Sosialurin er landsins størsta tíðindablað

Sosialurin hevur lagt seg fram um øll hini tíðindabløðini í landinum, tá ið tað ræður um lesarar. Ein kanning hjá Gallup vísir, at 53 prosent av øllum føroyingum yvir 15 ár lesa Sosialin. Ábyrgdarblaðstjórin á Sosialinum sigur, at blaðið ætlar liva upp til álitið

Sosialurin er mest lisnað tíðindablaðið í Føroyum.
Tað vísir ein nýggj kanning hjá Gallup Føroyum.
Í eitt ár ? frá mars mánaði í fjør til mars mánaði í ár ? hevur Gallup savnað lesaratøl fyri føroysku bløðini, og úrslitið er, at Sosialurin verður meira lisin enn hini tíðindabløðini.
Ovast á listanum er Vikublaðið, sum verður borið ókeypis í hvørt hús í landinum hvønn týsdagin. Men tá ið tað ræður um tey vanligu tíðindabløðini, sum føroyingar gjalda fyri, hevur Sosialurin størsta undirtøku. 53 prosent av øllum føroyingum yvir 15 ár lesa Sosialin.
? Vit fegnast um, at vit eru blivin størsta tíðindablað í landinum, men vit ætla okkum ikki at leggja okkum afturá nú. Blaðið fer framhaldandi at menna seg, og vit ætla at liva upp til álitið, vit hava fingið frá fólki, og við tíðini skulu vit í enn størri mun gerast fólksins blað, sigur Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum.

Fram um Dimmu
Dimmalætting hevur í nógv ár verið roknað sum størsta blaðið í landinum, men kanningin hjá Gallup vísir, at fleiri fólk lesa Sosialin enn Dimmu. 48 prosent av føroyingum lesa Dimmalætting.
Kanningin hjá Gallup vísir, at eins nógvar kvinnur sum menn lesa Sosialin. 53 prosent av øllum kvinnum og 53 av øllum monnum lesa blaðið.

Fólk taka blaðið til sín
Tá ið hugt verður eftir aldursbýtinum vísir tað seg, at fólk í øllum aldri lesa Sosialin. Serliga nógv fólk í aldrinum frá 20 til 49 ár lesa Sosialin, meðan lutvíst færri fólk yvir 60 ár lesa blaðið.
? Fólk um alt landið í øllum aldri og við øllum áhugamálum lesa okkara blað, og hetta vísir bara, at fólk hava tikið Sosialin til sín. Eg meti, at tann fjølbroytti tíðindaflutningurin hjá okkum eigur ein stóran part av heiðrinum fyri hetta, sigur Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri.

Betra blaðið
Sosialurin flutti fyrr í ár av Argjum og í Vágsbotn í miðbýnum í Havn, har Miðlahúsið er blivin ein nýggjur miðdepil hjá blaðnum.
? Vit fingið framúr góðar fysiskar karmar, og tað, sum vit nú arbeiða við, er at menna tað redaktionella arbeiðið og umstøðurnar, so vit fáa eitt enn betri blað, sigur Jan Müller.
? At so nógv fólk lesa blaðið, og at vit eru blivin størsta tíðindablaðið í landinum, setir bara størri krøv til okkum, og vit ætla at liva upp til hesi krøv. Vit skulu royna at gera alt betri, sigur ábyrgdarblaðstjórin á Sosialinum.


***

Fakta

Gallup hevur kannað, hvørji bløð føroyingar lesa. Úrslitið er niðanfyri, og prosentini skulu lesast sum allir føroyingar yvir 15 ár.

Oyggjatíðindi8%
Vinnuvitan10%
Norðlýsið13%
FF-Blaðið16%
Trúboðin19%
Kvinna30%
Dimmalætting48%
Sosialurin53%
Vikublaðið64%