og at tað er eitt samt løgting, sum stendur aftanfyri hesa verkætlan, ið hevur alt avgerandi týdning fyri Sandoynna. - Í dag ivist eg onga løtu í, at tunnilsætlanirnar verða framdar í verki. Tað er ongantíð [...] ongantíð full vissa fyri nøkrum, men hesaferð er ikki ivi í mínari sál, sigur hann. Nú Skopunar kommuna er við at koma uppundan aftur fíggjarliga, hevur Gerhard Lognberg sett sær fyri, at kommunan skal ikki [...] Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu, fegnast um, at skuldin hjá kommununi nú er komin niður á eina álíkning aftur. - Vit gjørdu nakrar størri íløgur fyri nøkrum árum síðan, tá okkum varð
løntakarum er vaksið bæði hjá kvinnum oh monnum. Í juni mánað vóru umleið 14.400 menn og 13.700 kvinnur til arbeiðis. Tað er 300 fleiri menn og 250 fleiri kvinnur enn sama mánað í fjør. Tað er ein javnur [...] Føroyum. tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni. Sostatt eru 500 fólk fleiri, tvey prosent fleiri fólk til arbeiðis nú enn tað vóru fyri einum ári síðani. Men hetta merkir eisini, at tað hava ongantíð [...] ongantíð verið so nógv fólk til arbeiðis í Føroyum, sum tað eru nú. Hagsstovan sigur, at hesi seinastu tvey árini hevur vøksturin verið avmarkaður. Gongdin í løntakaratalinum hevur ikki verið tann sama sum
stendur í tøttum rúmum, tí hetta er eitt dømi um, hvussu illa tað kann ganga. Løgreglan sigur, at tað er ógvuliga týdningarmikið, at gassfløskan verður skrúvað fyri, tá ið tað ikki verður brúkt, tí hol kann [...] Hesi seinastu árini er tað vorðið heilt vanligt, at fólk fáa sær hitapott til hugna og vælveru, og serliga nú teir eisini fáast rættiliga bíliga, er hitapottur meiri ella minni ein natúrligur partur av [...] av hentleikunum í einum húsum. Tað er ymiskt, hvussu hesir hitapottar verða hitaðir upp, summir verða hitaðir við viði, nógvir brúka elorku, men so eru tað eisini nógvir, sum brúka gass. Og í gjár mundi
Og so er tað skipanin av verjuni, tá ið vit í fyrstu atløgu hava byrgt fyri pressi frá mótstøðuliðnum. Tá er neyðugt at varðveita organisatiónina, men tá ið tað ikki riggaði í kvøld, so bar tað tvey mál [...] 3-1 tap á útivølli ímóti Eysturríki er ikki eitt gott úrslit. Tað er semja um hetta í føroysku leguni í Eysturríki í kvøld. Men samstundis verður hildið, at avrikið boðar um framgongd, tá ið sammett verður [...] ferðalagnum til Skotlands, og Odmar Færø er komin fyri seg, eftir at hann noyddist skaddur av vøllinum í Moldova. Nú fáa vit at síggja, hvussu spælararnir eru fyri, nú tað er so stutt millum dystirnar. Danmark
støðugt í Føroyum, men nú eru tað økini uttanfyri Havnina, sum veksa lutfalsliga mest. Men talan er kortini framvegis um tey økini, sum haðani tað er koyrandi til Havnar, tí tað er nevniliga í Vágum, í Eysturoy [...] Havnin mist luftina, tí nú eru tað hini økini, sum fara við næstan 60 prosentum av vøkstrinum. Men í talið er tað framvegis Havnin, sum veksur mest, tí hetta seinasta árið er fólkatalið í Havn vaksið 241 [...] 241 fólk. Men hagsovan sigur, at tað merkisverda er, at í Eysturoy vaks tað næstan líka nógv, ella 206 fólk. Men verður hugt eftir fólkavøkstrinum í prosentum, er tann størsti vøksturin í Vágum, har fólkatalið
báðar stovnarnar saman. ? Hatta er ein grov yvirtulking av semjuni á samgongufundinum og tað er beinleiðis skeivt, tí tað er onki avgjørt um tað. ? Tað, sum er avgjørt, er, at nú skulu Løgmaður og Finnbogi [...] semjuna. Hevur tað staðið nógv á samgonguni í hesum máli? ?Nei, tað haldi eg ikki. ? Eg haldi, at samgongan er rættiliga sterk. Hon hevur eitt felags mál, sum bindur hana rættiliga fast saman. ? Tað sum gjørdi [...] ella kunning, steðgaður. ? í aðru syftu er arbeiðið at at leggja Landsverkfrøðingin og Strandferðsluna saman, steðgað. Sámal Petur í Grund sigur sostatt, at tað er beinleiðis skeivt tá ið bæði útvarp og
26 milliónir um árið, og tað er næstan tað sama sum eitt skattaprosent. Men fyri tað um ókeypis Bussleiðin heldur fram, merkir tað ikki, at ongar broytingar kunnu gerast. Tað er felagið, Gundurs Bussar [...] hjá teimum er at umskipa Bussleiðina, so at vit fáa eina betri tænastu, men tað skal vera uttan at útreiðslurnar hækka, sigur Jákup Dam. Hann sigur í hesum sambandi, at ferðaætlanin er eitt, tað verður neyðugt [...] Fløtum og Musikkskúlin verða, og bara tað krevur eina broyting i ferðaætlanini. Men eitt endamál við at lata Cowi endurskoða Bussleiðina, er eisini at vita um tað ber til at lata Bussleiðina koyra meiri
Í framtíðini skulu tað vera níggju kommunur í Føroyum. Hetta er tað, sum nú liggur í kortunum hjá samgonguni, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum Ein politiskur fylgibólkur hevur arbeitt [...] Suðurstreymoyar kommuna verður óbroytt. Hetta er økið, sum nú eitur Tórshavnar Kommuna. 8: Sandoy og Skúvoy verða ein kommuna. 9: Suðuroy verður ein kommuna. Tað er samgongan, sum hevur sett ein politiskan [...] arbeitt við at nýskipa kommunubygnaðin og hann er samdur um, at frá 1. januar 2013, skulu Føroyar verða níggju kommunur. Tað merkir, at tá ið val til kommunustýri verður aftur á heysti í 2012, verður bara
ferðaseðil. Síðani er oljuavgjaldið fyrst hækkað upp í 75 krónur og nú er tað hækkað upp í 90 krónur. Men Magni Arge sigur, at sum støðan er í løtuni, er ikki ætlanin at hækka oljuavgjaldið. Tað veldst alt um [...] og greitt, at tað er heilt ómøguligt at siga. Hann hevur fylgt væl við prísgongini í oljuni seinastu 10 árini og hansara greiða niðurstøða er, at tað er ómøguligt at spáa um, hvønn veg, tað fer at ganga [...] oljuprísinum. Síðani fyrst í 2004 er prísurin á brennievni . Bara higartil í ár er tað dýrkað 50%. Hann sigur, at tá ið oljuavgjaldið varð sett í gildi, var tað við tí í væntu, at tað var bara fyribils, at oljan
hann um at broyta navnalógina, soleiðis at tað bet til hjá hjúnafeløgum at fáa saman millumnavn og eftirnan. Tað kunnu tey ikki altíð nú. Eftir galdandi lóg er tað nevniliga so, at annar hjúnarfelagin kann [...] Nú skal tað bera til hjá hjúnum at fáa sama millumnavn og eftirnavn. Tað er endamálið við einum uppskoti, Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður á økinum, nú hevur lagt fyri Løgtingið. Hann sigur, at fólk [...] til at taka eftirnavnið hjá hinum hjúnafelaganum. Men tað ber ikki til hjá báðum hjúnafeløgunum at hava sama millumnavn og eftirnavn. Eitt dømi er, at M Olsen giftist við K Joensen. Tá kann M fáa eftirnavnið