verið fyri Føroyar. Men hetta verður nú broytt. Um vikuskiftið vóru undirstjórin Michael Thielsen og eftirlitsstjórin Ole Torup frá Tipstænastuni í Føroyum í sambandi við, at ein føroysk úrslitatænasta [...] síðani danska Tipstænastan fekk sínar egnu terminalar í Føroyum fyri skjótt einum ári síðani, hevur ein tann størsti trupulleikin verið, at tað hevur gingið rættiliga seint hjá føroyingum at fáa øll úrslitini [...] ? Trupulleikin í Føroyum hevur verið, at tað hevur verið torført at fáa fatur á úrslitunum, men hetta verður vónandi lættari nú, segði Ole Torup á tíðindafundi fríggjadagin, og Michael Thielsen legði
000 kr. meira enn ætlanin var. Hetta er nú vorðin ein prinsipp spurningur, og er hetta prinsippið vert at seta so nógvar atkvøður í veð fyri, og skulu næmingarnir gjalda fyri hetta klandur við sínum prógvum [...] landi. Hetta kunnu vit ikki góðtaka. Tosað hevur verið nógv um at fáa fiskimenninar heim aftur til Føroya, og teir skulu her fáa betri livikor. Løgið er, at vit næmingar ikki eisini kunnu fáa góð livikor [...] meira í studningi. Vit kunnu ikki bara taka ein part úr tí donsku skipanini og lata hinar partarnar liggja eftir. Er hett tað, Eilif vil, at tað skal vera eins í báðum londum, fær hann eina dýrari rokning
kanning. Maðurin var sum ein opin bók, tey sum orkaðu at lesa kundu lesa alt. Tað løgnasta av øllum var, at hann skeyt ikki upp at broyta heimastýrislógina, men kom ynski úr Føroyum, so var gaman í at tosa [...] bylgist innan í mær, eftir at ein hevur verið vitni til tað heilt óhugnaliga, sum er hent«. Og Nyrup kemur til Føroya at fortelja okkum ferð eftir ferð, hvussu teir hava hjálpt okkum. Sum ein skúlatænari frá [...] eru aftur at síggja. Einaferð skuldu teir flytast til heiðarnar í Jútlandi. Men ein síða var m.a. í Weekendavisen. Har var málið mest viðgjørt sum innanhýsis mál og so Nyrup, men teir fingu sagt, at danski
har varð ein long diskussión um innihaldið, tí longu tá hevði landsstýrið ætlanir um at hækka næmingatalið í hvørjum flokki. Tað var júst tí, vit løgdu dent á ikki bara at hava siðvenju (sum mær vitandi [...] 12, virkar heilt óskiljandi. YF gekk sjálvandi út frá, at ein samanlegging kann bara koma upp á tal, um næmingatalið lækkaði til 24, men hetta var óhugsandi at rokna við í hesum førinum, tá 31 næmingar byrjaðu [...] og lesast. Tað hevði t.d. verið oyðileggjandi, um ein danskt- ella føroysktlærari kom inn í ein flokk og segði, at næmingar vóru noyddir til at lesa hetta høvuðsverk og hesa grundbók, tí tað gjørdi para
Tað var stór og góð sild, eins og hendan, sum Jupiter nú fekk. Regin Jacobsen sigur, at kanningar hava víst, at hendan sildin er størri enn sild, fingin verður aðrastaðni. Talan er helst um ein serliga [...] viðgjørt á gamlan hátt, sigur Regin Jacobsen. Tað mesta er avhøvdað og saltað í tunnur. Væntandi verður hetta selt á skandinaviska marknaðinum. Eisini er eitt sindur kryddað. Men nakað er kortini fryst, og tað
men hetta var um fýra tíðina um náttina, og tá bussarnir ikki byrjaðu at koyra fyrr enn um 7-8 tíðina á morgni, hevði hetta gjørst ein øðilig bíðitíð ? í kulda og kava, er vert at viðmerkja. So var einki [...] Talan var um ungdóm á 15?17 ára aldri ? og harvið ov ung til sjálvi at koyra. Sum ungdóminum líkt var ikki hugsað so nógv um, at veðurmaðurin lovaði kava og kulda, tí tá farið var avstað, var av besta [...] Longu fríggjadagin var kavi norðanfyri, men í Suðri var so at siga púra tátt allastaðni, tó at tað var heldur køli. Ikki tóktist heldur, sum um nakar kavi av týdningi fór at koma hetta vikuskifti har suðuri
blóð uppá tonnina. Startskotið til nýggja umhvørvismedvitið, var, táið 16 kommunur vóru við í einum norðurlendskum umhvørvistiltakið. Tað var Durita Brattaberg, sum samskipaði arbeiðið í Føroyum og tað [...] upplýsing og leiðbeing er tað, sum stórur tørvur er á. Tí er eitt úrslit av arbeiðnum hetta seinasta hálva árið, at ein hondbók er gjørd við ymsum leiðbeiningum í. M.a. er umhvørvislógin umskrivað til vanligan [...] T.d. táið kommunan vil hava ein borgara at beina eitt gamalt bilvrak burtur, ella at taka eitt gamalt hús niður, sum kann verða til ampa. Ella talan kann verða um, at ein borgari klagar um annan borgara
m og hjá psykologinum Hera Kragesten vóru greið og álitisvekjandi hjá mær sum lærara at hoyra. Men tíverri kann eg ikki siga hetta um nakað av tí, sum Eilif Samuelsen førdi fram og gjørdi seg til talsmann [...] landsstýrismaðurin í skúlamálum var okkara maður í Tinganesi, av tí einfaldu grund, at hann er hægsti myndugleikin í skúlaverkinum, sum studentaskúlarnir og HF-skeiðini jú eru ein partur av. Aftaná sendingina [...] ímóti tykist hann at halda, at tað hevur størri týdning at spara pengar á skúlaøkinum enn at hava ein væl virkandi skúla, sum er á sama stigi sum líknandi skúlar í grannalondum okkara. Omaná at hann vísti
ikki rætt var at lata málið avgera við ein gerðarætt. Og nógvar vóru meiningarnar um tað. Bjørn á Heygum eftirlýsti, hví Yrkisfelagið ikki vildi lata málið í ein gerðarætt til avgerðar. Til Hetta svaraði [...] men hvørgin teirra var á fundi. Vilhelm Johannesen, úr Javnaðarflokkinum, helt, at tað var løgið, at løgmaður skuldi vísa aftur eini áheitan um at taka sær av málinum. Grundgevingin var, at hann kundi ikki [...] næmingafelagið í Hoydølum skipaði fyri hóskvøldið, gekk ein stórur partur út upp á at siga hvør øðrum, hvussu tvørur Eilif Samuelsen er. Og sum ikki einaferð var tað Óli Breckmann, umboðandi Fólkaflokkin, sum toygdi
trupul, sum hon er í dag. Upprunaliga so var hetta eitt stríð ímillum YF og skúla- og mentamálastýrið, men tað tykist mær, sum um støðan er blivin ein onnur. Hetta er blivið til eitt stríð hjá studentas [...] teirra »timing« ikki verið betri, tí hetta var júst rætta tíðin at fara í verkfall, har verkfallið rakti harðast og gjørdist effektivast, fyri YF?s viðkomandi. Hetta er orsøkin til, hví støðan er so akut [...] vanliga er uml. 14 dagar, er blivin til tað sama sum ein summarfrítíð. Runt um í landinum ganga studenta- og HF-skúlanæmingar og stúra fyri framtíðini, hetta eru serliga 3. g?arar og 2. HF?arar. Hví er støðan