Fjølmiðlarnir svara spurningum um myndir av ferðsluóhappum

Føroysku fjølmiðlarnir skriva javnan um vanlukkur og ferðsluóhapp, tí tað í sær sjálvum altíð eru søgur, sum hevur áhuga millum fólk

Vit hava spurt nakrar av aktivu net-miðlunum, um teir hava nakrar leiðreglur viðvíkjandi myndum av ferðsluóhappum, sum verða brúktar í greinum, og hvørjir tankar teir hava um hetta

 

VP.fo: 
Meting um hvat er borðbært

Hava tit nakrar leiðreglur um myndir av ferðsluóhappum?

- VP hevur ikki nakrar niðurskrivaðar leiðreglur um at deila myndir av ferðsluóhappum. Tað er altíð ein meting í hvørjum føri sær, hvat er borðbært og ikki.

Hvat meta tit er góður fjølmiðlasiður í hesum sambandi?

- Føroyska samfelagið er eitt lítið samfelag, har øll kenna øll, og tí er tað góður fjølmiðlasiður at vera varin í at deila myndir frá ferðsluóhappum, tvs. ongar nærmyndir ella ógvisligar myndir. VP ger annars ikki nógv við at skriva um ferðsluóhapp, sum aðrir miðlar gera.

Hava tit upplivað, at fólk hava vent sær til tykkara fyri at fáa eina mynd burtur aftur?

- Tá ið fólk venda sær til VP og vilja hava eina mynd burtur, so verður tað gjørt beinanvegin. Men hetta hava næstan bert verið myndir í sambandi við musikkfestivalar, og er hent einar tvær-tríggjar ferðir síðani 2007, tá ið VP kom á marknaðin.

 

In.fo:
Vit nýta leiðreglurnar fyri góðan fjølmiðlasið

Hava tit nakrar leiðreglur um myndir av ferðsluóhappum?

- Jú, vit hava rættiligar greiðar leiðreglur um myndir av óhappum og vanlukkum. Tá talan er um álvarsliga vanlukkur, so skriva vit sum útgangspunkt einki, fyrr enn váttan er frá løgregluni. Viðvíkjandi myndum, so hava vit ikki myndir, har fólkini (til dømis særd fólk, ella fólk, sum eru eru beinleiðis við í vanlukkuni) síggjast. 

Hvat meta tit er góður fjølmiðlasiður í hesum sambandi?

- Sum grundreglu nýta vit »Leiðreglur fyri góðan fjølmiðlasið«, har tað í gerin 4.6 stendur soleiðis: »Hugsið um tey raktu, teirra avvarðandi og vitni, tá ið vanlukkur og brotsmál verða umrødd. Deyð ella horvin fólk eiga ikki at verða nevnd við navni ella á annan hátt kunna kennast aftur uttan so, at tey, ið varða av, frammanundan eru kunnað. Havið fyrilit fyri fólki í sorg ella sálarligari kreppu.«

- Markið fyri, nær ein mynd verður kunngjørd, er tá tú kennir fólk aftur, og sjálvandi alt eftir, hvussu álvasamt eitt óhapp ella vanlukka er. Er talan um álvarsligar vanlukkur – kanska um deyða, so er markið nógv strangari.

Hava tit upplivað, at fólk hava vent sær til tykkara fyri at fáa eina mynd burtur aftur?

- Ja. Vit meta um tað í hvørjum einstøkum føri, og tað er meira enn so komið fyri, at vit hava tikið myndir burtur, tí onkur hevur kent, at vit hava gingið teimum ov nær. Tað er ikki altíð, at vit eru samd um, hvar markið gongur, tá tað er mál, sum eftir okkara tykki eru smálutir, men tað kemur meira enn so fyri, at vit laga okkum eftir tí, sum fólk, ið vóru partur av óhappinum halda.

 

Portal.fo:
Vit royna at vera varin 

Hava tit nakrar leiðreglur um myndir av ferðsluóhappum?

- Tá tað snýr seg um myndir av ferðsluóhappum á Portalinum, so er tað altið ein meting frá hending til hending. Allar støður eru ymiskar, og tí ber illa til at hava nágreiniligar leiðreglur um hvat vit gera og ikki. Í øllum førum royna vit at vera varin og millum annað koyra bjálka omanfyri nummarplátu, um hon er sjónlig. Vit vísa heldur ikki fólk, sum eru komin til skaða á myndunum.

Hava tit upplivað, at fólk hava vent sær til tykkara fyri at fáa eina mynd burtur aftur?

- Tað kemur fyri, at fólk - serliga avvarðandi - heita á okkum um at fáa eina mynd tikna av aftur. Í flestu førum hava vit eftirlíkað hesum ynskinum, men tað vil eisini altíð vera ein meting.

 

Jn.fo:
Vilja fyrst vita hvat er hent

Hava tit nakrar leiðreglur um myndir av ferðsluóhappum?

- Áðrenn vit leggja nakra mynd út av ferðsluóhappi, vilja vit vita, hvat er hent. Og meta har frá um ein mynd av ferðsluóhappinum skal út ella ikki. Um ein vanlukka er hend, brúka vit næstan altíð um ikki altíð eina savnsmynd av løgreglubili- ella manni.

Hvat meta tit er góður fjølmiðlasiður í hesum sambandi?

- Góður fjølmiðlasigur er at vita, hvat er hent, áðrenn nøkur grein verður løgd út. Vit lata ofta vera við at skriva um ferðsluóhapp beinavegin, tá ið vit fáa tað at vita, tí vit vilja hava støðuna lýsta frá løgregluni fyrst.

Hava tit upplivað, at fólk hava vent sær til tykkara fyri at fáa eina mynd burtur aftur?

- Ja, vit hava upplivað tað, og meta í einstaka førinum um myndin skal av ella ikki.