Føroyskir næmingar við á heimsrannsóknarferð

Í gjár vóru enn nakrir føroyskir finalistar funnir, sum verða við í kappingini um eitt koyggjupláss umborð á Vædderen, tá skipið fer á stóra rannsóknarferð kring heimin í august mánað


- Gransking er fyrst og fremst stuttlig  og ræðuliga spennandi, sigur heilagranskarin Peter Lund Madsen, sum saman við beiggjanum, journalistinum Anders Lund Madsen hevði leitað sær niðan í Norðurlandahúsið í gjár. Teir báðir eru nevniliga sendiharrar fyri stóru Galathea rannsóknarferðina, sum øll fyribils kunnu fylgja við í á alnótini. Í august mánað verður rannsóknarskipið vædderen so miðdepil í ferðini, tá skipið fer á rannsóknarferð kring allan heimin í átta mánaðir. Við á ferðini verað hópin av granskarum og fjølmiðlafólki, saman við hepnu vinnaranum av skúlakappingini, sum Galathea verkætlanin skipar fyri í løtuni. Og longu nú er greitt, at ein av næmingunum verður úr Føroyum.
Spennandi sum ein krimisøga
Hugskotið til Galathea verkætlanina fekk rannsóknarliðið hjá Jyllandsposten, JP Explorer, í 2000. Ætlanin við verkætlanini er skapa forvitni og vekja áhuga fyri gransking og vísundi, serliga millum skúlanæmingar. Rannsóknarferðin er longu byrjað á alnótini á heimasíðuni www.galathea.nu, har granskarar og fjølmiðlafólk leggja út greinar, sum skúlar brúka í undirvísingini.
Til at fortelja um alt hetta, hava stigtakararnir fingið beiggjarnar Anders og Peter Lund Madsen, sum báðir eru sannførdir um, at gransking ger tað nógv stuttligari at vera til. Tí um man tímir at granska, leggur man merki til alt uppá ein heilt annan máta siga teir.
- Tað er nakað tvætl, at gransking er turrisligt og ringt at skilja. Tað, sum feilar, er at tað eru so nógv fólk, sum ikki duga at greiða frá gransking ella gjarna vilja hava tað at síggja fløkt út, siga teir báðir, sum júst hava spælt ein sjónleik fyri 80.000 fólkum, sum snúði seg um, hvussu menniskju vórðu til av fyrsta sinnið.
Sjálvur hevur Peter granskað menniskjaheilan í nógv ár og vissar okkum um, at tað als ikki er so torført at skilja, sum tað kanska ljóðar. Og so finnur hann eisini allatíðina okkurt nýtt, sum hann eisini kundi hugsað sær at granska. Gikt til dømis  tað kundi verið ræðuliga spennandi, heldur Peter.
- Beint nú lesi eg eina bók um influensafarsóttir. Hana skuldi tú fingið tær fatur á, tí hon er mest spennandi gysarakrimisøgan, eg nakrantíð havi lisið, sigur Peter og fær gásahúð bara av at nevna bókina.
Á Galathea rannsóknarferðin hava Peter og Anders gjørt sær sína heilt egnu rættiliga øðrvísi rannsóknarætlan, sum teir fortelja um á heimasíðuni www.lundmadsen.com
Koyggjupláss umborð á Vædderen
Umframt at taka lut í Galathea verkætlanini á alnótini, hava skúlanæmingar eisini møguleika at kappast um at vinna eitt eitt koyggjupláss umborð á Vædderen í tvær vikur á sjálvari rannsóknarferðini. Og í gjár vórðu so vinnarnir av einum av innleiðandi umførunum í kappingini funnir. Hesuferð snúði kappingin seg um at skriva eina journalistiska grein um eitt føroyskt evni. Bert ein virðisløn varð latin miðnámsskúlanæmingum, og hana vann Rógvi O. Nolsø fyri greinina, hann hevði skrivað um føroyskan málpolitikk. Fyri 7.  10. flokk vann Hanna Kjærbo 3. virðisløn fyri grein, hon skrivaði um kópar. 2. virðisløn vann Svein Magnusson fyri sína grein um tunnlar i Føroyum, meðan Turið Bjarnadóttir Andreasen vann 1. virðisløn fyri sína grein um ein túr í fjøruni. Turið sigur, at henni dámar serliga væl fakið Náttúra og tøkni í skúlanum, og tí helt hon tað kundi verið stuttligt at royna at greiða frá ymsum, tú sært, tá tú gongur í fjøruni. Millum annað hevur hon greitt frá, hvussu skeljar flyta seg, og hvar tey ymsum sløgini av tara vaksa. Í dómsnevndini vóru tey serliga hugtikin av, hvussu væl Turið hevði dugað at lýst fjøruna bæði út frá síni heilt egnu uppliving, umframt at hon hevði gjørt tað meir fakliga óvanliga spennandi at lesa um.
Svein Magnussen hevði gjørt av at luttaka í kappingini, meðan hann var í starvsvenjing í Útvarpinum. Beint nú ivast Svein ikki í, at hann ætlar at læra til journalist, og tí var hann skjótur at taka ímóti avbjóðingini at skriva eina journalistiska grein. Greinin, hann skrivaði um tunnlar í Føroyum, var ein stílur hann einaferð hevði skrivað í skúlanum, men sum hann nú tók framaftur og broytti og gjørdi til eina tíðindagrein.
Hesi fýra fara nú beinleiðis til føroysku finaluna, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum 17. august. Og longu nú er greitt, at eitt av koyggjuplássunum umborð á Vædderen er sett av til vinnaran av føroysku finaluni.
Vinnaragreinarnar verða at síggja á Galathea slóðini á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum www.nlh.fo