Jakob Jakobsen: Yrkti ein tann fyrsta føroyska sálmin

Jakob Jakobsen úr Havn var fyrst og fremst lærari. Men hann var kendur sum ein av fremtu urtagarðsmonnum og kønur innan ætt. Hann var eisini ein av okkara fyrstu sálmayrkjarum

Jakob Jakobsen var føddur 28. mars 1853 í Tórshavn. Foreldur hansara vóru Hans Christoffer Jacobsen, bóndasonur av Húsum í Havn og Armgardt Marie Christine f. Wenningstedt úr Havn. Ein pápabeiggi Jakob var tann gamli Just Jacobsen á Húsum, sum var abbi tann Just Jacobsen, sum var við til at kalla inn til kenda jólafundin í 1888.

Jacob fór 17 ára gamal á læraraskúla í Havn í 1870, og hann tók læraraprógv í 1872. Hetta var fyrsta hold, sum tók læraraprógv í Før­oyum. Hann fór sum so mang­ur lærari niður á há­­skúla, og hann var í Testrup.

Heimafturkomin var hann lærari í Miðvági og Sandavági, annan hvønn dag í hvørjum stað. Í fleiri ár var eingin skúlabygningur í Miðvági. Hann helt so skúla í gomlum húsum niðri í Toft. Í Sandavági var ikki skúli bygdur fyrr enn nógv ár seinni.

Ein av næmingunum hjá Jakob var Rasmus Rasmus­sen á Háskúlanum. Jakob hevði góðar royndir frá háskúla í Danmark, og hann eggjaði Rasmussi at gera tað sama.

So Jakob kann kanska sigast at hava verið ein av andaligu fedrunum hjá føroysku háskúlarørsluni.

Úr Vágum fór Jakob til Tvøroyrar, har hann var fyrstilærari. Hann var fyrsti havnarmaður, sum var lærari á Tvøroyri, har hann hevði skyldfólk. Fastur hansara Súsanna (1817-1889) var gift við gamla Johan Mortensen (1816-1879), keypmanni og stór­reiðara. Tey vóru foreld­ur til Niels J. Mortensen, sum var abbi tann Niels Juul Mortensen, sum vit minnast.

Í 1879 giftist Jakob við Onnu Kjelnæs, dóttir Thomas Juel Kjelnæs, skó­makara úr Havn og Hen­rikku Nolsøe úr Nólsoy. Tey eru fyrr umrødd í hesi røð.

Tey bæði fingu eingi børn, men tey fostraðu tvær gentur upp. Onnur var úr Havn og hin úr Gásadali. Báðar giftust tíðliga burtur.

Sum undanfarnir lærarar búði Jakob Jakobsen fyrst í vestara endanum í skúlan­um. Í 1916 komu serlig hús til fyrstalæraran, men tað var bert stutt tíð, hann fekk búð í teimum. Sama ár varð hann vegna eygnasjúku eftir umsókn loystur úr embætinum. Hann flutti til Havnar, har hann bygdi sær hús ovast í Tórsgøtu. Her búði hann í 16 ár, til hann doyði í desember 1932, nær­­um 80 ára gamal. Konan doyði í 1939.

Tað er ikki nógv, sum vit vita um Jakob sum lærara. Men Jóhs. Andr. Næs endur­gevur næming, sum segði um hann: “Jakob Jakobsen var ein lærari, tú aldri gloymir.”

 

Urtagarður og ætt

Jacob gjørdist eisini kendur fyri síni ítriv. Tað fyrra var urtagarðsvirksemi, sum hann fekst við bæði í Vágum og Tvøroyri. Innast við grótveggin í skúlanum á Tvøroyri gróðursetti hann runnar (snjóber). Longri niðri setti hann ahorntrø og í sjálvum urtagarðinum ymisk­­ar blómur. Tá vóru ikki nógvir urtagarðar á Tvøroyri. Men tað er ikki at ivast í, at fleiri av teimum, sum seinni hava fingið sær urtagarð, hava havt hendan urtagarðin sum fyrimynd.

Í nøkur ár undir seinna heimsbardaga og aftaná høvdu nakrir flokkar av skúlabørnum hendan urta­garð í hondum. Hvør næm­ingur átti eitt petti, sum hann røkti og gleddist um. Seinni er urtagarðurin horv­in undir útbyggingum.

Jakob Jakobsen gjørdi eitt stórt kanningararbeiði um sína ætt. Hetta arbeiði ið røkkur aftur til umleið 1470. Sum ættargranskari var hann tiltikin bæði í Suðuroy og norðanfyri. Mongum hjálpti hann at finna sínar røtur.

 

Jólaklokkan aftur ringir

Í bókini “Jólaklokkan aftur ringir” greiðir Jóhannes And­reas Næs frá teimum tveim­um fyrstu sálmunum, sum eru yrktir av føroyingum.

Í desember 1891 stendur í Føringatíðindi sálmurin “Gleðilig jól,” yrktur av Frederik Petersen. Í februar 1892 stendur í Færøsk Kirketidende jólasálmurin “Jólaklokkan aftur ringir” hjá Jakob Jakobsen. Tað er væl hugsandi, at báðir sálmar eru yrktir til jólini 1891. Teir kunnu tí roknast fyri at vera fyrstu føroysku jólasálmar.

Niðanfyri verður sálmurin prentaður við teimum upp­runaligu seks ørind­un­um, soleiðis sum hann fyrst varð kendur frá Ungdóms­sangbókini frá 1929.

Seinni hevur fjórða ørind­ini ikki verið tikið við.

 

 

Jólaklokkan aftur ringir,

kallar øll til kirkju brátt;

lat nú alt, sum hjartað tyngir,

hvørva burt sum myrka nátt.

 

Stjørnur yvir okkum lýsa

bjart sum hina jólanátt,

vilja okkum vegin vísa

til Várharra ljósa slott.

 

Jesusbarnið, føtt í fjósi,

barnaeygað sær so bjart,

jólaboðið, jólaljósið

treingja gjøgnum hjartað hart.

 

Kundu vit við barnasinni

hildið ljós við einglasang,

o, tá skuldi jólaminnið

vaksið upp til jubilklang.

 

Gongur tú á tungum vegi,

bangnir tankar treingja inn,

einki kann sum jólagleði

lýsa upp títt myrka sinn.

 

Hoyr hin væna einglasongin

ljóða við hvørt klokkuslag,

tá skal vónin lætta vongin

rætt sum fyrsta jóladag.

 

 

Jakob Jakobsen hevur yrkt sálmin til lag eftir týska tónaskaldið Friedrich Silcher (1789-1860). Lagið er vorðið kent í Danmark og Føroyum saman við danska sanginum: “Jeg har båret lærkens vinge.”

Við hesum lagnum er sálmurin vorðin kendur mill­­­um føroyska fólkið, mest frá Ungdóms­sang­bókini.

Tey seinnu árini eru komin tvey føroysk løg til sálmin, sum fólkið við gleði hevur tikið við. Annað hevur Hans Jacob Højgaard (1904-1992) gjørt. Hitt lagið hevur tónaskaldið Knút Olsen f. 1945, ættaður úr Sandavági, gjørt í 1972.

Vit vita ikki nógv um skald­­skapin hjá Jakob Jakob­sen, men hesin sálm­ur fer at standa sum ein føg­ur blóma í okkara sálmabók.

Í hesum sálminum gleðir skaldið seg um, at jólini nærkast. Jólaklokkan, t.e. kirkjuklokkan boðar frá hesum. Hon kallar øll til gudstænastu. Lærarasinnið kemur fram í skaldinum, har hann sigur:

“Lat nú alt sum hjartað tyngir, hvørva burt sum myrka nátt.”

Skaldið man eisini tala av egnun royndum, tí sjálvur var hann heilsubrekaður í nógv ár og varð tí noyddur at leggja lærarastarvið frá sær bara 63 ára gamal.

 

 

Keldur:

Elgerda Jacobsen: Skúlaskapur í Froðbiar sókn

Johs. Andr. Næs: Jólaklokkan aftur ringir

Viggo Christiansen: Ættartalvur

Hans Jacob Debes: Nú er stann stundin……

Lærarafólk í Føroyum

 

 

 

 

Næstu ferð

Í komandi parti verður greitt frá Enok D. Bærentsen. Hann var keypmaður og politikari. Hann var ein av innbjóðarunum til jólafundin í 1888. Eisini var hann pápi einasta føroyska amtmannin Christian Bærentsen