Ferð
At oljuvinna so smátt er farin at gera seg galdandi í Føroyum hevur fingið ymsar fylgjur. Umframt, at flestu føroyingar droyma um ómetaligt oljuríkidømi, so hevur hetta eisini merkt, at fleiri føroyingar eru farnir aktivt upp í oljuvinnuna. Eisini hava fleiri føroyingar valt at útbúgva seg innanfyri oljuvinnuna, tá ið tey hava sannað, at tað eru pengar at vinna.
Støðan í dag er tann, at størsti parturin av fólkunum í føroysku oljuvinnuni eru útlendingar, men tað teljast føroyingar upp í millum.
Kanska hetta býtið í framtíðini fer at broytast. Í øllum førum fara næmingar úr teknisku skúlunum í Havn og í Klaksvík til Aberdeen seinni í hesum mánaðinum.
Teori og praksis
Vitjanin hjá næmingunum verður í eina góða viku. Ferðalagið telur sekstan næmingar, átta úr hvørjum skúla. Tey fara avstað 26. november og koma aftur 3. desember. Meðan næmingar eru yvir í Aberdeen, so skulu teir halda til á einari oljudeild hjá Aberdeen College. Næmingarnir skulu sita á skúlabeinki fyrrapart. Seinnapartin av degnum fáa næmingarnir veruliga møguleikan at royna seg og at fáa fingrarnar skitnar. Næmingarnir verða býttir í bólkar og koma at halda til á nøkrum sum líkist einum eftirgjørdum boripalli.
Tað er Asset (Aberdeen College), sum hevur bjóðað føroyskum næmingunum til Skotlands at læra meira um oljuvinnuna. Eftir hvat skilst á lagnum, so fara tey at taka sær væl av føroysku næmingunum. Næmingarnir skulu ikki hava annað enn sínar persónligu lutir við, alt hitt verður syrgt fyri frá skotskari síðu.
Ferðin verður fíggjað úr Føroyum, og næmingarnir sjálvir skulu ikki gjalda fyri ferðing ella uppihald.
Glaðar fyri møguleikan
Tveir ella rættari sagt tvær av teimum, sum skulu til Skotlands seinni í mánaðinum, eru Eva Maria Gregersen og Bergtóra Joensen. Tær eru ávíkavíst av Eiði og úr Fuglafirði. Báðar eru tær SIT´arir. Tá ið tær báðar frættu um túrin til Skotlands, so tóku tær beinanvegin støðu til, at hetta var nakað, ið tær kundu hugsað sær at roynt. Tær meldaðu seg til, og tað vísti seg eisini, at tær sluppu við.
-Vit rokna við, at hetta verður eitt spennandi upplivilsi, og hetta er eisini eitt heldur serligt høvi, siga tær báðar í felag.
Tær báðar eru í løtuni millum tær 11 á hárfríðkanardeildini hjá Tekniska Skúla í Havn. Tær báðar siga seg eisini vera rættiliga forvitnar fyri at vita, hvat skúlin í Skotlandi hevur at bjóða uppá, og tær avvísa ikki, at hetta kann fara at ávirka tær framtíðar yrkisleið, men fyrst og fremst vilja tær sleppa at royna hetta.
Tær siga seg hava gott mót, og tær gleða seg til at fáa tað síðsta tilfarið, áðrenn tær skulu avstað.










