Eg fór so aftur við Hjalmar aftur í 1944, har Hjalmar Petersen úr Fuglafirði var skipari. Hetta við snurring var summarfiskarí, og vit gjørdu ein góðan túr. Tá seldu vit fyri 2.600 pund, sum var sera gott. Vit fiskaðu tað, sum kallaðist witches, ein langur klænur flatfiskur, reydligur á liti.
Eg var staddur niðri sjálvan D-dagin, tá teir sameindu gjørdi innrásina í Frankaríki 6. juni 1944. Tá var eg motorpassari við Hjalmar. Vit høvdu verið undir Íslandi og vóru farnir inn í Reykjavík. Har kom ein maður, svenskari búsitandi í Føroyum, umborð, og hann bað meg taka ein lítlan pakka heim við til konuna. Hetta var veruliga ikki loyvt, men hvat verður ikki gjørt millum vinir!
Eg segði, at eg kundi taka pakkan, men hann mátti ikki skriva nakað, sum kundi finnast í pakkanum. Tað lovaði hann, og eg fekk pakkan. Meiningin var, at vit skuldu fara inn í Føroyum á veg til marknað. Tá hevði neyvan verið nakar trupulleiki.
Men tað gjørdu vit ikki, vit fóru beinleiðis niður. Har kom Secret Service umborð. Eg hevði eisini eitt fotografiapparat við mær. Tað var heldur ikki loyvt. Hetta hevði eg grivið niður í kolkjallaranum.
Teir spurdu so, um nakað var umborð at kanna. Eg segði, at eg hevði ein lítlan pakka, og hann lá afturi í maskinrúminum. Eg fór so aftur eftir honum og legði hann á borðið. Teir pakkaðu upp. Tá var tað tilsetningsstoff til kaffi, sum var í pakkanum. Tey flestu munnu kenna Richs. Hetta vóru reyðar stongir. Hann hevði pakkað hetta væl inn, men aftast í pakkanum var eitt bræv.
Hetta sá jú sera illgrunasamt út!. So eg varð tikin í land til forhoyr, sum eg stóð í klovstúvlum. Skipið varð eisini kannað úr enda í annan. Eg sat har í sjey tímar. Minnist framvegis myndina av eini æðu í hesum hølinum, so eg kom ikki at gloyma, hvussu ein æða sá út. Eg fekk hvørki vátt ella turt.
Komu á svartalista
Eg skilti aftaná, at hetta var ein partur av trygdartiltøkunum undan D-degnum. At enda kom ein yvirmaður, sum tosaði íslendskt. Hann hevði verið í Íslandi. Eg skilti nakað av íslendskum, tí eg hevði siglt nakað har uppi. Hann segði, at tíbetur stóð einki í brævinum uttan tað, sum var vanligt í einum brævi frá einum manni til eina konu. Men hevði nakað staðið av hernaðaligum áhuga, ”hevði tú rokið út á oynna Man”, sum varð nýtt til krígsfangar.
Eg royndi at siga, at maðurin, sum átti pakkan var missionerur. Gamaní, men teir vóru ofta teir ringastu!
Hjalmar kom eftir hetta á ein svartalista yvir skip, sum blivu serliga væl kannað, tá ið tey komu í bretska havn. Teir vóru ikki blíðir umborð á Hjalmar, tí sjálvt hvør avís varð endavend aftaná. Annars slapp eg við skrekkinum. So lítið skuldi til, men tað var kanska ikki so løgið, so spent støðan var. Tað, sum varð skrivað og ikki toldi dagsins ljós, var ofta í kotum. Tað skuldi so lítið til, at menn gjørdust illgrunasamir.
Tað fyrsta, konan spurdi, tá ið hon fekk pakkan, var: ”Hvar bleiv brævið av?” Hon skuldi bara vitað! Men hon fekk so tað, sum var í pakkanum, og var hetta slíkt sum var forkunnugt í Føroyum.
Hans Jacob Ellingsgaard greiðir frá eini hending, sum eisini vísir hvussu varnir teir vóru. Ein dagin fekk Hans Jacob, sum var trúboðari í Aberdeen, at vita, at tey kundu rokna við at missa telefonina. Orsøkin var tann, at hann í eini telefonsamrøðu við eina føroyska kvinnu hevði nevnt eitt føroyskt skip, sum hon hevði áhuga fyri. Hann hevði nevnt navnið og at skipið skuldi sigla tá og tá úr Aberdeen. Samrøðan var avlurtað, og at nevna slíkt var strangt forboðið av trygdarorsøkum. Týskarar kundu jú havt lurtað eisini. Hann misti ikki telefonina, men tá Hans Jacob seinni skuldi fara at endurnýggja dokkpassið, sum var ein treyt fyri at sleppa oman í dokkina, dró hetta út í fleiri dagar, og júst henda samrøðan var orsøkin. Hetta endaði við, at hann fekk eina yvirháling frá bretskum heryvirmanni fyri at hava sett sínar egnu landsmenn í vanda.
Var í Aberdeen við krígslok
Tann dagin, teir fóru í land í Normandínum, fóru vit út úr Aberdeen. Tað var ein sjaskmorgun. Eg skilti ongantíð, at teir sluppu í land. Tað varð eisini sagt aftaná, at veðrið hevði verið ruskut. Men hetta vistu vit ikki av fyrr enn aftaná.
Eg var eisini staddur í Aberdeen við Hjalmar tann dagin, kríggið varð av. Hjá teimum var tað 8. mai. Tá var frøi á fólkinum. Tey brendu allar hesar vaktskúrarnar, sum vóru ímyndin av krígnum, og tað var dansur í gøtunum. Hetta var stuttligt at eygleiða.
Tað vóru eisini onnur føroysk skip í Aberdeen um hetta mundið. Hjá onkrum teirra var tað so óheppið, at tey seldu ikki, fyrr enn friðurin varð lýstur. Tá høvdu bretar annað at hugsa um enn at keypa fisk, og prísurin var hareftir.
Eitt var tó friður, men tað tók kortini sína tíð, til viðurskiftini vóru normal aftur. Ein leivd frá krígnum helt tó fram í Bretlandi í enn fleiri ár, og tað var skamtanin av neyðsynjarvørum. Hetta var eisini galdandi í Føroyum.
Eg var eisini staddur í Aberdeen, tá ið kríggið varð av í Kyrrahavinum nakrar mánaðir seinni. Hetta var í august, tá ið kjarnorkubumburnar vórðu sleptar yvir Hiroshima og Nagasaki. Tá var eisini nakað gjørt burturúr, men kortini ikki so nógv sum í mai. Eg var við Hjalmar til seinni í 1945. Hjalmar Petersen fór av í 1944.
Havi eisini verið saman við Hjalmar
Hann sum skrivar hesa frásøgn hevur eisini sjálvur verið saman við Hjalmar Petersen. Hetta kann vera nevnt í samband við, at í gjár 3. juni vóru júst liðin 50 ár, síðan eg fór til skips. Hetta var við Báruni úr Gøtu, sum var ein vanlig slupp. Vit fóru í sjálvdrátt til Íslands. Skipari var Meinhard Jensen, vanliga kallaður Hellu Meinhard.
Nakað seinni kom Hjalmar við sum bestimaður. Hann var sera raskur og vildi hava alt at henda skjótt. Viljasterkur var hann eisini. Hann var ringur av sukursjúku og skuldi sproyta seg tvær ferðir um dagin. Umstøðurnar fyri hesum vóru ikki góðar umborð á eini slupp. Men hann vildi sigla kortini.
Veiðan við Báruni tá var garnaveiða eftir sild, hon var eisini á ísfiskaveiðu, og landað varð í Aberdeen. Vit vóru saman fram til 1961.
Minnist eisini, at hann tosaði um tíðina við Hjalmar. Hjalmar doyði knappliga nøkur ár eftir, at vit vóru saman. Kona hansara var úr Kollafirði, og eg práti onkuntíð framvegis við børn hjá honum. (ÓJ).
Eystnes
Aftaná Hjalmar gjørdist Tummas á Signabø skipari. Jens Petur av Signabø var stýrimaður tá.Teir vóru fitttir og raskir. Jens Petur gjørdi alt sjálvur, sum hann kundi biðið hinar umborð gera. Tá ið kríggið var liðugt, snurraðu vit onkuntíð niðri í Norðsjónum. Tað gekk framvegis hampiligt.
Í 1946 fór eg við Eystnesi. Dánjal, sum var giftur við dóttir Fjarð-Hanus í Havn, var skipari. Hann hevði verið við Yokun, einum av teimum grønu donsku bátunum. Kjølbro hevði keypt Eystnes, og hann sigldi út frá Skála. Vit snurraðu eisini niðri í Norðsjónum. Vit fiskaðu á slíkum reinsaðum øki, sum var uppmerkt við boyum.
Vit vóru eisini undir Íslandi, men har fingu vit einki. Nú vóru aftur skipaði viðurskifti, so tá slapst ikki longur at fiska, sum sum einum lysti, sum vit gjørdu við Vestland og Den røde Djævel. Tí kom einki serligt burtur úr.
Vit fóru niður í Norðsjógvin í apríl mánaða. Vit komu ikki aftur fyrr enn í september. Alt summarið fiskaðu vit út frá Aberdeen. Allar hesar býirnar har niðri Dundee, Fraserburgh, Peterhead, Buckie, teir kendi eg væl. Vit vóru so nær, at tá ið tað var vestan í ættini, tá luktaðu vit hoyggj í hoyggingartíð. Men tá ið vit snurraðu niðri móti Hollandi, og ættin var eystan, tá kundu vit lukta tulipanir, sum jú er ímyndin av Hollandi.
Mær dámdi einki serligt at fiska í Norðsjónum. Har var so krappsjógvað. Hetta var tí, at tað var grunt. Hetta merkti kortini, at tað var gott at snurra.
Sigldu við útróðrarfiski
Um veturin 1946/47 sigldu vit niður til Aberdeen við útróðrarfiski úr Klaksvík. Kjølbro átti jú ein hóp av útróðrarbátum, sum vit fingu fiskin frá. Útróðramenn fingu sín prís, og vit fingu fasta løn. Tá kom tað ann uppá prísin, hvussu nógv Kjølbro fekk burturúr. Vit vóru gjarna fimm ella seks mans við. Vit vóru við til at taka ímóti fiskinum umborð og ísa hann í lastini. Seinni sigldi Poppy niður við fiski.
Tá vóru stórt sæð eingi flakavirki. Tann stóri toskurin kundi lønandi virkast og flekjast í Føroyum, meðan einki kundi gerast við hýsuna.
Tann eina túrin, vit fóru niður, gjørdist so ringt veður. Vit lógu og krokaðu inni á Skála. Tá ið vit fóru avstað tann morgunin, var ferðamannaskipið Dronning Alexandrine eisini komin inn har at kroka, so ringt var veðrið.
Hendan túrin upplivdi eg nakað, sum eg ikki havi upplivað fyrr. Vit komu út um Eystnes. Tað var sera ringur sjógvur, og báturin var tungur. Ta einu ferðina báturin var á veg upp eftir eini aldu, kláraði hann ikki at koma upp um hana. Hann fór eftir reyv niður aftur. Tað var eitt undarligt fornemilsi at fara øvugtan veg niður av eini aldu. Hetta var ein keðilig reisa, tí tá vit komu í Pentland Firth lupu vit framav eini aldu. Tað er líka ringt. Tá sprakk verkið úr dekkinum. Tískil máttu vit restina av ferðini sova í oljuklæðum. Men hesir menn vóru vanir at arbeiða á skipasmiðjuni á Skála, so teir fingu tilfar til at sláa bátin aftur við, bik og verk. Hetta var gjørt í Aberdeen. Tað var turt og nossligt, tá ið vit lógu inn, so tað var skjótt at teir orðnaðu dekkið. Tað imponeraði meg nógv.
Á sild við gørnum
Vit vóru eisini ein túr undir Íslandi. Vit driftaðu við gørnum eftir sild uppi undir Grimsoynni saman við sluppini Harald. Tað gekk ikki framúr væl, men vit høvdu so næstan fult skip. Sildin varð saltað í tunnur. Hetta var meira róligt at hanga í einum garnatrossa. Sett var um kvøldið og drigið morgunin eftir. Seinni og fram til 1968 gjørdist veiða eftir sild við gørnum ein týdningarmikil veiða í Eysturdjúp. Hetta var millum Føroyar og Ísland. Henda vinnan kom eisini at geva nógv arbeiði av sær á landi við at pakka sildina til útflutnings.
Í 1947 gjørdis Johannes Johannesen av Skála skipari. Har var fólk av Skála við. Tey árini, eg var við, vóru tveir motorpassaar. Ein var Jammus, hann er einnevndur, og hin var Karl Olsen. Tá vóru vit eisini í Norðsjónum og undir Íslandi. Vit vóru eisini á sild við Grimsoynna.
Fór við trolaranum Havborgin
Tá eg so kom heim móti jólum í 1947, fór eg við Havborgini. Hetta var ein trolari, sum havnarmenn høvdu keypt.
Stigtakarar til hetta keyp vóru Ásbjørn Poulsen, Jóannes Árting og Meinhard Andreassen. Teir mæltu til at gera eitt partafelag, har arbeiðsmannafelagið og kommunan áttu meirilutan. Partapeningurin var ætlaður at vera 300.000 kr. Felagið kom at eita p/f Sælingahella, og Havnar Arbeiðsmannafelag kom at seta kr. 40.000 í felagið, sum var meirilutin av tí endaliga partapeninginum. Tað vóru eisini privatpersónar, sum áttu í.
Skipari var Niels í Skúvoy. Bestimenn vóru Frits hjá Gøtu-Anthon og Valbjørn Dalsgarð á Argjum. Meistari var Poul Juul í Grótinum í Klaksvík. Vit fóru so til Íslands, har vit trolaðu nógv. Vit vóru eisini yviri við Bjarnoynna. Her var eg við í 1948 og 1949.
Her vóru so at siga bara havnarmenn við. Hetta var ein sera røsk manning. Frammanundan vóru fleiri trolarar í Havn, sum Norðbúgvin og Stella Argus, og nógvir menn høvdu verið við teimum. Tað gekk hampiliga væl at fiska. Ein skiftisskipari, sum var við annað árið, var Gimmi, Arngrim Reinert, seinni kendur sum Seiða-Gimmi, sonur Gustav á Sundi. Hann var umrøddur í greinarøðini, vit høvdu við Jakku á Sundi.
Kaldur túrur
Arngrim kom undir ein sera keðiligan túr undir Bjarnoynna. Tað var so ræðuliga kalt. Hetta var beint eftir jól, og tað vóru 30 kuldastig á Bjarnaoynni. Men sjógvurin var sjey hitastig. Hetta kom av golfstreyminum. Tað stóð ein dampur upp úr sjónum, so vit sóu nærum bert lanternurnar av hinum trolarunum. Tað var so kalt, at tað bar ikki til taka trolið inn. So hevði tað fryst beinanvegin. Fyri at fiskurin ikki skuldi frysta, mátti spulipumpan liggja í fiskinum alla tíðina. Tað var øvugt, at mann mátti verma fingrarnar í sjógvi, men tað gjørdu vit so. Skipini blivu eisini nógv yvirísað, so man mátti eisini høgga ís. Hetta var ein kaldur túrur.
Vit fiskaðu til ísfisk hendan túrin, og tað vísti seg eisini, at kuldin hevði ávirkað fiskin og prísin eitt sindur, tá ið vit komu niður at selja. Teir, sum hava fiskað í Barentshavinum, hava ikki bert havt góðar løtur.
Hetta var í teirri tíðini, tá ið fiskurin var so ótrúliga smáur. Hetta merkti, at nógv tann størsti parturin av veiðuni fór aftur í havið, sum fleyt í smáfiski. Bert tann størsti fiskurin var tikin burturúr rúgvuni, og restin var sparkaður út gjøgnum lensiportrið. Her vóru nógvir trolarar, sum føroyingar og russarar.
Hetta var strævið lív. Vit gingu sokallaða trý-skiftisvakt. Hvør vaktin var seks tímar. Hetta merkti, at av 18 tímum høvdu vit frí teir seks tímarnar. Hetta var íroknað mattíðir, so tað var ikki so nógv tíð til at sova. Manningin var 28.
Íslendingar byrjaði við tveyskiftisvakt, t.v.s. 6 tímar arbeiði og 6 tímar hvíld.
Hetta varð skipað við lóg í Føroyum í 1956. Tá kom panikkur í skipararnar, tí nú væntaðu teir, at einki fór at koma burtur úr arbeiðinum. Men tað var tvørtur ímóti. Tá ið manningin var meira hvíld, kom nógv meira uppá seg burtur úr arbeiðinum.
Kyndarar og lemparar
Havborgin var eins og teir flestu av hinum trolarunum kolfýrdur. Tað var ikki smávegis av koli, sum varð brúkt, heili 16 tons um samdøgrið, tá ið siglt varð við fullari ferð.
Alt hetta kolið var sera arbeiðskrevjandi. Tí máttu umframt tveir maskinmeistarar eisini vera við fýra kyndarnar, tveir á hvørji vakt, hvør uppgáva tað var at fáa kolið til og í fýrin. Aftaná skuldi øskan fáast av vegnum og á sjógv. Kyndararnir nýttu trillubørur at fáa kol til fýrin.
Undir sigling til og frá fiskiskap varð serliga nógv kol nýtt. Tá fingu kyndararnir hjálp av tveimum lemparum, einum á hvørji vakt. Hesir høvdu tann fyrimun, at teir fingu frí, tá ið komið var til lands. Tá var tað annars uppgávan hjá hinum dekkarunum at rigga skipið til at fara avstað aftur. Tað eru ikki allir, sum tóku hetta so tungt, og tá fall arbeiðið á nakrar fáar. Men eg plagdi at vera lempari, og her vóru greiðar linjur. Tað var eitt stórt framstig, tá ið trolarar fóru at fáa sær oljufýring. Skipið var fult av koli og ísi ella salti, tá farið var, so ein slíkur trolari var ofta eins tungur, tá ið hann fór nýggjan túr, sum tá ið hann kom aftur.
Mær dámdi sera væl at vera við trolara. Tað var nærum sum at liggja inni, tí trolararnir rullaðu næstan ikki. Havborgin var eisini ein sera góður trolari. Hann var tann seinasti av teimum nógvu trolarunum, sum vórðu keyptir eftir kríggið, sum fór aftur úr flotanum.
Teir søgdu, at nógvir trolarar løgdu seg, men hetta gjørdi Havborgin mær vitandi bert eina ferð. Men hetta var sera óbehagiligt. Man tók trolið inn, fekk ein sjógv, og hann fór at leggja seg. Tá stóð hvør maður og hugdi uppá hvønn annan. Man bíðaði, til hann reisti seg aftur. So kom hann spakuliga upp aftur.
Tað verður eisini sagt, at hesir trolarar kundu líka sum sigla seg í kav. Tað eru fleiri søgur um, at teir í evstu løtu bakkaðu seg upp aftur.
Hóast mær dámdi væl trolaralívið, so fekst ikki nógv burtur úr. Tíðirnar byrjaðu tá eisini at versna, og tíðin var við at fara frá hesum gomlu koltrolarunum.
Ein livur gjørdist endabresturin
Endabresturin hjá mær við trolara í Føroyum var, tá ið eg ein dagin fór aftur eftir dekkinum og steig á eina livur. Eg datt, høvdið tók í, og eg fekk ein sterkan heilaskjálvta. Eg hevði tað sera ringt. Tað vóru fýra dagar at koma til lands, men hetta vóru fýra ringir dagar. Alt mól runt fyri mær alla tíðina, og eg visti ikki, hvat ið var upp, og hvat ið var niður, og eg spýði eisini illa.
Tá vit komu til lands, fór eg til lækna, og eg fekk forboð fyri at fara avstað aftur. So eg hvíldi høvdið hendan veturin 1949/50. Læknin spáddi mær høvuðpínu restina av lívinum, men hetta kom tíbetur ikki at halda.
Saman um tikið verður sagt, at tað gekk illa hjá Havborgini. Hann gjørdist sum frá leið alt ov dýrur og kom at standa felagnum í 1,2 mill. Skipini vóru gomul og kravdu nógvar umvælingar. Afturat kom, at kolaprísurin fór so nógv upp fyrst í 50-unum, at hetta gjørdi raksturin ólønsaman.
Hetta endaði við, at bankin seldi Havborgina til D. P. Højgaard á Toftum, sum hevði hann í mong ár. Teir settu eisini motor í hann. Tann seinasti, sum átti hann, var Osmund Justinussen, sum hevði hann at veiða ídnaðarfisk.
Næstu ferð
Í komandi parti verður frásøgn um sanatoriið í samband við, at 100 ár júst eru liðin, síðan tað fór at taka ímóti sjúklingum.
Um tvær vikur fer Johan at greiða frá síni tíð í Kolasøluni hjá Havnar Arbeiðsmannafelag, sum hann seinni yvirtók. Her er eisini dramatikkur, sum tá ið teir við Gudrun Zoegu fara til Skotland at keypa eina last av koksi. Johan hevur eisini upplivað søgulig verkføll og var eisini formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag