royna at leita eftir sandi ymsastaðni. Vit vóru í Sundalagnum og eisini vesturi í Vágum og á Leynasandi. Besta pussisandin fingu vit við Hvannahaga í Suðuroy. Vit grabbaðu sandin upp, og sandurin varð grabbaður [...] dagar á landi og sluppu við næsta farti. Í 1961 fór eg til lands í Íslandi, og arbeiddi í Njarðvík. Tað vóru eisini nógv føroysk konufólk, sum arbeiddu har. Kona mín var ein. Mær dámdi væl, og tað vóru góðar [...] skansaklædninginum fyri at fáa koksið og sjógvin av dekkinum aftur. Samstundis fór bjargingarbáturin í knús, og fokkan fór eisini. Vit royndu so at hava vindin aftanfyri tvørs og stríða okkum upp móti Føroyum
a. Sett var um kvøldið og drigið morgunin eftir. Seinni og fram til 1968 gjørdist veiða eftir sild við gørnum ein týdningarmikil veiða í Eysturdjúp. Hetta var millum Føroyar og Ísland. Henda vinnan kom [...] føroyska kvinnu hevði nevnt eitt føroyskt skip, sum hon hevði áhuga fyri. Hann hevði nevnt navnið og at skipið skuldi sigla tá og tá úr Aberdeen. Samrøðan var avlurtað, og at nevna slíkt var strangt forboðið [...] nakað var umborð at kanna. Eg segði, at eg hevði ein lítlan pakka, og hann lá afturi í maskinrúminum. Eg fór so aftur eftir honum og legði hann á borðið. Teir pakkaðu upp. Tá var tað tilsetningsstoff til
innan úr Heiðunum og Kristian Djurhuus, sum m.a. var løgmaður Føroya 1950?59. 13. januar andaðist Johan Frits Djurhuus. Í hjúnalagnum hjá Esther og Johan eru børnini Helena, Kristian, Høgni og Elin. Við Johan [...] tíðarbilum sera strævið og krevjandi, tí hetta eru málsøki, sum mangan hava gjørt næturnar langar og dagarnar í so strævnar fyri at fáa tingini at rigga. Ofta var læknatrotið ovurstórt og ferðasambandið hartil [...] greitt og snøgt. Tá Johan í 1987 legði frá sær sum skrivstovustjóri og tók sær meira av løttum, hóast hann støðugt hevði onkrar uppgávur, var hann meira enn so at síggja í bønum í vásaklæðum, og tá tyktist
Vági, fór longu í 1945 til Íslands at arbeiða og fall hann sera væl til har. Seinni fór hann aftur til Føroyar og fann sær konu úr Hovi, Maria. Stutt eftir fluttu tey til Íslands og settu búgv í Kópavogi [...] skip, serliga føroysk, við andaligum tilfari og í tí stilla lagt eftir seg ein vitnisburð um sín Harra. Á møtunum, ið eru á Sjómansheiminum hvørja viku, hevur hann havt sítt fasta pláss, og sum oftast tekur [...] kenna, og tað eru vit sera takksom fyri. Vit ynskja tær hjartaliga tillukku á 90 ára degnum og Guds ríku signing framyvir. Takk fyri títt trúfesti øll hesi mongu árini og tað tú hevur lagt eftir teg til
tilhald hjá kenningum og skyldfólki, einamest úr Skúgvi og Húsavík, sum bóru við sær eina øðrvísi og eldri mentan, ramligan málburð, ovfara- og innankæti, vitan um seyð, streym, kvøðing og pátrúgv. Tað sást [...] við fiskateggjum og - ikki minst - Stígum fast, ið er sum ein føroysk heilsan til ta griksku songdísina Terpsichore, og har exstasis - lekjandi sjálvgloymska í frásøgn, dramatiskum leiki og dansi - vellir [...] fluttu ofta og búðu í hansara barndómi m.a. Úti í Grønlandi, í Arnes Minde á Kirkjuvegi, úti á Sjómannsskúlanum og í ættarhúsunum heima í Dali. Janus gjørdist meinkunnugur við Havnina, staðin og fólkið. Men
nazismunnar skugga hevði sett føðilandið í eitt nýtt og øðrvísi ljós og gjørt hesi ungu meðvitandi um samleika og tjóðskap. Tiltikið er samanhaldið og tað blómandi felagslívið í stórbýnum. Eyðkent fyri flestu [...] hevði størstan týdning. Uttan hesar menn og kvinnur var eingin radikal tjóðskaparrørsla og málrørsla, einki Fróðskaparfelag og einki Fróðskaparsetur. Og nú hetta skal vera ein heilsan til føðingardagsbarnið [...] tær góðu tíðirnar beint eftir kríggið fjaraðu skjótt burtur, og Janus kom at sanna tað, sum hevur fylgt honum bæði fyrr og síðani, at hjá føroyskum listamanni er ofta smáligt og kanska beinleiðis svangligt
gamal á læraraskúla í Havn í 1870, og hann tók læraraprógv í 1872. Hetta var fyrsta hold, sum tók læraraprógv í Føroyum. Hann fór sum so mangur lærari niður á háskúla, og hann var í Testrup. Heimafturkomin [...] Kjelnæs, skómakara úr Havn og Henrikku Nolsøe úr Nólsoy. Tey eru fyrr umrødd í hesi røð. Tey bæði fingu eingi børn, men tey fostraðu tvær gentur upp. Onnur var úr Havn og hin úr Gásadali. Báðar giftust [...] ein lærari, tú aldri gloymir.” Urtagarður og ætt Jacob gjørdist eisini kendur fyri síni ítriv. Tað fyrra var urtagarðsvirksemi, sum hann fekst við bæði í Vágum og Tvøroyri. Innast við grótveggin í skúlanum
tey gingu eina viku í skúla og høvdu so tvær vikur frí, tí sami lærari var bæði í Æðuvík og í Lamba, men máloyra hevur hann havt gott, og hann tosar bæði íslendskt og enskt mál, sum hann lærdi ávíkavist [...] vóru í Æðuvík undir krígnum, og tá hann arbeiddi á Skagestrand og seinni var við íslendskum trol- og garnabáti. Hann var 15 ára gamal, tá hann var á Skagestrand í Íslandi og smíðaði við Rasmus Johannessen [...] Jacob er giftur Sonju og eiga tey 4 børn og 9 barnabørn. Sjálvt um hann nú er 75 ár, hevur hann nokk at tríva í tí dagliga, og dámar honum serliga væl hesa tíðina tá farsast kann eftir svartfugli. Hann er
stovnað, og tí at bankar og stovnar - ikki minst stjórin í Føroya Banka Svend Aage Nonnegaard - løgdu seg eftir at keypa føroysk listarverk. 12. januar í 1946 giftist Ingálvur við Elsu fødd Thomsen og ættað [...] n nakrantíð í Føroyum er tagnað, og føroyingar allir kenna seg hava mist ein vinsælan og lítillætnan landsmann, sum dugdi so ógvuliga væl at lyfta onnur upp og fram og sum setti størstu krøvini til sín [...] doyði í 1988, og Sigird doyði í 1994. Eftir skúlaárini sigldi Ingálvur eitt sindur við farmaskipi. So fór hann til Herluf Arnason at læra bókbinding. Hann hevði hug og hegni at tekna, og hóast tíðirnar
havt næmingar og vinir, sum skara framúr: Ruth, Ingálvur, Hans og Terji. Og í Danmark m.o.: Copra-málaran Ejler Bille. Til Ingálv í 1968 – eftir eina vitjan hjá henni av Elsu og Ingálvi, og sum hon fagnaði [...] vinnulívsmaður: skip og Fiskacentralurin og var ein framúr skemtari við stíli) og Sigird, ágrýtin og støðufastur: elektrikari og bilasølumaður. Ingálvur var yngstur. Allir sermerktir, vælhýrdir og við sera góðari [...] doktari í listsøgu og kunstkritikari í mong ár á Information og Weekendavisen, fyrrverandi leiðari av Ordrupgaard listasavni, og hann hevur skriva kønar og munandi bøkur um list. Stílur og innihald eru framúr