Hoyvíkingur á heimstindinum

Vivino, sum er stovnað av 41 ára gamla hoyvíkinginum, Heina Zachariasen, er longu heimsins størsta vín-app, men tað í sjálvum sær er ikki nóg mikið. Saman við familjuni er Heini nú fluttur til San Fransisco, har møguleikarnir og marknaðurin er nógv størri enn tað, sum kann røkkast úr Danmark

Ímynda tær, at tú og makin sita á eini matstovu, og brádliga kemur tú eftir, at vínið hetta kvøldið er framúrskarandi. Vivino-appin er sjálvandi á snildfonini, og við henni tekur tú mynd av fløskuni. Lítið sekund seinni veitst tú, hvat vín talan er um, hvat fløskan kostar, og hvar nærmasta sølubúðin við júst hesum víninum er. Bústaður og kreditkort-nummarið hjá tær eru goymd hjá Vivino, og so er skjótt og ómaksleyst at bíleggja vínið, sum næsta dagin verður veitt til dyrnar.

Heilt so langt frammi er vín-appin, Vivino, ikki enn, men stendur tað til 41 ára gamla hoyvíkingin, sum stendur á odda fyri fyritøkuni, so er hetta bert eitt av mongum hugsandi framtíðarstøðum.-


Vín fyri øll

Tá Heini Zachariasen fyri fýra árum síðani valdi at takka fyri seg í Bullguard, har hann var bæði stjóri og ein av stovnarunum, hevði hann sum mál, at hann skuldi gera okkurt, sum var stuttligari.

- KT-trygd er í sjálvum sær ikki serliga áhugavert. Eg kendi tað, sum var mín íverksetaraleiklutur í hesum runnin, og eg vildi fegin royna at gera okkurt nýtt. Samstundis hevði eg sett mær fyri, at tað nýggja eisini skuldi vera eitt spennandi produkt.

Hví gjørdist talan so júst um eina vín-app?

- Tað hevur sjálvandi nakað við marknaðin og við sjálvt produktið at gera. Vínmarknaðurin er jú risastórur, og marknaðurin hjá snildfonum gerst bara størri. Samstundis sá eg her møguleika fyri at gera eitt produkt, sum var heilt serstakt.

- Tí gaman í eru eisini aðrar vín-appir, men felags fyri nógvar av hesum er, at tær eru fyri veruligar vínkennarar. Felagsnevnarin millum Vivino og Bullguard er, at her er talan um software til vanliga borgaran. Tað er ein sera kritiskur faktorur í okkara virkisgrundarlag, tí tað ger, at vit kunnu raka eina nógv breiðari fjøld, enn ein elitu-fokuserað app kann gera. Ja, tú kanst næstan kalla tað eina kvøðuljóma-útgávu av eini vín-app.


Tolin kapitalur

Ímyndin, sum er nevnd omanfyri, er ikki veruleiki enn. Og sjálvur tykist Heini ikki leggja so øgiliga nógv í, hvussu Vivino í framtíðini fer at forvinna pening.

- Tað sigur seg sjálvt, at skalt tú hava íleggjarar, so mást tú vísa á, at tað ber til at forvinna pening upp á tað, sum tú gjørt.

- Men her og nú er tað ikki tann parturin, sum vit hugsa mest um. Vit skulu hava brúkarar, og vit skulu hava nógvar brúkarar. Í seinasta mánaði komu vit upp á tvær milliónir brúkarar, og eg eri errin av, at Vivino í dag er nógv tann mest nýtta vín-appin í heiminum. Í løtuni fáa vit á leið 10.000 nýggjar brúkarar um dagin, men málið er nógv meira enn tað. Hava vit nóg nógvar brúkarar, so ber væl til at skapa forrætningsmodellir – eitt nú við beinleiðis sølu til endabrúkaran. Innan nógv onnur produkt, skalt tú kenna eina rúgvu av demografiskum og øðrum dátum, um tú skalt raka kundan nóg væl. Tað leggja vit einki í, tí vit vita, hvat tú drekkur, og tað er eina sera virðismikil vitan. Í øllum førum eri eg ikki bangin fyri, at vit ikki finna hættir at forvinna pening upp á til ta tíð, men tann tíðin er bara ikki komin enn.

Og so kann leggjast afturat, at tað eru fleiri munagóðir íleggjarar, sum eisini síggja stórar møguleikar í Vivino. Longu í 2010 kom Skype-milliarderuin, Janus Friis, við milliónaupphædd, og árið eftir kom danska Seed-Capital við í leikin. Í 2012 kom svenska Creandum, sum eitt nú var við til at menna Spotify frá svenskari kjallarafyritøku til altjóða tónleikarisa, og fyrr í ár kom higartil nógv tann størsti íleggjarin, tá Balderton Capital setti ikki minni enn $10,3 milliónir í verkætlanina.

- Øll hesi eiga sín stóra leiklut í, at vit eru komin somikið væl áleiðis. At vit á henda hátt hava tolnan kapital at arbeiða við ger, at vit fáa frið til at vaksa um grundarlag okkara, áðrenn vit verða noydd at hugsa um sjálvan vinningin. Tí tann tíðin fer sjálvandi eisini at koma, sigur Heini Zachariasen.


San Fransisco er nalvin

Í august mánaði í ár varð enn eitt stórt fet tikið á kósini, sum varð sett fyri trimum árum síðani. Júst farin um tey 41 valdu Heini og konan, Maibritt, at selja raðhúsið og Mazda-bilin í Kastrup. Tey trý børnini og hundurin vórðu øll við í viðførinum, tá kósin varð sett móti USA, og nú verður Vivino rikið úr nýggja bústaðnum í San Fransisco. Og tað í sjálvu sær er avgjørt ikki av tilvild.

- Danmark er í nógvar mátar eitt gott land, tá tú arbeiðir innan KT. Har eru dugnalig starvsfólk fyri ein rímiligan prís, og tað ber langt í sjálvum sær. Innan vín er Danmark tó ikki nakað stórt land. Sjálvandi er nýtslan fyri hvønn borgara hampuliga stór, men sum framleiðari er Danmark ein bagatell. Her eri eg miðskeiðis millum Silicone Valley, sum er heimins KT-høvuðsstaður, og Napa Valley, sum er størsta vínøkið í USA, so hetta er at kalla heimsins nalvi. Í menningararbeiði okkara eru vit eisini støðugt í samband við eitt nú Google og Apple, og tá er tað ein risa fyrimunur, at eg eri staddur her hjá teimum, sigur Heini.

- Hartil er hetta jú ein fantastiskur marknaður. USA er í fullari ferð við at yvirhála Frakland sum størsta vín-drekkaraland í heiminum. Her búgva eini 300 mió fólk, og siga vit, at helmingurin hevur eina snildfon, so er skjótt at staðfesta, at møguleikarnir eru risa-stórir. Og kann eg gera vart við meg her, so hoyrist tað eisini betur. Við allari virðing fyri donskum fjølmiðlum, so er ein stórur munur á, um eg tosi við ein blaðmann hjá Børsen ella Wall Street Journal. Tosar tú um KT, so er tað bara ein sannroynd, at alt dryppar niðureftir frá San Fransisco og Silicone Valley, sigur Heini.

- Hinvegin eru at kalla øll hini starvsfólkini í Danmark, umframt at partur av arbeiðinum verður gjørt í Ukraina og India. Her í San Fransisco er mest sum vónleyst at kappast um bestu fólkini innan KT-menning, og í øllum førum verða tey ekstremt dýr.

***

Vivino


Vivino er í dag heimsins størsta vín-app. Skipanin er ein stórur dátugrunnur við alskyns sløgum av víni. Við myndatólinum á snildfonini kanst tú skanna etikettuna, og lítla løtu seinni hevur tú ymsar upplýsingar um vínið. Eitt nú slag, vínøki, árgangur, hvat onnur halda um vínið, prísur, nærmasta sølustað v.m. Skipanin minnist sjálvandi eisini til, hvat tú sjálv/ur helt um vínið, og kanst tú soleiðis byggja tær ein lista við tí, sum tær dámar best.

Fyrsa útgávan av skipanini kom á marknaðin í 2010, og í apríl í ár hevði skipanin 1 mió brúkarar. Í september í ár hevði skipanin 2 mió brúkarar, og í løtuni økist talið við 10.000 um dagin.

Í kundatali er USA størsti kundaskarðin. Næst størsti kundaskarðin er í Brasil.

***

 

Íleggjarar í Vivino


Janus Friis

Skype-milliarderurin er ímyndin av helst størsta danska KT-ævintýrinum nakrantíð. Hann kom tíðliga við í Vivino-verkætlanina sum sonevndur Angel-investor. Altso ein, sum heilt tíðliga gerst fíggjarligur stuðul fyri eini verkætlan.


Seed-capital

Er størsti sonevndi early-stage íleggjarin í Danmark. Fyrst og fremst hevur grunnurin fokus á KT- og heilsuverkætlanir.Talan er um grunn, sum fyrst og fremst savnar seg um íløgur í Danmark og syðra partinum av Svøríki, men hetta er eisini ein grunnur, sum hevur møguleika at stuðla føroyskum verkætlanum.


Creandum

Svenskur grunnur, sum við útgangsstøði í norðurslendskum fyritøkum roynir at skapa altjóða brand. Bæði sum early-stage íleggjari og sum aktivur partur av eini virkismenning. Kendasta verkætlan teirra er uttan iva Spotify.


Balderton Capital

Er ein av heilt stóru europisku spælarunum, tá tað ræður um at seta pening í vakstrarfyritøkur. Grunnurin var áður partur av Benchmark Europe, og verður hann roknaður sum ein av heilt stóru platformunum til Silicone Valley. Amazon, Betfair og MySQL teljast millum fyritøkurnar, sum grunnurin hevur verið við til at ment til altjóða brand.