hvønn mun tú skal leggja størri dent á skattir og avdráttir ol. ella tú skal fáa inntøkurnar gjøgnum luttøkuna av einum almennum oljufelag - ella bæði tvey. Árni Olafsson sigur víðari, at man hevur ta fatan [...] aftur ein politisk avvegan um, hvat er skilagott og ikki. Sjálvur hevur hann ikki hug at siga, um tað er rætt ella skeivt við almennari luttøku í leitingini, men vísir til oljufrágreiðingina, har tað verður [...] grund var til at ivast í, um man í bræði kundi fáa eitt oljufelag, sum var fíggjarliga nóg sterkt til at kunna gera seg galdandi. Eg má tí viðganga, at tað er eitt positivt yvirraskilsi, at tað hevur eydnast
gransking ella gjarna vilja hava tað at síggja fløkt út, siga teir báðir, sum júst hava spælt ein sjónleik fyri 80.000 fólkum, sum snúði seg um, hvussu menniskju vórðu til av fyrsta sinnið. Sjálvur hevur Peter [...] skúlanum, og tí helt hon tað kundi verið stuttligt at royna at greiða frá ymsum, tú sært, tá tú gongur í fjøruni. Millum annað hevur hon greitt frá, hvussu skeljar flyta seg, og hvar tey ymsum sløgini av tara [...] undirvísingini. Til at fortelja um alt hetta, hava stigtakararnir fingið beiggjarnar Anders og Peter Lund Madsen, sum báðir eru sannførdir um, at gransking ger tað nógv stuttligari at vera til. Tí um man tímir
grannalondum. Men hvat skulu vit so gera, pápi, spurdu børnini so? Ja, tað var ein stórur spurningur. Vit kunnu kanska bíða til seinni um kvøldið, tí tá kunnu vit jú spæla black jack ella roulettu í Vikingbar [...] eitt sinidur inn á Informatiónina, sum tú hevur á ferðaseðlinum. Har stendur ein dagseting og tíð og har stendur longd á tínum bili. Men tað stendur ongastaðni, nær tú skal møta, og tað stendur heldur onki [...] vit ynsktu at ferðaskrivstovan hjá Norrønu skuldi hjálpa okkum at ordna ein túr til Italia. Men tað høvdu teir ikki tíð til, tað máttu vit ordna sjálv, so tað gjørdu vit so. So komu vit umborð. Tað skal
viðmerkingar til okkurt, sum tú ikki var vanur at síggja, og sum tær antin dámdi ella ikki dámdi; tað kundi vera ein laðaður ella stoyptur garður ella eitt sjáldsamt húsasnið. Ja, abbi, nú hevur tú lagt gongustavin [...] var og tú varðaði av honum, hevði tú okkum við – á Homrunum og í Botni ella tá hann gekk innistikaður á Miðisbyrgi ella norðuri á Dalinum. Og ikki um at tala, tá tá tú fór at geva seyðinum, tú føddi inni [...] Ja, nú bleiv manntómt inni á Bakka, nú tú fór frá okkum, Kristoffur-abbin, sjálvan adventssunnudag í árinum, sum fór. 81 ár bleiv tú. Hóast høga aldurin var tú fúsur og ferðugur – líka inntil síðsta summar
tóktist eisini vera viðvirkandi til, at einki sást til hvørki fátækradømi ella korruptión. At eta er at liva Tá ferðast verður til onnur lond, er tað aloftast mentan, vinnulív ella landslag, sum hugtaka mest [...] klørnar á trý-klørna-tindinum vóru stórfingnar. Einki sást til koldálkandi ídnaðarkollveltingina. Og meðan tú friðaliga spákaði fram við vatninum, bar til at ímynda sær, hvussu sosialistiski kommunisturin í sínari [...] millum teirra, sum hava serligan alsk til mat. Hevur hug at royna tey ymsu lokalu sereyðkennini, og tí vóru vónirnar um hetta ikki so stórar, eftir at hava lisið faldaran frá politikken. Hesin lýsti nevnliga
tey vaksnu leggja til rættis, og børnini gera tað, sum tey verða biðin um at gera. Men Adrian Justinussen hevur ikki lært seg at skjóta fríspark í planlagdari venjing. Tað hevur hann lært seg í frítíðini [...] ung hava betri atgongd til spæl og venjing í einum frælsum umhvørvi uttan vaksin, sum diktera og venjarar, sum bestemma. So kunnu pengarnir fara til annað mentanarvirksemi, sum hevur nógv minni játtan enn [...] hátt. Her fáa tey høvið til at gera tað, sum tey ynskja sær, og her kemur drívmegin innanífrá. Í mun til stýrda venjing menna tey aðrar førleikar og fáa møguleikan at uppdaga, hvat tey tíma og duga allarbest
einaferð skemtiliga tók til: Í Danmark hevði eg ein heilan metur á bókahillini at halda meg til sum málsviðgera, her havi eg ein reglugerð, sum er á stødd við eitt Anders And blað! Her hevur bara gingið tann [...] økini á sosiala økinum: til tørvin á ellis- og røktarheimum, tørvandi bústaðir til rørslu- og menningartarnaði, vánaligu pensjónsviðurskiftini, alt ov fáar tímar í fólkaskúlanum til børn við serligum tørvi [...] tíð. Eg mátti lesa ly´singina fleiri ferðir fyri at vissa meg um, at eg hevði lisið rætt. Hesin hjálparstovnur, sum hevur øll tey brekaðu í Føroyum sum viðskiftafólk, tað veri seg rørslutarnað, menningartarnað
heilanum, og tú hvørki kanst ella eigur at lóggeva um orð og vendingar. Tað ber heldur ikki til. Tað ber ikki til at siga at eitt nú Føroysk orðabók frá 1998 verður lóggildað, soleiðis, at tú bara skalt [...] nútíðarmálið, ella tekur tað í álvara. Ístaðin fyri er tað peikifingurin, sum sigur, at tú skalt brúka hann stóð framman fyri málið og ikki framman fyri málinum. Her má eg so spyrja, hvat tú heldur um ein [...] fjølmiðlum, hevur ein almennur málpolitikkur síni ørindi at røkja, tí tað er óneyðugt at hava danska talu ella enska við donskum teksti til natúrusendingar o.s.fr. Vit mugu fáa hesar týddar til føroyskt,
fer at forvinna pening. - Tað sigur seg sjálvt, at skalt tú hava íleggjarar, so mást tú vísa á, at tað ber til at forvinna pening upp á tað, sum tú gjørt. - Men her og nú er tað ikki tann parturin, sum vit [...] brúkarar, so ber væl til at skapa forrætningsmodellir – eitt nú við beinleiðis sølu til endabrúkaran. Innan nógv onnur produkt, skalt tú kenna eina rúgvu av demografiskum og øðrum dátum, um tú skalt raka kundan [...] víni. Við myndatólinum á snildfonini kanst tú skanna etikettuna, og lítla løtu seinni hevur tú ymsar upplýsingar um vínið. Eitt nú slag, vínøki, árgangur, hvat onnur halda um vínið, prísur, nærmasta sølustað
Viðvíkjandi myndum, so hava vit ikki myndir, har fólkini (til dømis særd fólk, ella fólk, sum eru eru beinleiðis við í vanlukkuni) síggjast. Hvat meta tit er góður fjølmiðlasiður í hesum sambandi? - Sum [...] Deyð ella horvin fólk eiga ikki at verða nevnd við navni ella á annan hátt kunna kennast aftur uttan so, at tey, ið varða av, frammanundan eru kunnað. Havið fyrilit fyri fólki í sorg ella sálarligari [...] Portalinum, so er tað altið ein meting frá hending til hending. Allar støður eru ymiskar, og tí ber illa til at hava nágreiniligar leiðreglur um hvat vit gera og ikki. Í øllum førum royna vit at vera varin