altso á Internetinum. Tað eru nú gott og væl tvey ár síðani, at føroyingar í Føroyum fingu høvi at »surfa« á internetinum, ella »at rógva út«, sum málfrøðingarnir vilja hava okkum at siga. Røddir hava verið [...] um 5.000 í tali higartil. Tað eru sjálvsagt fleiri bløð undan okkum, sum hava fingist við internetútgávu. Í Danmark eru tey fleiri, men har eru tey komin eftir, at hetta ikki er tann stóra inntøkukleldan [...] heimsumfatandi vevi - internetinum, har tú hevur møguleikan at »ferðast« kring allan knøttin uttan nakað hóvasták og uttan nakað eftirlit. At Internetið var ein risastórur miðil, løgdu vit okkum alt fyri
burtur úr, at danska stjórnin ætlaði at taka undirgrundina aftur frá føroyingum stutt eftir, at hon varð komin á føroyskar hendur. Hetta hevur verið frammi áður, men tað er greitt, at hetta er gott ?stoff [...] harvið at hava hollari vitan um møguleikarnar at finna olju. Er tað so, at bretska stjórnin situr inni við upplýsingum um Hvíta økið og inn at føroyskum øki, sum vit ikki hava, so er greitt, at talan er [...] sleppa at gera hetta til nakran kardinalspurning, tí vit vita jú ikki, um nøkur olja er til. Hinvegin eiga vit eisini at vera ómetaliga varin við ikki at favorisera donsk virki fram um onnur, nú tað er so
sum er í okkara lítla samfelag. Onkur heldur, at her er bara talan um drykkjuskap og ólevnað. Ein skal vara seg við at generalisera, tó at stevnurnar kunnu gerast í so drykkjukendar. Men hetta er so eisini [...] tjóðina Føroyar, tá hon er mest lívsjáttandi. Børn sum vaksin í føroyskum búnað eru ein partur av hesi lívsjáttan og somuleiðis gleðini og stoltleikanum um hetta at vera føroyingur og at búgva í Føroyum. STEVNURNAR [...] Fjølmiðlarnir gera, at stevnurnar gerast landsstevnur, har øll hava møguleika at fylgja við. Eisini bløðini kunnu hava sín týdning. Sosialurin ynskir at kenna sína vitjunartíð og fara vit í ár at skipa fyri serstøkum
vit, at fólk fara ikki at drekka minni bara við at nokta fleiri skeinkiloyvi. Vit kunnu staðfesta, at drykkjumynstrið í Føroyum er broytt seinastu seks árini: Fólk eru farin at drekka øðrvísi, og er tað [...] sigur kommunan, at skipanin við skeinkiloyvum avlagar kappingina. Tað verður tí spennandi at frætta, hvat nýggi landsstýrismaðurin í vinnumálum, Finnbogi Arge, fer at gera: Fer hann at geva matstovum og [...] vendst ikki aftur - rúsdrekkasøla í Føroyum er komin fyri at vera. Broytingar í rúsdrekkalógini í framtíðini fara helst at snúgva seg um skeinkiloyvini. Skipanin við rúsdrekkasøluni virkar sum væntað, og verður
altjóða dyst á ólavsøku, og tað verður helst fyrstu ferð, at besta liðið hjá hvørki HB ella B36 verður at síggja í Gundadali undir tjóðarhátíð okkara. VIT á Sosialinum fara sum vant at gera okkara ítarsta til [...] til eftir førimuni at fylgja við fótbóltinum, sum er tann ítróttargreinin, sum hevur so nógv tann størsta áhugan millum manna. Men tað merkir tó ikki, at aðrar ítróttargreinar verða við sviðusoð. Kappróðurin [...] eisini í Føroyum fara fólk ivaleyst at sita nógv frammanfyri skíggjunum tann mánaðin, kappingin stendur á. ANNARS vóna vit eisini, at lesararnir kunnu gera sítt til at gera ítróttin í Sosialinum so áhugaverdan
sveinaroynd. Talan er um samráðingarnar við danir. FUNDUR er fráboðaður at vera í næstu viku í Keypmannhavn. Og eftir øllum at døma eru partnir vornir samdir um samráðingarhátt og -karmin. Tað er so eitt stig [...] helst fer tað ikki at vera so primert mál á hesum sinni. EITT mál, sum eftir okkara tykki hevur eins stóran fyri ikki at siga størri týdning enn bankaendurgjald er marknatrætan við bretar. Tað er eitt mál [...] álvarsligt, at her eigur einki at verða latið upp til tilvildina. Nú mugu landsstýrið og Uttanlandsnevnd viðgera málið í størsta álvara og gera tað skilabesta. Hvørvítt tað er at taka tað upp á politiskum
ið fæst við at hyggja eftir virkseminum, sum er. Ella er hetta nú allur veruleikin kundi verið spurt? HVUSSU og ikki so er tað ómøguligt at fáa íbúð í miðstaðarøkinum. Tað er ómøguligt at fáa barnaans [...] áður tosaðu um arbeiðsloysi, so er nú torført at fáa størv sett. Í ávísum bransjum eitt nú innan telduverðina tykist tað at vera torført at fáa fólk og fer hetta at vera ein stórur trupulleiki í næstu framtíð [...] hvussu viðbrekið okkara samfelag er og er hetta eisini nakað, sum okkara politikarar eiga at taka við, nú tá tað verður lagt so hart út á sjálvstýrisleið. Eingin ivi er um, at flestu føroyingar vilja meira
koma at kveikja lív í eitt bæði mentanarligt og vinnuligt samstarv. Hesum bjóða vit vælkomnum og vóna, at føroyingar og hetlendingar fara at troyta møguleikan at vitja hvør annan. Tað er greitt, at eisini [...] Norrøna? stevnir inn á Havnina, plagar at verða tikið til, at summarið er komið. Mánadagin kemur Norrøna til Føroya á sínum fyrsta túri í ár. Vert er at bíta merki í, at Smyril Line hevur víðkað um sesongina [...] og vansar við sær. Tá DFDS gavst at sigla uppá Føroyar og Norrøna legði leiðina til Esbjerg, varð hetta hildið at vera skilagott, tí fyri tað fyrsta var tað lættari at koma til og frá Esbjerg til restina
Olafsynni mandat til at finna eina skilagóða loysn. Kann vera at vit kortini ikki semjast við bretar, men hinvegin er eisini møguleiki fyri, at málið nú er so nógv mýkt, at tað ber til at finna eina nøktandi [...] samráðingarloysn! Tað er ein sannroynd, at bæði Bretland og Føroyar hava fingið nýggja stjórnir, og átti hetta at verið ein orsøk til at fingið gongd á. Harvið er ikki sagt, at føroyingar skulu til at slaka og [...] í Bretlandi. Tað er eingin loyna, at oljuídnaðurin í Bretlandi í løtuni er við at leggja trýst á bretsku stjórnina at fáa loyst málið, soleiðis at ídnaðurin sleppur út í stóra Hvíta økið at leita. Bretski
minnilutastjórn, tá brúk ikki er fyri tjóðveldinum meira. Og kann tað hugsast, at ?ynskið? at fáa tjóðveldisflokkin við í samgongu bara hevði til endamál at fáa tað at síggja út sum, at fólkaflokkur og sjálvs [...] bara um grundlógina. UM hetta er so, má sigast, at tjóðveldisflokkurin í veruleikanum er farin út í Tinganes at umsita luft, í hvussu er á tí ríkisrættarliga økinum. At tað ikki ruggar rætt í samgonguni [...] ?desperat? roynd at sissa eitt nú vinnulívsmenn í fólkaflokkinum. TAÐ er ikki okkara uppgáva at seta kílar millum flokkarnar í nýggja landsstýrinum eins lítið tað er okkara uppgáva at marknaðarføra teirra