hann fór av landinum. - Tað vildi eg í øllum førum mett. Hetta seinasta hálva árið havi eg í øllum førum vant væl meira, enn eg havi gjørt í Føroyum, og umstøðurnar at venja eru jú eisini munandi [...] kappingarárinum, hevur Neistin víst seg sum ein av álvarsligastu biðlunum í oddastríðnum í bestu mansdeildini. Sum støðan er á talvuni í løtuni, so tykjast teir saman við grannunum úr Kyndli og meistarunum
vinna. Støðan í dag er tann, at størsti parturin av fólkunum í føroysku oljuvinnuni eru útlendingar, men tað teljast føroyingar upp í millum. Kanska hetta býtið í framtíðini fer at broytast. Í øllum førum [...] førum fara næmingar úr teknisku skúlunum í Havn og í Klaksvík til Aberdeen seinni í hesum mánaðinum. Teori og praksis Vitjanin hjá næmingunum verður í eina góða viku. Ferðalagið telur sekstan næmingar, átta [...] siga tær báðar í felag. Tær báðar eru í løtuni millum tær 11 á hárfríðkanardeildini hjá Tekniska Skúla í Havn. Tær báðar siga seg eisini vera rættiliga forvitnar fyri at vita, hvat skúlin í Skotlandi hevur
grøna orkuskiftið, mugu vit bara ásanna, at oljunýtslan í vesturheiminum og eisini í Føroyum framhaldandi verður rímiliga stór komandi árini. Tí verður í mong ár tørvur á bæði oljuni og grøna orkuskiftinum [...] londum og vónandi eisini úr Føroyum. Vit kunnu taka Norra sum dømi, har olja varð funnin á Ekofisk í 1969. Norska stjórnin stovnaði í 1983 almenna norska oljugrunnin, sum í dag er verdur umleið 20.000 [...] útlendskum oljufeløgum at gera stórar íløgur í oljuleitingarvirksemi og vónandi eisini oljuframleiðsu á føroyskum øki í framtíðini. Tú kanst stuðla mær og Fólkaflokkinum í hesum til løgtingsvalið 26. mars. Birgir