Jacob er føddur 9. november 1930 í Æðuvík, sonur Grethu av Fløtunum í Lamba og Dia sum var sonur fyrstu niðursetufólkini í Æðuvík. Hann er næstelstur av 5 systkjum. Pápin doyði í 1945, tá var yngsti beiggin einans árs gamal.
Æðuvík var ikki stór bygd, tá hann vaks upp, og eingin drongur var í bygdini um sama aldur, so hann plagdi at ganga heim á Nes, eftir bygdagøtuni, at spæla við javnaldrar har.
Skúlagongdin í Æðuvík var ikki nógv tá í tíðini, tey gingu eina viku í skúla og høvdu so tvær vikur frí, tí sami lærari var bæði í Æðuvík og í Lamba, men máloyra hevur hann havt gott, og hann tosar bæði íslendskt og enskt mál, sum hann lærdi ávíkavist av ensku hermonnunum, sum vóru í Æðuvík undir krígnum, og tá hann arbeiddi á Skagestrand og seinni var við íslendskum trol- og garnabáti.
Hann var 15 ára gamal, tá hann var á Skagestrand í Íslandi og smíðaði við Rasmus Johannessen, men síðan tá hevur hann burturav havt sítt yrki á sjónum.
Fyrstu árini til skips var hann við Koraliu og seinni við Pebee, Haraldi, Godanes, Morningstar, Kongshavn og Svínoynni.
Nærum hvørt summar frá 1962 - 1972 var hann til útróður í Grønlandi, fyrst í Grátufjørðinum og seinni í Føroyingahavnini og vóru hetta góð ár, sum ofta verður tosað um. Um veturin hevði hann ymisk arbeiði og var m.a. fleiri vetrar í blikksmiðjuni hjá Bjarna Hansen. Í 1971 keypti hann ein av Nordafarbátunum sum hann hevði til 1978 tá hann, saman við beiggja sínum, keypti útróðrarbátin Grethu sum síðan bleiv yrki hansara, avbrotið av nørkum árum innan alivinnuna.
Jacob er giftur Sonju og eiga tey 4 børn og 9 barnabørn.
Sjálvt um hann nú er 75 ár, hevur hann nokk at tríva í tí dagliga, og dámar honum serliga væl hesa tíðina tá farsast kann eftir svartfugli.
Hann er góður handverkari og dámar væl at takast við ymiskt handaligt arbeiði.
Føðingardagurin verður hildin leygarkvøldið 12. nov. í Sjókaféini.
Vit, børnini við familju, ynskja tær hjartaliga tillukku við føðingardegnum og ynskja tær og mammu alt tað besta framyvir.