Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu, fegnast um, at skuldin hjá kommununi nú er komin niður á eina álíkning aftur.
- Vit gjørdu nakrar størri íløgur fyri nøkrum árum síðan, tá okkum varð lovað, at Sandoyartunnilin skuldi byggjast. Vit stykkjaðu út fleiri grundøki í einum frálíkum byggiøki. Vit bygdu barnagarð, og vit bygdu skúlan út, eins og vit bygdu vatnverk.
Hann vísir á, at hetta vóru alt íløgur, sum kostaðu nógvar pengar.
- Eftirspurningurin eftir grundstykkjum var stórur, men tá tunnilsætlanin fór fyri bakka, minkaði áhugin, og vit stóðu eftir við hesum íløgum og stórari skuld.
Gerhard Lognberg fegnast um, at Sandoyartunnilin nú liggur í einari fastari ætlan, og at tað er eitt samt løgting, sum stendur aftanfyri hesa verkætlan, ið hevur alt avgerandi týdning fyri Sandoynna.
- Í dag ivist eg onga løtu í, at tunnilsætlanirnar verða framdar í verki. Tað er ongantíð full vissa fyri nøkrum, men hesaferð er ikki ivi í mínari sál, sigur hann.
Nú Skopunar kommuna er við at koma uppundan aftur fíggjarliga, hevur Gerhard Lognberg sett sær fyri, at kommunan skal ikki skuldarbindast aftur.
- Nú skal arbeiðast skal fram ímóti, at framtíðartilveran hjá fólkinum í kommununi ikki skal tyngjast av skuldarbindingum, sigur borgarstjórin avgjørdur.










