Føroysk úrslitatænasta til ítróttarveddarar

Ítróttarvedding: Nú fer danska Tipstænastan at gera eina føroyska úrslitatænastu. Higartil hevur tað gingið rættiliga seint hjá føroyingum at fáa ítróttarúrslitini, veddað verður um, men so verður ikki í framtíðini

Heilt síðani danska Tipstænastan fekk sínar egnu terminalar í Føroyum fyri skjótt einum ári síðani, hevur ein tann størsti trupulleikin verið, at tað hevur gingið rættiliga seint hjá føroyingum at fáa øll úrslitini at vita. Tipstænastan hevur eina víttfevnandi úrslitatænastu í Danmark ? á tekstvarpinum hjá DR og eina servicetelefon ? men eingin tílík tænasta hevur verið fyri Føroyar. Men hetta verður nú broytt.

Um vikuskiftið vóru undirstjórin Michael Thielsen og eftirlitsstjórin Ole Torup frá Tipstænastuni í Føroyum í sambandi við, at ein føroysk úrslitatænasta skal setast á stovn.

? Trupulleikin í Føroyum hevur verið, at tað hevur verið torført at fáa fatur á úrslitunum, men hetta verður vónandi lættari nú, segði Ole Torup á tíðindafundi fríggjadagin, og Michael Thielsen legði afturat, at teirra royndir úr Danmark eru, at jú betri úrslitatænastan er, jú størri er áhugin fyri at spæla.

Ætlanin er, at nýggja føroyska úrslitatænastan, sum verður gjøgnum telefon, skal byrja týsdagin 3. februar.

Í nýggju tænastuni verður innleiðingin og vegleiðing á føroyskum, meðan restin verður á donskum.

Í Danmark verður tænastan uppdaterað so at siga beinanvegin, meðan tað í Føroyum verður við eitt sindur av forskjótingum. Men sum heild er talan heilt greitt um eina betri tænastu til føroyingar, sum gera nógv við ítróttarvedding.


Nógvar ætlanir

Annars hevur Tipstænastan nógvar ætlanir fyri framtíðina. Arbeitt verður við at fáa eitt sonevnt »skrabespil« í stíl við tað hjá Muskelsvindfonden til Føroya, og Tipstænastan fer í næstum eisini undir eitt nýtt spæl, nevnt »Resultatet«. Hetta minnir eitt sindur um »Matchen«, men her kann veddast um fleiri dystir á sama lepa, so oddsini kunnu koma upp á fleiri hundrað.

Og harafturat hevur Tipstænastan ætlanir um at fara inn á spælimaskinumarknaðin. Hesar maskinur, sum verða nevndar VLT-maskinur (stendur fyri Video Lottery Terminal), minna eitt sindur um »enarmede tyveknægte«, men hetta verður kortini ikki í nærmastu framtíð.


Føroyski parturin umleið hálvt prosent

Síðani føroysku online-terminalirnir hjá Tipstænastuni lótu upp 1. apríl í fjør, hava føroyingar spælt rættiliga nógv. Sum vera man varð mest veddað í byrjanini ? fyrstu vikuna spældu føroyingar online fyri tilsamans 596.192 krónur. Tað var tað sama sum 0,66 prosent av samlaða umsetninginum hjá Tipstænastuni hesa vikuna.

Síðani minkaði tað so líðandi, og í dag liggur føroyski parturin av tí, sum kemur inn til Tipstænastuna, millum 0,3 og 0,4 prosent.

Tað er eisini ymiskt, hvar verður veddað. Tølini hjá Tipstænastuni vísa, at serliga tríggir terminalar ? allir í Havn ? hava verið nógv nýttir. Hetta munnu ivaleyst vera terminalarnir í Horninum í SMS, í Kiosk Aktiv og í Keypssamtøkuni í Hoyvík.