Grund 2 úkomin

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur nú út annan part av endurminningum hjá Steinbjørn B. Jacobsen

Steinbjørn telist millum teirra, sum flest allir føroyingar kenna, síðan hann seinast í sekstiárunum kom heim aftur eftir lokna læraraútbúgving í Danmark. Hann gjørdi brátt vart við seg sum rithøvundur og ein maður, ið ikki smæðist at bera sínar hugsanir fram í skrift og talu.
Virðing og eymleiki
Steinbjørn er sandvíkingur, fiskimaður, lærari, háskúlastjóri og rithøvundur. Í fjør kom fyrsti partur av forvitnisligu endurminningum hansara, Grund 1, sum høvdu støði í uppvøkstrinum í Sandvík í 40- og 50-árunum. Annar parturin av endurminningunum byrjar, tá ið hann fer upp á Tvøroyri at ganga í realskúla. Hann lýsir skúlalívið og ymiskt, ið hendi hesi árini á Tvøroyri. Í frítíðini er hann í feitilendi, úti og skjýtur fugl og eisini í Lítlu Dímun og fleygar lunda. So fer hann til skips; fyrst við Yvonnu, ið Jóan Petur hjá Móritsi førdi, við línu og snøri undir Grønland og seinni á sild. Síðan við íslendskum útróðrarbáti og trolara.
Við virðing og eymleika lýsir hann bygdamenninar og skipsfelagarnar og skrivar livandi um lívið um borð á bæði danguni, útróðrarbátinum og trolaranum. Fyri lesara, ið ikki hevur upplivað slupplívið og bara hoyrt um línu- og snørisfiskiskapin undir Grønlandi og sildafiskiskapin við gørnum undir Føroyum, er hetta stak áhugaverdur lesnaður. Eisini lýsingin av útróðri í Íslandi og trolaralívið har, sum mangir føroyingar upplivdu í fimtiárunum. Sum vera man, verða samfelagsviðurskifti mangan havd á lofti; serliga sjónski munurin á Føroyum og Íslandi tá.
Hann fer so til Danmarkar at lesa til lærara, og bókin endar, tá ið hann við konu og nýføðingi vendir aftur Føroya at starvast sum lærari. 
Konsekventur
Sum lesari situr tú eftir við kenslu av, at rithøvundurin er sera konsekventur maður: hevur hann tikið eina avgerð, so vendist ikki aftur. Tá ið hann hugsar um lívsleiðina, skrivar hann soleiðis:
Sjálvur var eg í roynd og veru losnaður frá bygdini, tá ið eg fór upp á Tvøroyri at ganga í skúla. Men í minninum um hetta summarið er einki sorgblítt beinleiðis farvæl. Alt, sum eg havi upplivað við Yvonnu og í Íslandi, fyllir sinnið, og ikki um at tala framtíðin. Hugt verður frameftir.
Um eg longu tá hevði tikið yrkingina: Har hånd du lagt på Herrens plov, da se dig ej tilbage, til mín, minnist eg ikki. Kanska fekk eg ikki tá sett orð á hesar kenslur, men tær hava verið har fyri tí. Og soleiðis mundi tað vera hjá fleiri. Nógvar óítøkiligar hugsanir og ætlanir, meðan gerandisdagurin gekk sína vanligu gongd. Men summar ætlanir vóru til veruleika í broyttum líki.