Í juni mánað í ár vóru heili 28.100 fólk til arbeiðis í Føroyum. tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni. Sostatt eru 500 fólk fleiri, tvey prosent fleiri fólk til arbeiðis nú enn tað vóru fyri einum ári síðani. Men hetta merkir eisini, at tað hava ongantíð verið so nógv fólk til arbeiðis í Føroyum, sum tað eru nú.
Hagsstovan sigur, at hesi seinastu tvey árini hevur vøksturin verið avmarkaður. Gongdin í løntakaratalinum hevur ikki verið tann sama sum undan koronufarsóttini, men nú sær út til, at talið veksur av álvara. Talið á løntakarum er vaksið bæði hjá kvinnum oh monnum. Í juni mánað vóru umleið 14.400 menn og 13.700 kvinnur til arbeiðis. Tað er 300 fleiri menn og 250 fleiri kvinnur enn sama mánað í fjør.
Tað er ein javnur vøkstur er bólkunum, sum eita »almennari o.a. tænastur« og í »privatu tænastuvinnunum«. Hinvegin hava færri løntakarar verið í byggivinnuni seinastu árini, nú minkar løntakaratalið ikki longur.
Í bólkinum, sum eitur »fiskivinna og onnur tilfeingisvinna«, eru sveiggini í løntakaratalinum størri enn í hinum vinnugreinabólkunum, men síðani aldudalin í 2011, sæst ein greiður vøkstur. Hesi árini er løntakaratalið í hesum vinnugreinabólkinum vaksið umleið 600 løntakarar, úr 3.500 upp í umleið 4.100, sigur Hagstovan.









